Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 2026Nr. 8000
Leiðbeining um lummapening til børn, sum eru sett heiman
1. Alment
1.1. Henda leiðbeiningin greiðir nærri frá ásetingunum í kapitli 5 um samsýning um fosturforeldur í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), við serligum atliti at reglunum um lummapening til børn, sum eru sett heiman.
1.2. Leiðbeiningin er ætlað øllum kommunum og Almannaverkinum.
2. Heimild at rinda lummapening til børn
2.1. Samsýningar til fosturforeldur eru ásettar í §§ 29 til 29 j. í barnaverndarlógini. Hetta umfatar gjald fyri vistarhald, klæði og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum, harundir lummapening til børn og ung, sum eru sett heiman.
2.2. Í § 29 c í barnaverndarlógini er staðfest, at talan er um eitt fast gjald, sum børnini fáa í lummapeningi um vikuna alt eftir aldri.
2.3. Landið rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum, og kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman og búgva hjá fosturforeldrum.
2.4. Sambært § 29 j í barnaverndarlógini, verða upphæddir árliga javnaðar eftir løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar og verða kunngjørdar í seinasta lagi 1. november á hvørjum ári.
3. Endamálið við lummapeningi
3.1. Endamálið við at rinda lummapening til børn og ung er at læra tey at hava pening í hondum, soleiðis at tey á henda hátt kunnu búgva seg til, at tey einaferð skulu uppihalda sær sjálvum og sínum.
4. Hvat skal lummapeningurin nýtast til
4.1. Børnini hava rætt til lummapening, og tey avgera tí sjálvi, hvat lummapeningurin skal nýtast til.
4.2. Umframt samsýning fáa fosturforeldur eina upphædd til vistarhald og klæði til barnið. Henda upphædd er at rokna sum endurgjald fyri allar vanligar útreiðslur í sambandi við uppihaldið hjá barninum og fevnir um tær útreiðslur, foreldur annars hava av sínum børnum, so sum útreiðslur til leikur, persónligan tørv o.a.
4.3. Hesar útreiðslur skulu sostatt ikki rindast av lummapeninginum hjá barninum.
4.4. Upphæddirnar á lummapeninginum verður ásett alt eftir aldrinum á barninum.
5. Útgjald av lummapeningi
5.1. Lummapeningurin verður goldin kontant til børnini og tey ungu.
5.2. Lummapeningurin kann eisini verða settur inn á konto, um tey hava sína egnu konto í peningastovni. Hava tey ikki egnu konto í peningastovni, verður peningurin settur inn á konto hjá fosturforeldrunum, har p-talið hjá barninum er tilskilað.
5.3. Lummapeningurin verður fluttur sum vanlig A-inntøka men er undantikin skattaskyldu sambært skattalógini.
6. Lummapeningur og skyldur heima ella á stovninum
6.1. Lummapeningurin er ein rættur, sum børnini hava. Lummapeningurin eigur tí sum meginregla ikki at verða tongdur at ymiskum húsligum o. ø. skyldum, sum børnini røkja heima ella á stovninum, tey búgva á.
7. Lummapeningur og arbeiði
7.1. Hava tey ungu, sum eru 15 ár og eldri, arbeiði, ráða tey sjálvi yvir lønina, tey vinna sær fyri arbeiðið og fyri ymiskar uppgávur heima ella á stovninum. Víst verður í hesum sambandi til § 42 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
7.2. Endamálið við hesum er at javnseta børn og ung, sum eru sett heiman, við heimabúgvandi børn og ung at geva teimum eina fatan av, hvussu pengar skulu havast um hendi.
8. Henda leiðbeining kemur í staðin fyri
8.1. Henda leiðbeining kemur í staðin fyri leiðbeining nr. 8001 frá 19. oktober 2020 um lummapening til børn, sum eru sett heiman.
Mentamálaráðið, 14. september 2026
Bárður á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)