Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. december 1999Nr. 99
Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg
Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg verður ásett:
Kapittul 1
Gjøld fyri fráboðan
§ 1. Fyri fráboðan av nýggjum partafeløgum verða goldnar kr. 2.500, fyri smápartafeløg tó kr. 1.800.
Stk. 2. Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður haraftrat goldið eitt eykagjald uppá 4‰ av teknaða partapeninginum, ið tó ikki má fara upp um kr. 25.000. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum stovnað við samanlegging, verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeningurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av parta-peningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkanina. Gjaldið má heldur ikki í hesum førum fara upp um kr. 25.000.
§ 2. Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar kr. 600 fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6, stk. 2.
Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smá-partafelag, verða goldnar kr. 5.000 fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 117 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 ella § 86 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993
§ 3. Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar kr. 1.700.
§ 4. Gjaldið sambært §§ 1-3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið.
Kapittul 2
Gjøld fyri skráseting um teldu
§ 5. Fyri beinleiðis skráseting á teldukervinum hjá skrásetingini av broytingum viðvíkjandi parta- og smápartafeløgum verða goldnar kr. 300.
Stk. 2. Fyri beinleiðis skráseting av broyting viðvíkjandi grannskoðara, roknskaparári, navni ella heimstaði verður onki gjald goldið.
Kapittul 3
Ársgjald
§ 6. Fyri innsending og kunngerðing av ársroknskapum v.m. verða goldnar kr. 300 um árið, fyri smápartafeløg tó kr. 200.
Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ella heimstaði.
Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda.
Kapittul 4
Ígildissetanarreglur
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 203 frá 28. desember 1993 við seinni broytingum.
Fiskimálastýrið, 13. december 1999
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)