Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mars 2022Nr. 8000
Leiðbeining um treytir fyri at kunna keypa fastogn í Føroyum
1. Alment
1.1. Henda leiðbeining greiðir nærri frá ásetingum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 um at keypa fastogn í Føroyum.
1.2. Leiðbeiningin er ætlað sum vegleiðing til persónar, feløg og onnur sløg av fyritøkum, almennar myndugleikar, herímillum kommunalar myndugleikar, í sambandi við keyp og sølu av fastogn í Føroyum.
1.3. Leiðbeiningin er harafturat ætlað sum vegleiðing til húsameklarar, advokatar og peningastovnar, sum veita ráðgeving, tænastur og fígging í sambandi við keyp og sølu av fastogn í Føroyum.
2. Persónar
2.1. Persónur, sum hevur fastan bústað í Føroyum, ella sum áður hevur búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, kann keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, sbr. § 1, stk. 1, 1. pkt. í løgtingslógini. Tað sama er galdandi fyri danskan ríkisborgara, sum hevur búð í ríkinum í samanlagt 5 ár, sbr. § 1, stk. 1, 2. pkt.
2.1.1. At bústaðurin er fastur merkir í føroyskum høpi, at persónurin er skrásettur í Landsfólkayvirlitinum. Persónur, sum flytur higar úr Norðurlondum, kann flyta til Føroyar og verða skrásettur í Landsfólkayvirlitinum uttan nakað uppihaldsloyvi. Fyri persón, sum flytur higar úr øðrum londum enn Norðurlondum, er tað ein fyritreyt fyri skráseting í Landsfólkayvirlitinum, at persónurin hevur fingið uppihaldsloyvi sambært Anordning nr. 182 af 22. marts 2001 for ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven. Fyri allar persónar er galdandi, at persónurin, tá viðkomandi váttar at lúka treytirnar, skal ætla at hava varandi bústað í Føroyum.
2.1.2. At persónurin skal hava búð í Føroyum ella øðrum parti av ríkinum í samanlagt 5 ár merkir, at talan ikki noyðist at vera um eitt samanhangandi tíðarskeið upp á 5 ár. Bústaðurin skal tó hava verið fastur øll tíðarskeiðini, og tí kunnu feriur til Føroyar ikki roknast við.
2.1.3. Persónur, sum metir seg lúka treytirnar fyri at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, skal vátta hetta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, tá ognarskiftið verður fráboðað til tinglýsingar.
2.1.3.1. Sambært § 161 í revsilógini verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum gevur almennum myndugleika falska váttan við trú og heiður.
2.2. Persónur, sum ikki lýkur treytirnar fyri at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, má sambært § 2, stk. 1 í løgtingslógini søkja landsstýrið um loyvi í seinasta lagið 6 mánaðir eftir, at endalig keypsavtala er gjørd. Umsóknin skal latast Løgmansskrivstovuni á umsóknarblaðið, ið er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
2.2.1. Í sambandi við umsóknina verður hugt eftir, hvat endamálið við keypinum er. Er fastognin ætlað sum fastur bústaður í Føroyum, kann roknast við, at loyvi verður givið. Fyri umsøkjarar uttanfyri Norðurlond er tað í hesum sambandi ein treyt, at umsøkjarin hevur fingið uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini. Er fastognin ætlað sum summarhús, talar hetta ímóti, at loyvi verður givið, uttan so at viðkomandi kann greiða frá og skjalprógva serligt tilknýti til Føroya. Hevur persónurin áður búð í Føroyum í t.d. 4 ár, talar hetta fyri, at persónurin hevur serligt tilknýti til Føroyar. Hevur persónurin familjubond til Føroya, kann hetta somuleiðis tala fyri serligum tilknýti. Kunnleiki til føroysk viðurskifti, áhugi fyri føroyskari mentan o.l. talar hinvegin ikki í sær sjálvum fyri, at ein persónur kann sigast at hava serligt tilknýti til Føroyar. Omannevndu viðurskifti skal umsøkjari lýsa, og um neyðugt skjalprógva, í umsóknini.
2.3. Verður fastognin keypt av fleiri persónum í felag, skal hvør einstakur persónur vátta ella leggja við loyvi fyri seg.
2.4. Er talan um hjúnafelagar, sum keypa fastogn í felag, og tann eini hjúnafelagin lýkur treytirnar fyri at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum, má hin hjúnafelagin søkja um loyvi.
3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar
3.1. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur, sum hevur høvuðssæti í Føroyum, kann sambært § 1, stk. 2 í løgtingslógini keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Føroyskar kommunur og landsmyndugleikar eru at meta sum løgfrøðiligir persónar og eru tískil fevnd av løgtingslógini.
3.1.1. Um felag, ella annar løgfrøðiligur persónur, verður stýrt gjøgnum nevndina, skal nevndin ella nevndarformaðurin hava sæti ella bústað í Føroyum, fyri at felagið skal kunna keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Verður felag stýrt av einum stjóra, skal stjórin hava bústað í Føroyum. Avgerandi er, at felagið verður stýrt úr Føroyum.
3.1.2. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur, sum metir seg lúka treytirnar fyri at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, skal vátta hetta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, tá ognarskiftið verður fráboðað til tinglýsingar.
3.1.2.1. Sambært § 161 í revsilógini verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum gevur almennum myndugleika falska váttan við trú og heiður. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
3.2. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur, sum ikki lýkur treytirnar fyri at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, má sambært § 2, stk. 2 í løgtingslógini søkja landsstýrið um loyvi í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at endalig keypsavtala er gjørd. Umsóknin skal latast Løgmansskrivstovuni á umsóknarblaðið, ið er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
3.2.1. Hjá feløgum og øðrum løgfrøðiligum persónum verður í sambandi við umsóknina hugt eftir, um felagið hevur vinnuligt virksemi í Føroyum, ella um felagið ætlar at útinna vinnuligt virksemi í Føroyum, og um fastognin, sum handil, virki, skrivstova, goymsla ella líknandi, er ein fyritreyt fyri vinnuliga virkseminum í Føroyum. Harafturat verður hugt eftir, um virksemið í Føroyum hevur natúrligt samband við virksemið í heimlandinum og øðrum londum. Endamálið er at tryggja, at útlendskar fyritøkur, sum eiga fastogn í Føroyum, útinna veruligt vinnuligt virksemi í Føroyum.
4. Útlendskir myndugleikar
4.1. Útlendskir myndugleikar kunnu sambært § 2, stk. 3 í løgtingslógini bara keypa fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrinum.
5. Burturvísing av skjali
5.1. Verður ognarskifti fráboðað til tinglýsingar uttan váttan við trú og heiður ella loyvi frá landsstýrinum, verður ognarheimildarskjalið burturvíst av Tinglýsingini, uttan so at felagið váttar við trú og heiður, at umsókn er latin landsstýrinum. Er umsókn latin landsstýrinum, ásetur Tinglýsingin, sambært løgtingslóg um tinglýsing, freist at leggja fram loyvi. Skjalið verður tá fyribils innført í tingbókina við tilskilan av orðinum fyribils. Um loyvið ikki er Tinglýsingini í hendi, tá freistin er farin, verður fyribils innførda skjalið strikað úr tingbókini. Ognarskiftið má tá fráboðast til tinglýsingar av nýggjum.
6. Boð um at selja
6.1. Verður loyvi noktað, ella verður umsókn ikki latin inn innan 6 mánaðir eftir, at endalig keypsavtala er gjørd, gevur landsstýrið, sambært § 9, stk. 1 í løgtingslógini, keyparanum boð um at selja fastognina innan eina nærri ásetta freist, sum er í minsta lagi 6 mánaðir og í mesta lagi 1 ár. Tað sama er galdandi, um loyvi fellur burtur sambært § 6.
6.2. Hevur keypari givið landsstýrinum skeivar upplýsingar ella hildið upplýsingum aftur, og hetta hevur havt týdning fyri avgerðina um at geva loyvi, kann landsstýrið á sama hátt, sambært § 10, stk. 2 í løgtingslógini, geva keypara boð um at selja ognina innan eina nærri ásetta freist, sum er í minsta lagi 6 mánaðir og í mesta lagi 1 ár.
7. Revsing og tvingsilssektir
7.1. Persónur, sum ikki innan ásettu freistina søkir um loyvi at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum ella til yvirtøku sum nýtsluveð, verður revsaður við sekt, sbr. § 12, stk. 1 í løgtingslógini.
7.2. Brot á boð, givin sambært § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslógini, um at selja ognina innan eina nærri ásetta freist, verða somuleiðis revsað við sekt, sbr. § 12, stk. 2, 1. pkt.
7.3. Um boð, givin sambært § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslógini, ikki verða fylgd, kann rætturin áleggja vikuligar tvingsilssektir, til boðini eru fylgd, sbr. § 12, stk. 2, 2. og 3. pkt.
7.4. Løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini, sbr. § 12, stk. 3 í løgtingslógini.
Løgmansskrivstovan, 24. mars 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)