Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. januar 2025Nr. 8000
Leiðbeining um samsýning og endurgjald til advokat í sambandi við viðgerð av málum um samveru og um bústað
1. Alment
1.1. Hendan leiðbeining greiðir nærri frá ásetingunum í § 45 í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin).
1.2. Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og samveru, hava rætt til ókeypis umboðan av advokati, um tey lúka ávísar fíggjarligar treytir. Inntøkumarkið at fáa játtað ókeypis umboðan er tað sama sum í førum, har frí rættarførsla er játtað sambært kapittul 41 í rættargangslógini.
Fíggjarligu treytirnar eru ásettar í Bekendtgørelse for Færøerne om fri proces.
2. Heimild
2.1. Løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin).
§ 45. Foreldur, ið eru partar í málinum um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18 og um samveru sbrt. §§ 20 og 21, hava rætt til ókeypis umboðan í málum til viðgerðar í Familjufyrisitingini. Hava hesi foreldur ikki fingið umboðan, kann ein advokatur verða tilnevndur til at taka sær av málinum.
Stk. 2. Advokaturin skal beinanvegin kunnast um skjøl frá Familjufyrisitingini, og fáa eina freist fyri skrivligari framløgu, umframt framløgu av skjølum.
Stk. 3. Viðvíkjandi samsýning og endurgjaldi fyri útreiðslur til advokat, er sama markið í inntøku grundarlagnum galdandi sum í førum, har frí rættarførsla er játtað, sbr. kapittul 41 í retsplejelov for Færøerne. Útreiðslurnar sbrt. hesi grein verða hildnar av landskassanum.
2.2. Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne.
§ 353. Der kan efter ansøgning meddeles en person, som opfylder de økonomiske betingelser efter stk. 2-5, og som ikke har en retshjælpsforsikring eller anden forsikring, der dækker omkostninger ved sagen, fri proces efter reglerne i §§ 355 og 356.
Stk. 2. Personer, hvis indtægtsgrundlag ikke overstiger de i stk. 3-5 nævnte beløb, opfylder de økonomiske betingelser for at få fri proces, medmindre omkostningerne ved sagen må antages at blive uvæsentlige i forhold til ansøgerens indtægtsgrundlag. Justitsministeren fastsætter regler om opgørelse af indtægtsgrundlaget.
§ 361. For hver ret antager justitsministeren et passende antal advokater til at udføre sager for parter, der har fri proces, eller for hvem der i øvrigt beskikkes en advokat efter reglerne i denne lov. Der tilkommer ikke en advokat, der er antaget ved Retten på Færøerne, godtgørelse for rejseudgifter ved møde inden for retskredsen.
...
§ 362. ...
Stk. 2. Der tilkommer den beskikkede advokat et passende salær og godtgørelse for udlæg, herunder rejseudgifter, som advokaten med føje har haft i forbindelse med hvervet, jf. dog § 361, stk. 1, 2. pkt.
...
Stk. 4. Salær og godtgørelse fastsættes af den ret, der har foretaget beskikkelsen. Hvis der er fastsat takster efter stk. 7, fastsættes salæret på baggrund af disse. Fastsættelsen af salær og godtgørelse sker ved særskilt beslutning samtidig med sagens eller retshandlingens afslutning.
3. Samsýning og endurgjald
3.1. Samsýning
Grundupphæddin verður ásett 1. januar á hvørjum ári sambært bekendtgørelse om takster for vederlag til offentlige forsvarere, visse beskikkede advokater m.v.
3.1.1. Sambært bekendtgørelse om takster for vederlag til offentlige forsvarere, visse beskikkede advokater m.v. er samsýningin fyri 2025 ásett við støði í einari grundupphædd á 2.020 kr. fyri hvønn tíma. Hetta er somuleiðis ásett í vegleiðing hjá Eystara- og Vestara Landsrætti “Vejledende takster pr. 1. januar 2025 for salærer til forsvarere i straffesager, bistandsadvokater samt til beskikkede advokater i ægteskabs-, forældreansvars- og børnefjernelsessager” dagfest 18. desember 2024.
MVG verður lagt afturat øllum upphæddum.
|
Viðgerðarstig |
Tímar
|
|
Frá umsókn um ókeypis umboðan til eftir fyrsta fund í Familjufyrisitingini til m.a.: 1) møguliga útfyllan av umsókn um ókeypis umboðan, 2) møguliga útfyllan av umsókn, 3) viðmerkingar til umsókn, 4) fyrsta samveru- og/ella bústaðarfund, og 5) møguligar viðmerkingar til fundarfrágreiðing.
|
4 |
|
Um fundur verður hildin við foreldrunum hvør sær. |
1
|
|
Samtykki til at savna inn upplýsingar og gera viðmerkingar til innsavnaðar upplýsingar, óansæð tal av børnum og skjølum frá: 1) barnaverndartænastu, 2) privat praktiserandi sálarfrøðingi, og 3) psykiatriska deplinum.
|
1
|
|
Samtykki til at savna inn upplýsingar og gera viðmerkingar til innsavnaðar upplýsingar fyri hvørt barn, óansæð tal av skjølum, frá øðrum enn barnaverndartænastu, privat praktiserandi sálarfrøðingi og psykiatriska deplinum.
|
0,25 |
|
Uppfylgjandi samverufund við fyrireikan og møguligum viðmerkingum til fundarfrágreiðing.
|
2,5 |
|
Skrivligar og munnligar viðmerkingar til barnaserkøna kanning.
|
4 |
|
Viðmerkingar til foreldraførleikakanning.
|
3 |
|
Viðmerkingar til serkønt ummæli (sagkyndig erklæring) ella barnaserkønar metingar.
|
2 |
|
Samvera undir eftirlit, íroknað fyrireikandi arbeiði og gera viðmerkingar til møguliga frágreiðing.
|
1 |
|
Barnasamrøða, íroknað innkalling og viðmerkingar til frágreiðingina.
|
1 |
|
Krossandi hoyring/ar av viðmerkingum o.a.
|
1 |
|
Gjøgnumgongd av ætlanarskrivi og viðmerkingar.
|
1 |
|
Gjøgnumgongd av avgerð.
|
0,5 |
|
Kærumál við fundi í Kærustovninum.
|
5 |
|
Kærumál uttan fund í Kærustovninum.
|
3 |
3.2. Samsýning fyri at umboða útlendingar o.o.
Um ein advokatur umboðar útlendingar, sum ikki skilja føroyskt ella danskt, blind, deyv og/ella stumm fólk, fær advokaturin umframt samsýningina sambært nr. 3.1. 20% av samlaðu samsýningini fyri at samskifta á fremmandamálum, samskifti við tolkar o.a.
3.3. Endurgjald fyri útreiðslur
Endurgjald verður sum meginregla ikki veitt fyri ferðatíð og ferðaútreiðslur. Um advokaturin metir seg hava rætt til hetta, tí heilt serligar umstøður eru, skal advokaturin frammanundan og í góðari tíð venda sær til Familjufyrisitingina. Endurgjald verður einans veitt advokatinum, um Familjufyrisitingin frammanundan og eftir umbøn hevur játtað endurgjald.
4. Avrokning
4.1. Eftir at málið er endað hjá Familjufyrisitingini, og Familjufyrisitingin frammanundan hevur tikið avgerð um at játta ókeypis umboðan, sendir Familjufyrisitingin advokatinum ætlanarskriv viðvíkjandi væntaðari samsýning.
4.2. Familjufyrisitingin tekur, eftir at advokaturin hevur latið Familjfyrisitingini viðmerkingar, avgerð um samsýning.
4.3. Samsýning verður sum greið meginregla bara veitt samsvarandi omannevndu stigum í málsviðgerðini.
5. Hækka samsýning
5.1. Familjufyrisitingin kann, tó bara í heilt serligum førum, eftir umbøn frá advokatinum hækka samsýningina í mun til omanfyri nevndu upphæddir. Advokaturin skal, tá hann hevur fingið ætlanarskriv frá Familjufyrisitingini um væntaða samsýning senda eina grundgeving fyri, hví samsýningin eigur at verða hækkað og eina nágreining yvir, hvat tíðin hevur verið nýtt til. Familjufyrisitingin tekur síðani avgerð um samsýning.
6. Hendan leiðbeining kemur í staðin fyri
6.1. Henda leiðbeining kemur í staðin fyri leiðbeining nr. 8001 frá 4. apríl 2023 um samsýning og endurgjald til advokat í sambandi við viðgerð av málum um samveru og um bústað.
6.2. Er eitt mál byrjað og umsókn um ókeypis umbøn játtað, áðrenn henda leiðbeining kemur í gildi, verður málið viðgjørt sambært higartil galdandi leiðreglum.
Løgmálaráðið, 17. januar 2025
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)