14. juli 2009Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um frekvens (tíddar)- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum
§ 1
Í kunngerð nr. 70 frá 2. november 2004 um frekvens (tíddar)- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum verður aftaná § 2 sett:
“§ 2 a. Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum gjøldum, sum eftir hesari kunngerð standast av loyvi til nýtslu av frekvensi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 14. juli 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)