Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 15-07-2011
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 28 A frá 15. juli 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

12. juli 2011Nr. 99

Kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.

Við heimild í § 22, stk. 10 og § 31, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

§ 1. Yrkisdepilin, sum fyrisitur ráðsskipanina hjá Yrkisútbúgvingarráðnum, veitir sáttmálapørtunum hjálp og ráðgeving í sambandi við, at lærusáttmáli verður undirskrivaður, og tá ið lærupláss skal innskriva lærling til skúlagongd.

§ 2. Læruplássið skal senda undirskrivaða lærusáttmálan til Yrkisdepilin til góðkenningar.

Stk. 2. Lærusáttmálin fær gildi frá tí degi, hann er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum.

§ 3. Yrkisdepilin eftirkannar, um fyritreytirnar fyri lærusáttmálanum eru í lagi, herundir um:

1)   Lærlingurin hevur fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans,

2)   læruplássið lýkur treytirnar fyri góðkenning,

3)   lærusáttmálin fatar um alla verkligu læruna og øll skúlaskeiðini umframt møguliga yrkis- / sveinaroynd,

4)   tað í lærusáttmálanum er tilskilað, um talan eisini er um eina útisetaavtalu,

5)   lærusáttmálin inniheldur møguliga tilskilan um frítøku fyri partar av læruni,

6)   serligar lærusáttmálatreytir hava heimild í góðkenning frá avvarðandi yrkisnevnd og møguligum verja, herundir broyting av lærusáttmálanum,

7)   lærusáttmálin er í samsvari við ta til eina og hvørja tíð galdandi ásetingar um lønar- og arbeiðsviðurskifti,

8)   navnið, vinnutalið og heimstaðurin hjá læruplássinum, umframt navnið, bústaðurin og føðingardagurin hjá lærlinginum, eru røtt, og

9)   at lærusáttmálin er í samsvari við ásetingarnar í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.

§ 4. Lærupláss gjalda Landskassanum kr. 3.000,- fyri hvønn góðkendan lærusáttmála.

Stk. 2. Umsitingargjaldið verður goldið umvegis Føroya Gjaldstovu.

§ 5. Yrkisdepilin góðkennir og skrásetir eftirkannaða lærusáttmálan.

Stk. 2. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent lærusáttmálan, og  umsitingargjaldið er goldið, verður lærusáttmálin skrásettur, og avrit av lærusáttmálanum útflýggjaður sáttmálapørtunum. Frumritið er í varðveitslu hjá Yrkisdeplinum.

Stk. 3. Tá ið lærupláss frá Yrkisdeplinum hevur móttikið góðkenda lærusáttmálan, skal læruplássið innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla.

Stk. 4. Skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur, áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar, og hvussu leingi, skeiðið varar.

§ 6. Umsókn um broytingar í lærusáttmálanum, eisini stytting ella leingjan av lærutíðini, uppsøgn av lærusáttmálanum, umframt aðrar møguligar broytingar, skulu skrivast á serligt skjal, ið sáttmálapartarnir, sum varða av broytingunum, undirskriva.

Stk. 2. Yrkisdepilin eftirkannar, um fyritreytirnar fyri broytingunum í lærusáttmálanum eru í lagi og góðkennir og skrásetir eftirkannaða lærusáttmálan við góðkendu broytingunum.

Stk. 3. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent og skrásett broytingarnar í lærusáttmálanum, verður eitt avrit av broytta lærusáttmálanum sendur sáttmálapørtunum og viðkomandi skúla.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8. august 2002 um umsitingargjald vinnunar úr gildi.

 

 

Mentamálaráðið, 12. juli 2011

 

Helena Dam á Neystabø (sign.)

landsstýriskvinna

 

/ Leivur Harryson (sign.)