Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 8000 14. mai 2008
Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið
Góður fjølmiðlasiður
Tað áliggur øllum, ið starvast í føroyska fjølmiðlaheiminum at vita, hvat er góður fjølmiðlasiður og at halda hendan sið. Fjølmiðlafólk eiga at leggja seg eftir at starva eftir fremsta yrkiskunnleika.
Hesin fjølmiðlasiður er støðið undir teimum fyrisettu málunum, sum eru bæði at verja rættin hjá einstaklinginum og rættin hjá fjøldini at verða kunnað. Hesin siður er hornasteinurin, sum fjølmiðlafólk binda seg til at virða.
Hesin siður eigur at verða virdur ikki einans sambært orðing síni, men í samljóði við endamál sítt. Hann eigur ikki at verða lagdur út ella tulkaður strangliga fyri at kunna seta til viks aðalmálið at verja einstaklingin, men tó heldur ikki so víðfevnt, at tað skerjir rættin hjá fjølmiðlum óneyðuga til talu-, skrivi- og kunningarfrælsi ella forðar kunning, sum hevur almennan áhuga.
1. Fjølmiðlarnir í samfelagnum
1.1 Talu-, skrivi- og kunningarfrælsi eru týdningarmiklir grundarsteinar í einum fólkaræði, og fyri at tryggja hetta frælsi krevst, at fjølmiðlar eru óheftir.
1.2 Fjølmiðlar eiga at bera tíðindi, upplýsa, kunna, íbirta orðaskifti og at viðgera samfelagslig mál kritiskt. Fjølmiðlar hava tí serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst.
1.3 Fjølmiðlar skulu verja talu-, skrivi- og kunningarfrælsið. Fjølmiðlar eiga tí ikki at lata óviðkomandi áhugamál forða frælsari kunning, frælsari atgongd at heimildum ella forða orðaskifti um samfelagslig mál ella viðurskifti.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella øðrum felagsskapum.
1.5 Fjølmiðlar hava rætt og skyldu at kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og at avdúka ivasom viðurskifti.
2. Integritetur og ábyrgd
2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið.
2.2 Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.
2.3 Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun.
2.4 Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan uppgávum, sum stríða ímóti teirra samvitsku ella sannføring, ella sum stríða ímóti góðum fjølmiðlasiði.
2.5 Greiður skilnaður eigur at vera millum lýsingartilfar og kunningartilfar annars.
2.6 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at geva umrøðu aftur fyri lýsingar. Tað, ið kunnað verður um, skal vera úrslit av eini meting av kunningarvirðinum. Tað eigur at verða gjørdur skilnaður millum tíðindi og handilsliga kunning, eisini tá ið tað snýr seg um leinki og aðrar tilvísingar.
2.7 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at lata stuðlar ávirka virksemið, innihaldið ella útsjóndina á einum fjølmiðli.
3. Atferð hjá fjølmiðlafólki og viðurskiftini millum miðlar og heimildir
3.1 Tað eigur at vera upplýst, hvør heimildin er, um ikki fyrilit fyri heimildini ella fyrilitið fyri triðjaparti krevur annað.
3.2 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður at stremba eftir fjølbroytni í valinum av heimildum. Heimildarvandnið herðist, um dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.
3.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at halda avráddar fortreytir fyri samrøðum og øðrum tíðindum.
3.4 Fjølmiðlarnir eiga at verja heimildirnar. Hetta er ein fyritreyt fyri, at fjølmiðlarnir kunnu inna teirra samfelagsábyrgd og tryggja atgongdina at týðandi upplýsingum.
3.5 Fjølmiðlafólk skulu ikki upplýsa navn á heimild, sum hevur latið upplýsingar í trúnaði, uttan so at greið avtala frammanundan er gjørd við viðkomandi frammanundan um hetta.
3.6 Tilfar, ið ikki er almannakunngjørt, eigur sum meginregla ikki at latast óviðkomandi.
3.7 Brot úr samrøðum eigur at endurspegla áskoðanina hjá viðkomandi í samrøðuni. Endurgeving eigur einans at verða broytt í tann mun, tað snýr seg um rætting av ítøkiligum skeivleikum. Bert tann sum hevur ábyrgd av ritstjórnini kann ávirka ritstjórn og framløgu av tilfari.
3.8 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera høviskur. Fjølmiðlafólk eiga at vera sera varin, um fólk ikki sjálvi eru før fyri at meta um fylgjurnar av tí, tey siga. Hugsast skal um, at fólk við skelki ella í sorg eru meira viðkvom enn onnur, og at kenslur, ókunnleiki ella vantandi metingarevni skulu ikki misnýtast.
3.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at nýta fjalt upptøkutól ella mikrofon, ósannan samleika o.tíl. uttan í heilt serligum førum, tá ið eingir aðrir møguleikar eru at avdúka viðurskifti, ið hava stóran samfelagsligan týdning.
4. Reglur fyri almannakunngerð
4.1 Tað er góður fjølmiðlasiður, at innihald og framløgu eru saklig og umhugsað.
4.2 Eingin ivi skal vera um, hvat eru ítøkiligar upplýsingar og hvat eru viðmerkingar.
4.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at sýna virðing fyri serkennum, samleika, privatlívi, uppruna, tjóðskapi og lívsáskoðan. Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram persónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru avgerandi neyðug fyri at lýsa málið.
4.4 Yvirskriftir og ávísingar skulu samsvara við innihaldið í tilfarinum. Tað er góður fjølmiðlasiður at vísa á heimildina, tá ið upplýsingar verða tiknar úr øðrum miðlum. 4.5 Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur. Leggið dent á, at skuldarspurningurin er ikki avgjørdur, fyrr enn endaligur dómur er sagdur. Tað er góður fjølmiðlasiður at upplýsa, at endaligur dómur er sagdur í málum, sum áður hava verið umtalað í fjølmiðlinum. Í rættarfrásagnum eiga fjølmiðlafólk at virða báðar partar. Nøvn skulu einans nevnast, um tey hava almennan áhuga. Um onkur av pørtunum áður er revsaður ella dømdur, eigur hetta ikki at verða tikið fram, uttan so at tað hevur týdning fyri ítøkiliga málið.
4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd. Deyð ella horvin fólk eiga ikki at verða nevnd við navni ella á annan hátt kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið varða av, frammanundan eru kunnað. Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.
4.7 Nøvn, myndir og onnur persónseyðkenni eiga at nýtast við varsemi í umrøðu av málum um ákæru- ella revsiverd viðurskifti. Serstakt varsemi eigur at sýnast í umrøðu av málum tíðliga í kanningargongdini, í málum við ungum lógbrótarum, og í málum, har eyðmerkjandi umrøða kann gerast órímiliga tyngjandi hjá triðjaparti. Bert átrokandi almennur tørvur á upplýsingum rættvísger eyðmerking í slíkum førum.
4.8 Verða børn umrødd, er tað góður fjølmiðlasiður at hava fyrilit fyri, hvørjar avleiðingar fjølmiðlaumrøðan kann fáa fyri barnið, sjálvt um foreldur ella verjar hjá barninum hava givið loyvi til umrøðu. Í familjumálum, barnaverndarmálum og rættarmálum er meginreglan, at samleikin hjá børnum ikki verður avdúkaður.
4.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at umrøða sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir.
4.10 Vísið varsemi, tá ið myndir verða nýttar í øðrum samanhangi, enn tær vóru ætlaðar til.
4.11 Myndir, ið verða nýttar sum skjalprógv, mugu ikki broytast soleiðis, at tær geva eina skeiva fatan. Tilgjørdar myndir kunnu bert góðtakast sum myndprýði, um tað er tilskilað, at myndirnar eru tilgjørdar.
4.12 Skeivar upplýsingar eiga at verða rættaðar skjótast gjørligt.
4.13 Persónar, ið verða ákærdir, eiga, um tað á nakran hátt ber til, at sleppa at svara aftur samstundis, tá ið tað snýr seg um ítøkiligar upplýsingar. Orðaskifti, atfinningar og tíðindaflutningur eiga ikki at verða forðað av, at partar ikki vilja bera fram hugsan sína ella luttaka í orðaskifti.
4.14 Tey, ið standa fyri skotum, eiga skjótast til ber at sleppa at svara, um ikki álop og atfinningar eru partur av einum framhaldandi orðaskifti. Svarið eigur at vera hóskandi í vavi, hava eitt sømiligt snið og snúgva seg um viðkomandi mál. Umbøn um at sleppa at svara aftur kann sýtast parti í máli, um hann upprunaliga uttan sakliga grund hevur borið seg undan at svara samstundis í sama máli.
4.15 Verið varin við at gera leinki frá talgildum útgávum til tilfar, ið ikki er í samsvari við góðan fjølmiðlasið. Leinki til aðrar miðlar ella útgávur eiga at hava týðiligt frámerki. Tað er góður fjølmiðlasiður at kunna brúkarar av samvirkandi tænastum um, hvussu tænastuveitarin skrásetur nýtsluna av tænastuni og sjálvur kann fáa gagn av hesi nýtslu.
4.17. Tá ið ein ritstjórn avger ikki at ritstjórna frammanundan í talgildum orðaskifti (t.d. á kjaksíðum á alnetinum), eigur hetta at vera týðiligt hjá øllum, ið hava atgongd at kjakstaðnum. Ritstjórnin skal skjótast til ber strika tilfar, ið ikki er í samsvari við góðan fjølmiðlasið.
Fjølmiðlanevndin, 14. mai 2008