19. september 2024Nr. 99
Kunngerð um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
§ 1. Skúli, sum bjóðar út skeið innan trygd á sjónum, verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við trygdarskeiðið, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv.
Stk. 2. Fyri lógarkravt skeið innan trygd á sjónum, kann gjaldið fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð í mesta lagi vera hálvt skeiðsgjald.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 100 frá 12. oktober 2012 um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum úr gildi.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 19. september 2024
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)