28. oktober 2014Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
(Tillaging av avgreiðslugjøldunum)
Í kunngerð nr. 112 frá 7. september 2009 um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Sjóvinnustýrið krevur inn hesi avgreiðslugjøld:
1) Sjóvinnubrøv: kr. 500.
2) Endurnýggjan av sjóvinnubrævi: kr. 500.
3) Uppstigan av sjóvinnubrævi: kr. 500.
4) Viðurkenningarprógv: kr. 750.”
2. Í § 3, stk. 1 verður “Skipaeftirlitinum” broytt til: “Sjóvinnustýrinum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.
Vinnumálaráðið, 28. oktober 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)