Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. januar 2004Nr. 8000
Leiðbeining um serstøku frívikuna
Inngangur
Undir samráðingunum í 2003 hava Fíggjarmálaráðið og flestu almennu fakfeløgini gjørt avtalu um serstaka fríviku.
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt hesa vegleiðingina til avtaluna.
Vegleiðingin er yvirlit yvir skyldur og rættindi í sambandi við serstøku frívikuna, sum galdandi eru fyri starvsfólk og arbeiðsgevarar. Sum dømi kunnu verða nevnd møguleikin at flyta serstøku frívikuna, hvussu hon verður innvunnin og hildin, hvør lønin er, og hvussu farið verður fram, fer starvsfólk úr starvi.
Havt skal verða í huga, at serstaka frívikan er ikki partur av frítíð eftir frítíðarlógini.
Tað, sum stendur í vegleiðingini, er fyri starvsfólk, sum arbeiðir 5 dagar um vikuna, er ikki annað beinleiðis nevnt. Viðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða øðrvísi, eru lýst í parti 10.
1. Í stuttum um serstøku frívikuna
| |
| Avtalan um serstaka fríviku hevur gildi frá 1. oktober í 2003. Í avtaluni er m.a. ásett, at - innvunnir verða 0,42 serstakir frídagar um mánaðin - serstaka frívikan verður innvunnin frá 1. apríl til 31. mars - serstaka frívikan verður hildin í frítíðarárinum frá 2. mai til 1. mai - starvsfólkið kann gera av, um serstaka frívikan, ella partur av henni, skal verða útgoldin - avtalað kann verða, at serstaka frívikan, ella partur av henni, verða flutt at halda í seinri frítíðarári
Í nógvum førum líkist serstaka frívikan frítíð eftir frítíðarlógini, men munir eru eisini.
|
Samsvar millum serstøku frívikuna og frítíð eftir frítíðarlógini
| Serstaka frívikan - verður innvunnin í innvinningarárinum og hildin í næsta frítíðarári - kann ikki verða hildin í barnsburði, verkfalli ella verkbanni sambært sáttmála
Verður hon útgoldin, er útrokningargrundarlagið tað sama, sum tá ið 12% verða roknað í frítíðarløn.
|
Munir á serstøku frívikuni og frítíð eftir frítíðarlógini
| Serstaka frívikan - verður løgd eftir avtalu millum leiðslu og starvsfólk - verður útgoldin, vil starvsfólkið tað - kann verða flutt at hava í seinri frítíðarári, verður semja um tað - verður útgoldin seinast í frítíðarárinum, er hon ikki hildin - verður útgoldin, er hon ikki hildin, áðrenn farið verður úr starvi
Innvinningarárið er tað sama hjá øllum, frá 1. apríl til 31. mars.
Í frítíðarlógini er munur á frí og frí við løn. Øll hava rætt til frí í 5 vikur, eisini um tey hava ikki vunnið sær frí við løn í 5 vikur. Somu reglur galda ikki fyri serstøku frídagarnar. Øll hava ikki rætt til frí í eina viku, men serstøku frídagarnir verða bara hildnir, eru teir innvunnir.
|
2. Hvør kemur undir avtaluna
| |
Sáttmálasett og tænastumenn
| Avtalan er galdandi fyri tey starvsfólk, sum sett eru eftir sáttmála við tey feløg, sum nevnd eru í fylgiskjali 2. Hon er eisini galdandi fyri tænastumenn, sum koma undir avtalu við hesi feløg. Munur er ikki á avtalunum fyri sáttmálasett og tænastumenn.
|
Mánaðarlønt | Er starvsfólk mánaðarlønt, er avtalan galdandi.
|
Tímalønt
| Avtalan er galdandi fyri tímalønt starvsfólk, sum eru í starvi í meiri enn tríggjar mánaðir, í samanhangandi setan.
|
3. Hvussu verður serstaka frívikan innvunnin
| |
| Ein vika verður innvunnin um árið. Vikan verður innvunnin á sama hátt, sum frítíð við løn eftir frítíðarlógini. Fyri at hava rætt til eina heila viku, skal starvsfólkið tí hava verið í starvi alt innvinningarárið. Serstaka frívikan kann eisini verða gjørd upp í tímum, sí brotið “Gjørt upp í tímum”, í 10. parti.
|
Mánaðarlønt
| Mánaðarlønt starvsfólk vinnur sær 0,42 dagar um mánaðin.
Verður starvsfólk ikki sett tann 1. í mánaðinum, verður innvinningin tann mánaðin roknað lutfalsliga.
Dømi: Starvsfólk er sett í starv 11. oktober. Fyri oktober mánað vinnur starvsfólkið sær rætt til 21/31 av 0,42 døgum, t.e. 0,28 dagar.
Dømi: Starvsfólk er sett í starv 11. november. Fyri november mánað vinnur starvsfólkið sær rætt til 20/30 av 0,42 døgum, t.e. 0,28 dagar.
|
Tímalønt
| Hvønn arbeiðstíma vinna tímalønt sær 0,0192 tímar til serstaka frítíð.
Tað er roknað soleiðis: vikunormur / ársnormi ella 1 / 52.
|
Meirarbeiði
| Meirarbeiði er tá ið parttíðarsett starvsfólk arbeiðir meiri enn sítt setanarbrot, men minni enn fullan norm. Fær mánaðarlønt parttíðarsett starvsfólk í meiri enn tríggjar fylgjandi mánaðir samsýning útgoldna fyri meirarbeiði, vinnur tað sær rætt til serstaka frítíð hesar tímarnar, á sama hátt sum tímalønt.
|
Frí við ongari løn
| Serstakir frídagar verða bara innvunnir, tá ið starvsfólk fær løn. Er talan t.d. um orlov við ongari løn, verða serstakir frídagar ikki innvunnir í orlovinum. Tað sama er galdandi fyri barnsburðarorlov við ongari løn.
Meðan starvsfólk heldur feriu við ongari løn, verður serstøk frítíð heldur ikki innvunnin.
|
Rundað av
| Tá ið innvinningarárið er av, verður gjørt upp, hvussu nógva serstaka frítíð starvsfólkið hevur vunnið sær.
Dagar verða gjørdir upp við tveimum desimalum, tímar við einum desimali.
|
4. Hvussu verður serstaka frívikan hildin
| |
Í einum ella hvør sær
| Serstaka frívikan kann verða hildin í einum, sum einstakir dagar og eisini sum hálvir dagar.
|
Løgd í samráð
| Serstøku frídagarnir verða lagdir í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí.
Í avtaluni er einki ásett um fráboðanartíð. Jú fyrr starvsfólkið ger vart við, nær tað kundi hugsað sær at hildið frí, jú betri er møguleikin fyri, at frídagarnir kunnu verða lagdir tá.
|
Steingja stovnin
| Leiðslan kann ikki leggja dagarnar fasta tíð og steingja stovnin, soleiðis sum frítíð eftir frítíðarlógini kann verða løgd.
|
Staðbundin avtala
| Heldur ikki kann leiðslan gera staðbundna avtalu, soleiðis at frítíðin verður løgd líka hjá øllum starvsfólkunum. Avtalan skal verða gjørd við hvørt einstakt starvsfólk.
|
Tímalønt
| Tímalønt hava ikki rætt til frí við løn. Kortini vinna tímalønt sær, eru tey tímalønt í meiri enn tríggjar fylgjandi mánaðir, rætt til serstøku frítíðina. Verða tímalønt seinri sett sum mánaðarlønt, og steðgur er ikki millum setanirnar, telur øll tíðin við sum innvinning.
Tímalønt kunnu halda dagarnar sum serstakar dagar, ella tímar, ella fáa dagarnar útgoldnar.
Dømi: Tímalønt starvsfólk hevur í innvinningarárinum vunnið sær rætt til 12 serstakar frítímar. Starvsfólkið og arbeiðsgevarin avtala, at tímarnir verða útgoldnir í august. Fyri august mánað fær starvsfólkið so útgoldið 12 eyka tímalønir.
|
5. Tá ið ikki ber til at halda serstøku frívikuna sum avtalað
| |
Sjúka o.a. áðrenn frívikan byrjar
| Tað kann bera so á, at starvsfólk fær ikki hildið serstøku frídagarnar, tá ið avtalað er. Talan kann t.d. vera um barnsburð, verkfall ella sjúku. Frítíðin er frá tí, tá ið arbeiðstíðin byrjar fyrsta frídagin. Starvsfólk, sum er sjúkt, tá ið frítíðin byrjar, hevur ikki skyldu at halda frí.
Er nóg mikið eftir av frítíðarárinum, verða frídagarnir hildnir seinri í frítíðarárinum.
Er frítíðarárið so langt útliðið, at til ber ikki at halda dagarnar í tí frítíðarárinum, verða teir útgoldnir eftir 1. mai. Er semja millum leiðslu og starvsfólk um at flyta teir til næsta frítíðarár ella seinri, kann tað tó verða gjørt.
|
Sjúka undir serstøku frídøgunum
| Er starvsfólk sjúkt, galda somu reglur sum fyri frítíð eftir frítíðarlógini. Verður starvsfólk sjúkt, eftir tað at frítíðin er byrjað, verða serstøku frídagarnir sum meginregla roknaðir at verða hildnir.
Verður frítíð eftir frítíðarlógini og serstøku frídagarnir hildin beint eftir hvørt annað, verður tað roknað sum samanhangandi frítíð.
|
6. Lønin, tá ið serstaka frívikan verður hildin
| |
Setanarbrot í innvinningarárinum
| Lønin serstøku frívikuna er grundað á lønina í innvinningar-árinum.
|
Sama setanarbrot í innvinningar- og í frítíðarárinum
| Starvsfólk, sum hevur havt sama setanarbrot í innvinningar-árinum, sum tað hevur í frítíðarárinum, fær sína vanligu løn, tá ið serstøku frídagarnir verða hildnir.
|
Broytt setanarbrot
| Er setanarbrotið broytt í innvinningarárinum, verður lønin, tá ið serstøku frídagarnir verða hildnir, grundað á miðal setanarbrotið í innvinningarárinum.
Dømi: Full tíð er 39 tímar um vikuna.
Setanarbrotið í innvinningarárinum hevur verið:
01.04. – 31.12. (9 mánaðir): 24 tímar um vikuna 01.01. – 31.03. (3 mánaðir): 39 tímar um vikuna
Miðalsetanarbrotið er:
Lønin, tá ið serstøku frídagarnir verða hildnir, verður roknað sum 27,75/39 av fullari løn.
Lønin, tá ið serstøku frídagarnir verða hildnir, kann tí verða hægri ella lægri enn vanliga lønin, alt eftir hvat setanarbrotið hevur verið í innvinningarárinum.
|
Yvirtíð
| Yvirtíð í innvinningarárinum ávirkar ikki lønina, sum útgoldin verður, tá ið serstøku frídagarnir verða hildnir. Tað er bara fasta lønin, sum verður útgoldin.
Verða dagarnir harafturímóti ikki hildnir, men útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, er yvirtíðarlønin og onnur gjøld í innvinningarárinum við í útrokningargrundarlagnum.
|
7. Gjalda út serstaka fríviku
| |
| Heldur enn at halda serstøku frívikuna, kann starvsfólkið gera av at fáa vikuna ella part av henni útgoldið.
|
Nær skal avtalan verða gjørd | Avtala um at gjalda út, skal verða gjørd, áðrenn frítíðarárið byrjar. Skulu t.d. dagarnir, sum innvunnir eru í innvinningarárinum 2004/2005, ikki verða hildnir men útgoldnir, skal tað verða avtalað fyri 2. mai í 2005, og teir verða útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, t.e. eftir 1. mai í 2006. Avtala um at gjalda út kann eisini verða gjørd í frítíðarárinum, men tað krevur, at partarnir eru samdir um tað.
Fyri dagarnar, sum innvunnir eru í innvinningarárinum 2003/2004 er tó galdandi, at avtalan um at gjalda út skal verða gjørd innan 1. desember í 2004.
|
Útrokningargrundarlag | Útrokningargrundarlagið er tað sama, sum tá ið 12% verða roknað eftir frítíðarlógini. Tað er øll vunnin løn í undanfarna innvinningarári.
Úrtíðarløn verður t.d. eisini tald uppí. Upp í útrokningina verður ikki tald løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti. Løn serstakar frídagar skal tó ikki verða drigin frá.
|
Hvussu stórt er útgjaldið | Fyri hvønn dagin er útgjaldið 0,5% av vunnu lønini í undarfarna innvinningarárinum. Er avtalað, at eingin dagur verður hildin, men alt útgoldið, er útgjaldið 2,5%, eisini um starvsfólkið bara hevur verið í starvi part av innvinningarárinum.
|
Partur av serstøku frívikuni hildin, hin parturin verður útgoldin | Avtalað kann verða, at partur av serstøku frívikuni verður hildin, og hin parturin verður útgoldin.
Dømi 1: Setanardagur: 1. november í 2003. Vunnir dagar í innvinningarárinum 2003/2004: 0,42 x 5 = 2,1 serstakir frídagar. Útrokningargrundarlagið er 140.000 kr.
a) Starvsfólkið hevur ongan serstakan frídag hildið innan 1. mai í 2005 (tá ið frítíðarárið 2004/2005 er av), men skal hava alt útgoldið.
Útgjaldið er 2,5% av 140.000 kr. = 3.500 kr.
b) Starvsfólkið heldur ein serstakan frídag innan 1. mai í 2005. Drigin verður 1/2,1 av 3.500 kr. = 1.666,67 kr. Útgjaldið verður 3.500 kr. – 1.666,67 kr. = 1.833,33 kr.
Dømi 2: Starvsfólk, sum hevur verið í starvi í fleiri ár, fer úr starvi 1. februar í 2005.
Av serstøku frívikuni, sum innvunnin er í frítíðarárinum 2003/2004, hevur starvsfólkið hildið 2 av 5 døgum. Teir tríggir, sum eftir eru, skulu verða goldnir út.
Útrokningargrundarlagið fyri innvinningarárið 2003/2004 er kr. 250.000 kr.
Útgjaldið fyri innvinningarárið 2003/2004 verður 2,5% av 250.000 kr. 6.250 kr.
Frádrigið fyri 2 dagar 2/5 av 6.250 kr. 2.500 kr.
At gjalda út 3.750 kr.
Afturat tí eru dagarnir, sum innvunnir eru í innvinningarárinum 2004/2005. Teir verða goldnir út, tá ið starvsfólkið fer úr starvi. Útgjaldið verður roknað sum 2,5% av vunnu lønini í innvinningarárinum 2004/2005.
|
Nær verður goldið út | Útgoldið verður, tá ið frítíðarárið er av. Er t.d. avtalað, at dagarnir, sum hildnir skulu verða í frítíðarárinum 2005/2006 í staðin skulu verða útgoldnir, verða teir útgoldnir eftir 1. mai í 2006.
|
8. Flyta serstaka fríviku
| |
| Leiðslan og starvsfólkið kunnu avtala, at serstaka frívikan verður flutt at halda í seinri frítíðarári. Tað krevur, at partarnir eru samdir um tað. Avtalan kann eisini vera, at bara partur av serstøku frívikuni verður flutt.
|
Gera skrivliga avtalu | Avtala at flyta frídagar at halda í seinri frítíðarári skal vera skrivlig.
Tá ið avtalan verður gjørd, skal eisini verða avtalað, nær dagarnir skulu verða hildnir.
Avtalan skal verða gjørd, áðrenn frítíðarárið er av, sum dagarnir skuldu verið hildnir í. Gott er tí at fáa greiði á um avtala skal verða gjørd, nakað áðrenn frítíðarárið er av. Verður avtala ikki gjørd, so er tíð at halda frídagarnar í frítíðarárinum.
Fyri innvinningarárið 2003/2004 skal avtalan tó verða gjørd í seinasta lagi 1. desember, sí 11. part um skiftisskipan.
Eru frídagarnir ikki hildnir, tá ið frítiðarárið er av, og er avtala ikki gjørd um at flyta teir, verða teir útgoldnir.
|
Skal bera til at siga avtaluna upp | Tá ið avtalan verður gjørd, skal støða eisini verða tikin til, um avtalan kann verða søgd upp. Kann hon verða søgd upp, skal tað verða ásett í avtaluni.
|
Lønin, tá ið flutta frítíðin verður hildin
| Tað kann meiri enn so bera á, at setanarbrotið, tá ið fluttu frídagarnir skulu verða hildnir, ikki er tað sama, sum tað var, tá ið teir vórðu innvunnir.
Er setanarbrotið broytt, verður lønin fyri fluttu dagarnar ásett eftir setanarbrotinum í innvinningarárinum beint frammanundan. Eru dagar t.d. fluttir frá innvinningarárinum 2004/2005, at verða hildnir í frítíðarárinum 2009/2010, er lønin fyri fluttu dagarnar ásett sum setanarbrotið í innvinningarárinum 2008/2009.
Tað sama er galdandi, verða fluttu dagarnir útgoldnir. So er tað inntøkan í innvinningarárinum beint frammanundan, sum verður brúkt sum útrokningargrundarlag.
Var setanarbrotið í innvinningarárinum 80% og er tað í frítíðarárinum broytt til 100%, kann í staðin verða avtalað, at starvsfólkið heldur frí í 4 dagar við fullari løn (80% av 5 døgum við fullari løn).
Var setanarbrotið í innvinningarárinum 100% og er broytt til 50% í frítíðarárinum, kann starvsfólkið tó ikki krevja at fáa frí í tvær vikur. Tað hevur ikki rætt til frí í meiri enn eina viku samanlagt, men við fullari løn.
|
Oyðublað
| Oyðublað er gjørt, sum brúkt kann verða sum fyrimynd at gera skrivliga avtalu um at flyta serstakar frídagar.
Tað er lagt við sum fylgiskjal 3.
|
9. Tá ið farið verður úr starvi
| |
| Fer starvsfólk úr starvi, verða ikki hildnir serstakir frídagar útgoldnir.
|
Starvsfólk sigur upp
| Er avtalað, nær serstøku frídagarnir skulu verða hildnir, og fellur tað í uppsagnartíðini, verða teir hildnir sum avtalað. Eru partarnir samdir um tað, kunnu teir tó í staðin verða útgoldnir, tá ið starvsfólkið fer úr starvi.
|
Starvsfólk verður sagt upp
| Er avtalað, nær serstøku frídagarnir skulu verða hildnir, og fellur tað í uppsagnartíðini, verða teir hildnir, sum avtalað.
Er starvsfólkið uppsagt, og er ikki avtalað, nær dagarnir skulu verða hildnir, kann leiðslan ikki áleggja starvsfólkinum at halda dagarnar í uppsagnartíðini. Eru partarnir samdir um tað, kunnu teir tó liggja í uppsagnartíðini.
Eru teir ikki hildnir, tá ið uppsagnartíðin er av, verða teir útgoldnir.
|
10. Arbeiða annað enn 5 daga viku
| |
| Tað er ymiskt, hvussu arbeiðstíðin er skipað á arbeiðsstøðunum.
Í avtaluni er ásett, at arbeiðir starvsfólk 5 dagar um vikuna, verða vunnir 0,42 serstakir frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi.
|
6 dagar um vikuna
| Starvsfólk, sum arbeiðir fast 6 dagar um vikuna, hevur eisini rætt til eina heila serstaka fríviku. Fyri hvønn mánað í starvi, vinnur starvsfólkið sær 0,5 serstakan frídag við løn. Samanlagt verður tað 6 dagar, tá ið arbeitt er eitt heilt innvinningarár.
|
Færri enn 5 dagar um vikuna | Starvsfólk, sum arbeiðir færri enn 5 dagar um vikuna, vinnur sum øll onnur 0,42 serstakar frídagar um mánaðin, t.e. 5 dagar um árið.
Frítíðin skal tó verða løgd á sama hátt, sum arbeiðstíðin er løgd.
Hevur starvsfólkið t.d. frí hvønn mikudag, skal ein av serstøku frídøgunum eisini vera mikudag.
|
Skiftandi arbeiðstíðir | Í frítíðini skal vera sama lutfallið millum arbeiðsdagar og arbeiðsfríar dagar, sum tá ið arbeitt verður. Sama lutfallið skal eisini vera millum stuttar og langar dagar, og millum dag-, kvøld- og náttarbeiði.
|
Gera upp í tímum | Til ber eisini at gera serstøku frívikuna upp í tímum.
Er miðal arbeiðsdagurin eftir sáttmálanum t.d. 8 tímar, verða innvunnir 8 x 0,42 tímar = 3,36 tímar um mánaðin.
Arbeiðir starvsfólk fult brot og hevur verið í starvi alt innvinningarárið, er serstaka frívikan so nógvir tímar, sum full vika er eftir sáttmálanum.
Er miðalarbeiðsvikan t.d. 40 tímar, verða innvunnir 40 tímar um árið til serstaka fríviku.
Arbeiðir starvsfólkið ikki fult brot, verða tímarnir lækkaðir samsvarandi. Teir verða roknaðir sum full vika eftir sáttmálanum faldað við setanarbrotinum hjá starvsfólkinum.
Dømi: Er full vika eftir sáttmálanum 40 tímar, og hevur starvsfólkið setanarbrotið 0,7, hevur tað rætt til frí í 28 tímar samanlagt. Tað er 40 tímar*0,7. Hvønn mánað verða vunnir 2,35 tímar. Tað er 8 tímar*0,7*0,42.
|
11. Skiftisskipan
| |
| Fyri innvinningarárið 2003/2004 og frítíðarárið 2004/2005 galda serligar reglur.
|
Innvinning
| Tey starvsfólk, sum hava verið í starvi alt innvinningarárið, t.e. frá 1. apríl í 2003 til 31. mars í 2004, hava rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai í 2004.
Hava tey verið í starvi styttri enn tað, verða teir 5 serstøku frídagarnir lækkaðir samsvarandi. Er starvsfólk t.d. komið í starv 1. august í 2003, hevur tað verið í starvi 8 av 12 mánaðum og hevur tí rætt til 2/3 av teimum 5 døgunum. Tað eru 3,33 dagar.
|
Farin úr starvi millum 1. apríl og 1. oktober í 2003
| Avtalan hevur gildi fyri tey starvsfólk, sum vóru í starvi 1. oktober í 2003 ella seinri. Starvsfólk, sum eru farin úr starvi fyri 1. oktober í 2003, hava tí ikki rætt at fáa nakað útgoldið fyri serstakar frídagar.
|
Farin úr starvi eftir 1. oktober í 2003
| Er starvsfólk farið úr starvi eftir 1. oktober í 2003, hevur tað rætt til serstakar frídagar, alt eftir hvussu leingi tað hevur verið í starvi í innvinningarárinum 2003/2004.
Dømi: Starvsfólkið var í starvi 1. apríl í 2003 og fór úr starvi 1. november í 2003.
Í innvinningarárinum 2003/2004 hevur starvsfólkið verið í starvi í 7 mánaðir og hevur vunnið sær rætt til 7/12 av 5 døgum, sum eru 2,92 dagar. Starvsfólkið er farið úr starvi, áðrenn dagarnir kunnu verða hildnir, og tí verða teir útgoldnir.
Útrokningargrundarlagið er 135.000 kr. (Tað er lønin fyri mánaðirnar apríl til oktober í 2003).
Útgjaldið verður 2,5% av 135.000 kr., sum er 3.375 kr.
|
Sáttmálafrídagar
| Summi starvsfólk hava sambært sáttmálanum havt rætt til sáttmálafrídagar. Sáttmálafrídagarnir fullu burtur 1. januar í 2004.
Við summi feløg er avtalan um serstaka fríviku ikki gjørd fyrr enn væl var farið av 2004. Hevur okkurt starvsfólk tí hildið sáttmálafrídagar í 2004, verða serstøku frídagarnir í frítíðarárinum 2004/2005 lækkaðir samsvarandi.
|
Avtala um at gjalda út
| Í avtaluni um serstaka fríviku er ásett, at avtala um at gjalda út dagarnar skal verða gjørd, áðrenn farið verður undir frítíðarárið. Fyri dagarnar, sum innvunnir eru í innvinningarárinum 2003/2004, skuldi avtalan tí verið gjørd fyri 2. mai í 2004. Við summi feløg er avtalan um serstaka fríviku ikki gjørd fyrr enn eftir 2. mai í 2004. Fyri frítíðarárið 2004/2005 er tí tann serregla galdandi, at avtalan um at gjalda út dagarnar frá innvinningarárinum 2003/2004 skal verða gjørd fyri 1. desember í 2004. |
|
|
|
|
Fylgiskjal 1: Avtala um serstaka fríviku
Øki
§ 1. Avtalan er galdandi fyri mánaðarlønt starvsfólk.
Stk. 2. Avtalan er eisini galdandi fyri tímalønt, sum eru í starvi í meiri enn 3 mánaðir.
Hvussu frívikan verður innvunnin og hildin
§ 2. Aftur at frítíðini eftir frítíðarlógini, vinnur starvsfólk eina sertaka fríviku um árið. Vunnir verða 0,42 serstakar frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Serstøku frídagarnar verða vunnir samsvarandi setanarbrøkinum.
Stk. 2. Serstaka frívikan verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.
§ 3. Setanarmyndugleikin og tann setti avtala, nær í frítíðarárinum serstaka frívikan verður hildin. Hon verður løgd í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Starvsfólkið skal boða frá so tíðliga sum til ber, nær ætlanin er at halda frívikuna.
Stk. 2 Frídagarnir kunnu verða hildnir hvør sær, eisini sum hálvir dagar.
§ 4. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu í staðin avtala, áðrenn frítíðarárið byrjar, at serstaka frívikan ella partur av henni verður ikki hildin, men útgoldin, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7. Er semja um tað, kann slík avtala eisini verða gjørd í frítíðarárinum.
§ 5. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu eisini avtala, at serstaka frívikan ella partur av henni, sum er ikki hildin, tá ið frítíðarárið er av, verður flutt at halda í seinri frítíðarári.
Stk. 2. Avtalan skal vera skrivlig og avtalað skal eisini verða, nær fluttu dagarnir skulu verða hildnir.
Stk. 3. Verður avtala ikki gjørd sambært stk. 1, verða serstøku frídagarnir útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7.
§ 6. Fer starvsfólk úr starvi, og hevur ikki hildið serligu frívikuna ella part av henni, verður hon útgoldin, jb. §7.
§ 7. Útgjaldið fyri serstakan frídag er ½% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.
Í útrokningini verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 8. Avtalan hevur gildi frá 1. oktober 2003.
§ 9. Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2003/2004, tvs. frá 1. apríl 2003 til 31. mars 2004, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2004. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi.
§ 10. Sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar 2004.
Fylgiskjal 2: Yvirlit yvir feløgini, sum hava avtalu um serstaka fríviku
Almanna- og heilsurøktarafelagið
Bioanalytikarafelagið
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Ergoterapeutfelagið
Farmakonomforeningen
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Pedagogfelag
Føroya Postfelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroyskir Fysioterapeutar
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag (Portørar)
Hjálparlæknaráð Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Magistarafelag Føroya
Maskinmeistarafelagið (í almennari tænastu á landi)
Starvsmannafelagið
Tænastumannafelag Landsins
Økonomafelag Føroya
Fylgiskjal 3: Avtala um at flyta serstakar frídagar