Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2021Nr. 99
Kunngerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya
Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um próvtøkur og próvdøming á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Endamálið við próvtøkum er at meta, um tær læruúrtøkur, ið tann lesandi megnar, eru í samsvari við teir almennu og fakligu førleikarnar, sum eru ásettir fyri skeiðini á útbúgvingunum og í námsskipanunum.
Próvdøming
§ 2. Teir førleikar, sum tann lesandi hevur ognað sær í útbúgvingini, verða prógvaðir við próvtøkum.
Stk. 2. Próvtøkuhættirnir skulu hóska til endamálið við útbúgvingini og skulu tryggja, at hvør einstakur lesandi verður mettur sjálvstøðugt.
Stk. 3. Útbúgvingartættir, sum innihaldsliga ella arbeiðsliga loyva tað, kunnu heilt ella lutvíst prógvast við luttøku í undirvísing. Ábyrgdarlærarin ella lærararnir á hvørjum skeiði sær próvdøma undirvísingarluttøkuna hjá studentinum sambært hesum stykki.
Stk. 4. Fróðskaparsetrið kann eisini í námsskipan áseta reglur um, at innlatin skrivlig avrik og munnligar framløgur kunnu vera partur av endaliga próvtalinum. Í tílíkum førum skal greið lýsing vera av, hvussu skrivligu og munnligu avrikini innganga í endaliga próvtalið.
Stk. 5. Fróðskaparsetrið kann nokta lesandi at fara til endaliga próvtøku, um tann lesandi ikki hevur staðið tey skrivligu avrikini og tær munnligu framløgurnar, sum eru kravdur partur av skeiðinum.
§ 3. Próvtøkurnar skulu leggjast til rættis sum einstaklingspróvtøkur. Í námsskipanini kann tó verða ásett, at ávísar próvtøkur verða lagdar til rættis sum bólkapróvtøkur, har fleiri lesandi verða próvdømd fyri felags avrik. Avrikini hjá teimum lesandi skulu próvdømast hvørt sær.
Stk. 2. Bachelorritgerð og masterritgerð eru vanliga einstaklingsavrik, men kunnu eftir reglum, sum dekanurin ásetir, avrikast av fleiri lesandi í felag. Avrikini hjá teimum lesandi skulu próvdømast hvørt sær.
Innskriving til próvtøkur
§ 4. Lesandi verða innskrivað til allar próvtøkur í teimum skeiðum, ið eru kravdur partur av útbúgvingini. Hetta er eisini galdandi fyri valskeið.
Stk. 2. Stakgreinalesandi og gestalesandi verða innskrivað til próvtøkur í skeiðum, ið tey eru innskrivað til.
§ 5. Tá innlatingarfreist er sett til innlating av masterritgerð, ber ikki til hjá tí lesandi at melda frá próvtøkuni.
Stk. 2. Letur lesandi ikki masterritgerð inn til ásetta freist, ella um tann lesandi ikki stendur fyrsta próvtøkuhøvi, hevur tann lesandi nýtt eitt próvtøkuhøvi.
Stk. 3. Fróðskaparsetrið ásetir nýggja innlatingarfreist, ið er 3 mánaðir eftir fyrstu freistina. Samstundis verður ein tillagaður spurdómur góðkendur til ritgerðina.
Stk. 4. Letur lesandi ikki inn til seinnu freistina ella ikki stendur próvtøkuna, hevur tann lesandi nýtt enn eitt próvtøkuhøvi.
Stk. 5. Lesandi kunnu fara til próvtøku eina triðju ferð sambært stk. 3.
Stk. 6. Innskriving til annað og triðja próvtøkuhøvi hendir sjálvvirkandi.
Próvtøkuhald
§ 6. Munnligar próvtøkur eru almennar.
Stk. 2. Kliniskar próvtøkur, har sjúklingar luttaka, eru í trúnaði. Próvtøkan kann vera almenn, um sjúklingurin loyvir tí.
Stk. 3. Til munnligar próvtøkur kann Fróðskaparsetrið avmarka atgongdina til próvtøkuhølini vegna plásstrot ella órógv í sambandi við próvtøkuna. Fróðskaparsetrið kann somuleiðis gera frávik frá stk. 1, um serligar umstøður tala fyri tí.
Stk. 4. Einans próvhoyrari og próvdómari kunnu vera til staðar, meðan próvmetið fyri munnligar próvtøkur verður umrøtt. Fróðskaparsetrið kann tó loyva komandi próvdómarum at vera til staðar sum eygleiðarar.
§ 7. Próvtøkumálið er føroyskt. Til próvtøkur, sum ikki hava til endamáls at prógva kunnleika um føroyskt mál, kann Fróðskaparsetrið víkja frá hesi áseting.
§ 8. Fróðskaparsetrið ásetur innanhýsis reglur um tiltøk at seta í verk í sambandi við próvtøkusvik og órógvandi atburð undir próvtøku.
Serliga fyriskipað próvtøka
§ 9. Lesandi, ið hevur niðursett virkisføri sambært § 20 a. í løgtingslógini, kann fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta viðkomandi við aðrar próvtakarar. Tað er ein treyt, at hesi tilboð ikki lækka um stigið á próvtøkuni.
Stk. 2. Serligar próvtøkuumstøður kunnu fevna um próvtøkuhættir og karmar fyri próvtøkuna, m.a. at nýta serligar hjálparmiðlar, eyka tíð ella øðrvísi uppgávur. Tað er ein treyt, at hesi tilboð ikki lækka um stigið á próvtøkuni.
Stk. 3. Ynskir lesandi at fara til próvtøku við serligum royndarumstøðum, letur tann, sum metti um tørvin á serligum royndarumstøðum, útbúgvingarleiðaranum eina tilráðing um, hvussu próvtøkan kann verða skipað. Grundað á tilráðingina tekur útbúgvingarleiðarin avgerð um serligu royndarumstøðurnar.
Avriksflutningur
§ 10. Lestrarráðið kann eftir umsókn frá lesandi og tilmæli frá útbúgvingarleiðara góðkenna, at støk skeið og útbúgvingartættir, sum tann lesandi hevur staðið við annan lærustovn, verða góðskrivað. Hetta er eisini galdandi fyri stakskeið tikin á øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetrið skal gera innanhýsis mannagongdir hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Avriksflutt próvtøka verður skrásett sum staðin.
Innanhýsis og uttanhýsis próvtøkur
§ 11. Próvtøkur kunnu vera innanhýsis ella uttanhýsis.
Stk. 2. Innanhýsis próvtøka er próvtøka, ið verður dømd av einum ella fleiri undirvísarum á Fróðskaparsetrinum.
Stk. 3. Uttanhýsis próvtøka er próvtøka, ið verður dømd av próvhoyrara umframt uttanhýsis próvdómara.
§ 12. Próvdómarar eru annaðhvørt innanhýsis ella uttanhýsis.
Stk. 2. Innanhýsis próvdómari er vísindastarvsfólk ella styrkhavi á Fróðskaparsetrinum ella leysalærari, ið hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum seinasta árið.
Stk. 3. Uttanhýsis próvdómari er vísindafólk frá øðrum hægri lærustovni ella granskingarstovni, ella fólk uttan fyri Fróðskaparsetrið við sama fakliga førleika.
Stk. 4. Í undantaksføri kunnu onnur skikkað vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetrinum virka sum uttanhýsis próvdómarar, treytað av, at viðkomandi ikki hevur verið undirvísari hjá teimum lesandi, ið skulu til ítøkiligu próvtøkuna, og ikki starvast á somu deild, sum fyriskipar próvtøkuna
Stk. 5. Landsstýrismaðurin góðkennir uttanseturspróvdómaraliðið fyri 5 ár í senn eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
§ 13. Undirvísari og próvdómari skulu í felag tryggja:
1) at krøvini til eina próvtøku, munnliga ella skrivliga, eru í samsvari við orðaðu læruúrtøkurnar í kunngerðum, námsskipanum og skeiðslýsingum,
2) at próvtøkukarmarnir eru í samsvari við tað, sum er ásett í skeiðslýsingini,
3) at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum,
4) at lesandi fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og
5) at avrikini hjá teimum lesandi fáa álítandi próvdøming, ið eru í samsvari við reglur um próvtalagávu og aðrar reglur.
Stk. 2. Próvdómarin skal undir próvdømingini geva skrivligar viðmerkingar og grundgevingar fyri próvdømingini og próvtalinum. Viðmerkingarnar skulu seinni kunna brúkast sum grundarlag undir próvdómarans meting í møguligari kæru. Viðmerkingarnar skulu goymast í eitt ár.
§ 14. Í minsta lagi ein triðingur av próvtøkunum á ávikavist bachelorútbúgvingini og masterútbúgvingini, roknað í ECTS-stigum, skulu próvdømast av uttanhýsis próvdómara.
Stk. 2. Kliniski parturin av útbúgvingunum og starvsvenjing eru undantikin frá kravinum í stk. 1.
Stk. 3. Bachelorritgerðir og masterritgerðir skulu próvdømast av uttanhýsispróvdómarum, sum eru partur av próvdómaraliðnum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
§ 15. Sambært reglunum um próvtalagávu verður galdandi próvtalsstigi ella dømingin staðið ella ikki staðið nýtt við próvdøming.
Stk. 2. Bachelorritgerðin og masterritgerðin verða próvdømdar eftir galdandi próvtalsstiga.
Stk. 3. Fyri undirvísingarluttøku sambært § 2, stk. 3 verður dømingin staðið ella ikki staðið nýtt.
Stk. 4. Dømingin staðið ella ikki staðið kann í mesta lagi verða nýtt til próvtøkur, sum svara til ein triðing av útbúgvingini, roknað í ECTS-stigum.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 4 er ikki galdandi fyri kliniskar próvtøkur og starvsvenjing, ella tá talan er um avriksflutning.
§ 16. Próvtøkan er staðin sambært minstamarki fyri at verða staðin eftir galdandi próvtalastiga ella staðið. Hvør próvtøka skal vera staðin fyri seg.
Stk. 2. Í námsskipanini kann verða ásett, at ein samanseting av próvtøkum verður staðin sum ein próvtøka. Í hesum føri skal tann lesandi standa allar partar í samlaðu próvtøkuni. Endaligt próvtal verður eitt vektað miðalpróvtal av próvtølunum frá øllum pørtunum.
§ 17. Fyri at verða roknaður sum lestrarvirkin skal tann lesandi fara upp til próvtøku við fyrsta próvtøkuhøvi.
Stk. 2. Um lesandi vegna sjúku ella av øðrum váttaðum lógligum forfalli er forðaður í at møta til próvtøku, skal hann hava møguleika at fara uppaftur til próvtøku skjótast til ber ella í seinasta lagi í næsta próvtøkuskeiði.
§ 18. Fróðskaparsetrið kunnar lesandi um:
1) Próvtøkureglur.
2) Reglur í sambandi við sjúku.
3) Serligar próvtøkureglur í einstøku skeiðunum.
4) Avleiðingar av ikki at fylgja reglunum um próvtøku.
5) Kærumøguleikar.
§ 19. Staðin próvtøka kann ikki takast umaftur.
Stk. 2. Lesandi hevur í mesta lagi høvi til at fara tríggjar ferðir til próvtøku í sama skeiði. Fróðskaparsetrið kann eftir skrivligari og grundgivnari umsókn loyva tí lesandi at fara til próvtøku í sama skeiði eina fjórðu ferð, um serligar umstøður tala fyri tí.
Stk. 3. Í serligum førum kann víkjast frá stk. 2, tá talan er um kliniska útbúgvingarpartin og starvslæru. Avgerðin verður tikin av Fróðskaparsetrinum í samráði við ábyrgdarfólk í klinikkini ella á starvslærustaðnum.
§ 20. Ábyrgdarundirvísarin skipar fyri próvtøkuspurningunum. Próvdómari ella próvtøkunevnd skal góðkenna próvtøkuspurningarnar.
Stk. 2. Verður undir ella eftir próvtøkuna gjørt vart við álvarsamt mistak ella vantandi upplýsingar í próvtøkuspurninginum, skal beinanvegin verða boðað undirvísara ella útbúgvingarleiðara frá. Undirvísari og próvdómari gera tilmæli um, hvussu bøtast kann um skeivleikan.
Stk. 3. Eftir tilmæli frá próvdómara og útbúgvingarleiðara kann dekanurin strika próvtøkuna og skipa fyri nýggjari próvtøku.
§ 21. Kann próvtal ikki latast tí lesandi beint eftir próvtøkuna, ásetur Fróðskaparsetrið freist fyri, nær próvtalið í seinasta lagi skal verða givið.
Stk. 2. Freistin sambært stk. 1 skal í seinasta lagi vera 4 vikur eftir próvtøkudagin. Julimánaður verður ikki taldur við í tær 4 vikurnar.
Stk. 3. Bachelorritgerðir, masterritgerðir og størri skrivlig avrik skulu vera próvdømd í seinasta lagi 8 vikur eftir innlating. Julimánaður verður ikki taldur við í tær 8 vikurnar.
§ 22. Próvtøkuhátturin skal geva próvtakaranum høvi at vísa vitan, hegni, fatan og førleika viðv. hugtøkum, arbeiðsháttum og sannroyndum um tað evnið, próvtøkan fevnir um.
Stk. 2. Próvtakarin skal vísa, hvussu hann við vitan síni er førur fyri at loysa greiðsluevni av kendum slagi, og um próvtøkuhátturin loyvir tí, loysa greiðsluevni av ókendum slagi.
§ 23. Í teimum førum, har fleiri próvtøl verða givin í einari próvtøku, og har bert eitt próvtal verður nýtt, verður eitt vektað miðaltal roknað út. Tá tað verður gjørt, má bert brúkast ein desimalur, og endaliga próvtalið má ikki vera desimaltal.
Kærur
§ 24. Kærur um próvtøkur fylgja ásetingunum í kapittul 6 a í løgtingslógini.
§ 25. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð, sum ikki eru umfataðar av § 24, kunnu kærast til landsstýrismannin. Freistin er fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Kæra verður skrivliga send Fróðskaparsetri Føroya, ið sendir kæruna víðari til landsstýrismannin saman við sínum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent landsstýrismanninum, skal Fróðskaparsetur Føroya geva kæraranum høvi til, innan sjey dagar, at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar hjá kæraranum skulu sendast landsstýrismanninum.
Gildiskoma
§ 26. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. juni 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)