Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Leiðbeining
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 07-01-2009
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. januar 2009Nr. 8000

Vegleiðing til uppsetan av primosaldum í nýggju roknskaparskipanini

(Til allar Kommunur í Føroyum)

 

Ymsi viðurskifti, nú kommunurnar skulu taka inntøkur og útreiðslur við sambært nýggju roknskaparkunngerðini og nýggju kontuskipanini.

 

Alment eru meginreglurnar í kommunuroknskaparkunngerðini galdandi. Kommunurnar skulu nú allar tíðaravmarka útreiðslur og inntøkur á sama hátt. Í tí sambandi skal verða her verða greitt frá nøkrum viðurskiftum um hvussu primofíggjarstøðan skal verða uppsett.

 

1. bóking av primosaldum

Tá fíggjarstøðan skal flytast yvir at verða skrásett í skipanini við nýggja kontuskipanini og kontustronginum, verða allar einkultkontur í gomlu fíggjarstøðuni markaðar at hoyra til ávísa kontu undir høvuðsslag 0. Til dømis hoyra bankakontur undir [0426 Banka- og girokontur], og vanligir kreditorar undir [0819 Skuld, sum er greidd til útgjaldingar, ymsar skipanir].

 

Á útjavningarkontuni (tað sum vanliga verður fatað sum eginpeningur] verður síðani mótbókað á standardroknskaparkontu [0510 Salda primo] so at debet og kredit stemma.

 

Meginreglan kann verða lýst við einum heilt einfaldum dømi. Kommunan eigur eina mió. kr. á bók, skyldar kreditorum 0,5 mió. kr. og hevur langfreistað skuld á 2 mió. kr. Primofíggjarstøðan sær tá soleiðis út:

 

D: 0426 Banka og girokontur, 1 mió. kr.

K: 0819 Skuld, sum er greidd til útgjaldingar, ymsar skipanir, 0,5 mió. kr.

K: 0730 Innanlandsskuld, primo, 2 mió. kr.

D: 0510 Salda Primo, 1,5 mió. kr.

 

2. Periodiseringar

Tá ið kommunan innlesur roknskapin elektróniskt inn í skipanina hjá Fíggjarmálaráðnum, so verður kannað eftir um tað, sum kommunan skrásetur, eisini er í samsvari við skrásetingarnar sum landið hevur, t.d. í kommunuavrokningini. Er munur, so skal hetta verða rættað, fyri innlesing av dátunum. Tí er týdningarmikið at skráseta rætt. Serliga verða streymarnir millum land og kommunu, sum Kommunuavrokningarskipanin hjá gjaldstovuni stýrir, karmur um hesa uppgávu.

 

Niðanfyri verða nakrir postar nevndir.

 

Skattur: Fleiri kommunur taka í dag goldna skattin við sum inntøku. Hetta skal verða broytt til at verða álíknaði skatturin.

 

Bókað verður so:

 

Álíkning:

Kredit 6180 Fluttur skattur

Debet 0330 Persónsskattur

 

Skattaavrokning:

Kredit: 0330 Persónsskattur

Debet 036x Kommunuavrokning

 

Kommunur, sum í dag bert taka goldna skattin við sum inntøku, skulu á byrjunarfíggjarstøðuni fyri 2009. taka útistandandi skattadebitorar (álíkning minus goldið) við á primofíggjarstøðuna (sbrt. § 14 í roknskaparkunngerðini). Mótposturin til hesa javning er tá útjavningarkontan (0510 Salda primo).

 

MVG-endurrindan: Meginreglan er, at endurgjaldið, sum kommunan fær goldið í februar mánaði fyri seinasta ársfjórðing í árinum frammanundan, skal verða brúkt at javna inntøku frá gamla árinum. Kommunur, sum higartil hava bókað eftir kontantmeginregluni, t.v.s. at tær taka inntøkuna við í roknskapin, tá ið MVG-endurrindanin verður útgoldin, skulu rætta primofíggjarstøðuna á henda hátt:

 

Debet: 0364 MVG-afturbering frá landinum

Kredit: 0510 Salda primo

 

Kommunan skal so hvørt bókað verður taka við í raksturin ta MVG-endurrindan, sum kommunan roknar sær at skula hava til góðar. Møguligar rættingar sbrt. eftirlitum frá TAKS verða rættaðar í eftirfylgjandi mánaðaruppgerðum.

 

MVG fyri kommunalt virksemi verður bókað soleiðis:

 

MVG-endurrindan:

Kredit: 7598 Endurrindan av keyps-mvg kommunur

Debet: 0364 MVG-endurrindan frá landinum

 

Avrokning frá TAKS:

Kredit: 0364 MVG-endurrindan frá landinum

Debet: 0426 Banka- og girokontur

 

Annað: Hesi viðskifti (transaktiónir), sum verða millumroknað millum land og kommunur í eftirfylgjandi roknskaparári, skulu verða tikin við á gamalt ár. Fyri 2009 verður tað so millum annað:

 

 

Slag viðskifti

Vanliga avroknað

Bókast

Inntøkur

Skattaavrokning

Jan 2009

Des 2008

 

MVG-endurgjald

Febr 2009

Des 2008

 

Skattur kapitalpens.

Febr 2009

1. Ískoyti 2008

 

Skúlabarnaflutningur

Febr 2009

1. Ískoyti 2008

Útreiðslur

Hvíldarheimið Naina

Febr 2009

1. Ískoyti 2008

 

Fyribilshjálp vegna vantandi barnaansing (Forsorgarlógin §9, stk. 4)

Jan 2009

1. ískoyti 2008

 

Musikkskúlar

jan 2009

1. ískoyti 2008

 

Lærlingar/vinnuskúlar

jan/feb 2009

1. ískoyti 2008

 

Sjúkrakassaeftirstøður

jan/feb 2009

1. ískoyti 2008

 

Gjald fyri næm Sk á Trøðni

jan/feb 2009

des 2008/1. ískoyti 2008

 

Mótrokning fyri FAS

jan 2009

Des. 2008

 

 

Um kommunan higartil ikki hevur roknað tílik gjøld inn á gamla árið, skal hetta heldur verða javnað á kontu 036x fyri kommunuavrokning og javnað yvir primosalduna á kontu 0510.

 

3. Skráseting av materiellum ognum og skyldum

Allar kommunur, undantikið Tórshavnar kommuna, hava útreiðsluført/inntøkuført materiellar ognir, so hvørt tær verða keyptar/seldar. Útreiðslumeginreglan er framhaldandi galdandi. T.v.s. at ein útreiðsla skal verða tikin við í raksturin, tá ið hon er hildin. Sí § 13 1. stk. Materiellar ognir skulu sum nakað nýtt eisini verða skrásettar á fíggjarstøðuni. Hetta verður gjørt við at skráseta undir standardkontu [01 immateriellur og materiellur útbúnaður], og mótbóka undir [0532 Mótk. til immatr. og matr. útbúnað (Stk 01)]. Legg tó til merkis, at ognir til víðarisølu (hjá kommunum serliga grundstykkir) skulu verða tikin við undir [03 Goymslur og áogn] og mótbókað undir [0534 Mótk. til goymslur og áogn (Stk 03)].

Umframt ta vanligu bókingina á rakstrarroknskapinum, skal sostatt ein eykapostering (fýrakantaðbóking) gerast á fíggjarstøðuni fyri keyp og sølu av materiellum ognum.

 

Millum annað skulu hesar skrásetingar gerast:

         Grundstykkir skrásetast undir 0397 Byggibúning (mótbókast 0534)

         Jørð skrásetast undir 0121 Jørð (mótbókast 0532)

         Bilar skulu skrásetast undir 0141 Flutningsútbúnaður (mótbókast 0532)

         Maskinur annars skulu skrásetast undir 0142 Maskinur (mótbókast 0532)

         Bygningar skrásetast undir 0131 Bygningar (mótbókast undir 0532)

 

Allar tílíkar ognir skulu verða skrásettar, tá primosaldan er endalig (dead-line umleið 1. apríl

2009).

 

Talan kann tó vera um nógvar ognir, og tað kann tí í praksis vera talan um eina tilgongd, har byrjað verður upp á hesa uppgávu. Kommunan eigur tí í fyrsta lagi leggja dent á at skráseta ognirnar, sum hon ætlar at keypa/selja, herundir serliga grundstykkir.

 

4. Broyting av roknskaparaðalreglum annars

Nýggja roknskaparkunngerðin fer, umframt tað, sum nevnt er omanfyri, at føra broytingar við sær. Fyri at fáa ein rættan primoroknskap, so skulu flestu broytingarnar fara fram við at javna hetta yvir kontuna 0510 Salda primo.

 

Til dømis skal leasingskuld nú ásetast javnt við aðra skuld. Henda broytingin verður framd soleiðis:

 

Kredit: 0730 Innanlandaskuld, primo

Debet: 0510 Salda primo

 

Og so hvørt sum leasinggjald fellir til gjaldingar, verður roknaðarentan tikin við á standardkontu 57, og roknaða gjaldið verður tikið við sum rentu- og avdráttargjøld.

 

5. Grannskoðan av ultimo- og primosaldunum

Sum sæst omanfyri, fara fleiri broytingar fram á primosalduni. Tað verður tí eitt krav, at grannskoðarin í sambandi við ársroknskapinn 2008 skal fremja grannskoðan av yvirgongdini frá ultimosalduni 2008, sum verður gjørd eftir teimum galdandi meginreglunum hjá kommununi, til primosalduna 2009, sum skal verða sett upp eftir krøvunum í nýggju roknskaparkunngerðini.

Tað skal í grannskoðaraprotokollini verða greitt frá framdari grannskoðan og møguligar viðmerkingar í hesum sambandi.

 

Um tit ivast, hvussu farið verður fram, kunnu til ringja til Fíggjarmálaráðið ella Gjaldstovuna, og vit vegleiða fegin.

 

 

Vinarliga vegna Fíggjarmálaráðið

 

Terji Petersen,

fulltrúi