Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. januar 2023Nr. 8000
Leiðbeining um viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini
1. Alment
1.1. Henda leiðbeining greiðir nærri frá viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini og Javnstøðuskrivstovuni í kærumálum sambært løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn.
2. Heimildir hjá javnstøðunevndini
2.1. Javnstøðunevndin er, sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki, partur av almennu fyrisitingini, og er undirløgd øllum viðkomandi ásetingum í fyrisitingarrættinum, harundir løgtingslóg um fyristingarlóg og løtingslóg um innlit í fyristingina. Eisini eru nevndarlimirnir, í tann mun nevndin virkar sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki, fevndir av viðkomandi ásetingum í kapitli 16 í revsilógini um brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
2.2. Javnstøðunevndin hevur eftirlit við, at løgtingslóg um javnstøðu millum menn og kvinnur verður hildin, sbr. § 9, nr. 1 í løgtingslógini.
2.3. Javnstøðunevndin kann taka upp mál, tá klaga er komin til nevndina frá fólki, sum heldur seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn, sbr. § 11, stk. 1 í løgtingslógini.
2.4. Javnstøðunevndin kann eisini taka upp mál av egnum ávum, tá nevndin hevur orsøk til at halda, at mismunur verður gjørdur vegna kyn, sbr. § 11, stk. 2 í løgtingslógini.
2.5. Javnstøðunevndin er harumframt klagumyndugleiki, tá klagur verða viðgjørdar um brot á løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.
3. Skrivlig málsviðgerð av klagum
3.1. Øll málsviðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini er skrivlig. Krevur klagumál munnliga vitnisfrágreiðing, eigur javnstøðunevndin at vísa málið frá sær. Hetta er galdandi, hóast viðgerðin av klaguni er byrjað.
3.2. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann javnstøðunevndin víkja frá kravinum um skrivliga klagu. Eitt nú um ávís brek ávirka borgaran soleiðis, at tað er avbjóðandi at senda skrivliga klagu. Í slíkum førum hevur klagari rætt til tillagaðar mannagongdir.
4. Móttøka av klagu
4.1. Tá ið skrivstovan móttekur eina klagu, sendir hon klagara eina móttøkuváttan við telduposti ella brævi. Í váttanini verður journalnummar upplýst.
4.2. Skrivstovan kann eisini seta seg í samband við klagara, um klagan má nágreinast, ella um upplýsingar vanta.
5. Málsviðgerð av klagu
5.1. Tá ið mál er innkomið til javnstøðunevndina, skal Javnstøðuskrivstovan tryggja, at málið verður upplýst soleiðis, at tað er klárt hjá nevndini til støðutakan.
5.2. Klagan og viðfest skjøl verða í hesum sambandi send klagaða til ummælis. Klagari skal eisini hava møguleika at gera viðmerkingar til ummæli hjá klagaða.
5.3. Javnstøðunevndin kann áseta eina hóskandi tíðarfreist fyri, nær ummælið skal vera skrivstovuni í hendi. Freistin skal ongantíð vera styttri enn 2 vikur.
5.4. Vanliga er ein klaga til ummælis hjá pørtunum umleið tvær ferðir, ella til mett verður, at nøktandi upplýsingar eru til taks í málinum.
5.5. Tað er ikki møguligt hjá klagara at vera dulnevndur.
5.6. Nevndin kann, í teimum førum nevndin metir tað vera neyðugt, leita sær serkøna hjálp ella kalla serfrøðingar inn til fundar.
6. Niðurstøða verður gjørd
6.1. Tá Javnstøðuskrivstovan metir, at málið er nøktandi upplýst, ger skrivstovan málið klárt til støðutakan. Skrivstovan kann í hesum sambandi gera eitt tilmæli til niðurstøðu.
6.2. Niðurstøður hjá javnstøðunevndini verða gjørdar á fundi.
6.3. Fundirnir eru ikki almennir, og ljóðupptøka ella filmsupptøka av fundinum má heldur ikki gerast.
6.4. Niðurstøður til klagur hjá javnstøðunevndini verða, á sama hátt sum við øðrum málum hjá nevndini, gjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøðan hjá formanni ella forkvinnu avgerandi.
6.5. Ein minniluti kann krevja sína áskoðan tilskilaða í teimum tilmælum og útsøgnum, sum nevndin gevur.
6.6. Eisini kann verða gjørt av at útseta málið til nærri kanningar, um t.d. upplýsingar ella frágreiðingar, sum komu fram á fundinum, geva høvi til tess.
6.7. Í teimum førum tá javnstøðunevndin kemur til ta niðurstøðu, at grundarlag ikki er fyri at gera niðurstøðu í málinum, verður klagan avvíst.
6.8. Í teimum førum tá Javnstøðunevndin kemur til ta niðurstøðu, at klagari ikki fær viðhald, verður niðurstøðan send partunum. Síðani ger javnstøðunevndin ikki meira við málið.
6.9. Fær klagari viðhald, skal javnstøðunevndin senda skrivliga niðurstøðu og áheitan til klagaða um at fáa lógarbrotið rættað.
6.10. Avrit av niðurstøðuni í navnleysum líki verður kunngjørd í savni á heimasíðuni hjá javnstøðunevndini eftir at partarnir eru kunnaðir um niðurstøðuna.
6.11. Um klagaði ikki tekur niðurstøðuna hjá javnstøðunevndini til eftirtektar, kann javnstøðunevndin:
1) heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru,
2) mæla til, at klagari, sum hevur fingið viðhald, fær fría rættargongd til eitt rættarmál,
3) sjálv leggja málið fyri rættin, ella
4) í teimum førum, tá um talan er um almennan myndugleika ella stovn, heita á viðkomandi, sum hevur ábyrgdina av stovninum, um at áleggja stovninum at broyta avgerð ella framferðarhátt.
7. Avvístar klagur
7.1. Skrivstovan kann avvísa eina klagu, um:
1) klagan ikki er egnað til viðgerð í javnstøðunevndini,
2) tað er eyðsæð, at klagari ikki fer at fáa viðhald í klaguni,
3) klagað verður um umstøður, sum liggja uttanfyri lógarøkið hjá javnstøðunevndini at viðgera, ella
4) klagan krevur munnliga vitnisfrágreiðing og undantak ikki verður givið.
8. Málsviðgerartíð
8.1. Vanliga málsviðgerðartíðin er uml. tríggjar til tólv mánaðir. Viðgerðartíðin er ymisk í mun til, hvussu víðfevnd og torgreidd klagan er, umframt hvussu samstarvssinnaðir partarnir eru.
9. Klagan verður tikin aftur
9.1. Tann, sum hevur sent klagu til javnstøðunevndina, kann kalla klaguna aftur fram til, at nevndin er komin til eina niðurstøðu.
9.2. Klagan fellur burtur, um krøvini hjá klagara verða gingin á møti, meðan klagan verður viðgjørd.
9.3. Klagan fellur burtur, um partarnir innganga semju.
Almanna- og mentamálaráðið, 11. januar 2023
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen