Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. apríl 2023Nr. 8001
Leiðbeining um samsýning og endurgjald til advokat í sambandi við viðgerð av málum um samveru og um bústað
1. Alment
1.1. Hendan leiðbeining greiðir nærri frá ásetingunum í § 45 í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru (foreldramyndugleikalógin).
1.2. Leiðbeiningin er ætlað sum vegleiðing til Familjufyrisitingina í sambandi við at partar verða umboðaðir av advokati í viðgerðini av málum um bústaðin hjá barninum og um samveru.
2. Heimild
2.1. Løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (foreldramyndugleikalógin).
§ 45. Foreldur, ið eru partar í málinum um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18 og um samveru sbrt. §§ 20 og 21, hava rætt til ókeypis umboðan í málum til viðgerðar í Familjufyrisitingini. Hava hesi foreldur ikki fingið umboðan, kann ein advokatur verða tilnevndur til at taka sær av málinum.
Stk. 2. Advokaturin skal beinanvegin kunnast um skjøl frá Familjufyrisitingini, og fáa eina freist fyri skrivligari framløgu, umframt framløgu av skjølum.
Stk. 3. Viðvíkjandi samsýning og endurgjaldi fyri útreiðslur til advokat, er sama markið í inntøku grundarlagnum galdandi sum í førum, har frí rættarførsla er játtað, sbr. kapittul 41 í retsplejelov for Færøerne. Útreiðslurnar sbrt. hesi grein verða hildnar av landskassanum.
2.2. Lov om Retsplejelov for Færøerne
§ 353. Der kan efter ansøgning meddeles en person, som opfylder de økonomiske betingelser efter stk. 2-5, og som ikke har en retshjælpsforsikring eller anden forsikring, der dækker omkostninger ved sagen, fri proces efter reglerne i §§ 355 og 356.
Stk. 2. Personer, hvis indtægtsgrundlag ikke overstiger de i stk. 3-5 nævnte beløb, opfylder de økonomiske betingelser for at få fri proces, medmindre omkostningerne ved sagen må antages at blive uvæsentlige i forhold til ansøgerens indtægtsgrundlag. Justitsministeren fastsætter regler om opgørelse af indtægtsgrundlaget.
§ 362.
Stk. 2. Der tilkommer den beskikkede advokat et passende salær og godtgørelse for udlæg, herunder rejseudgifter, som advokaten med føje har haft i forbindelse med hvervet, jf. dog § 361, stk. 1, 2. pkt.
Stk. 3.
Stk. 4. Salær og godtgørelse fastsættes af den ret, der har foretaget beskikkelsen. Hvis der er fastsat takster efter stk. 7, fastsættes salæret på baggrund af disse. Fastsættelsen af salær og godtgørelse sker ved særskilt beslutning samtidig med sagens eller retshandlingens afslutning.
3. Málsgongd og tíðarnýtsla
Í flestu førum avtala foreldur sjálvi, hvussu samvera skal skipast, men hava foreldur trupult við at verða samd, kann Familjufyrisitingin hjálpa teimum at semjast.
Málsgongdin í samverumálum er nærri lýst niðanfyri. Mett verður, at mál um bústaðin hjá barninum verða viðgjørt nærum á sama hátt.
3.1. Innleiðandi
Samrøða millum advokat og umsøkjara og skriva umsókn umframt innleiðandi fundur hjá Familjufyrisitingini
ella
Samrøða millum advokat og mótpart og gera viðmerkingar til umsókn umframt
innleiðandi fundur hjá Familjufyrisitingini 3 tímar.
3.2. Uppfylgjandi fundur
Er talan um samverumál, kunnu avtalur verða gjørdar á innleiðandi fundinum um m.a. eygleidda samveru, at samveruforeldrið í eina tíð letur seg kanna fyri rúsdrekka/rúsevni, ella at ein samveruskipan verður avtalað sum ein royndartíð á t.d. 2-3 mánaðir, og at partarnir so aftur møta á uppfylgjandi fundi í Familjufyrisitingini 2 tímar.
3.3. Víðari viðgerðin
Um foreldur á innleiðandi fundinum ikki verða samd ella eingin avtala verður gjørd um royndarskipan í mun til samveru, verður avgjørt, hvat Familjufyrisitingin skal taka avgerð um, og hvørjar upplýsingar Familjufyrisitingin skal umbiðja og frá hvørjum myndugleika. Eisini verður avgjørt, um barnasamrøða ella barnaserkøn kanning skal gerast.
Familjufyrisitingin savnar hesar upplýsingar, ið verða sendir til hoyringar hjá pørtunum. Er neyðugt at ganga ígjøgnum barnasamrøðuna saman við foreldrunum, verða partarnir aftur kallaðir á fund, áðrenn Familjufyrisitingin tekur avgerð í málinum.
Hoyringarsvar 4 tímar.
Uppfylgjandi fundur í sambandi við barnasamrøðu 2 tímar.
3.4. Kæra til Føroya Kærustovn
Verður málið kært til Kærustovnin, verður kæruskriv og møguligar viðmerkingar til hoyringarsvar í sambandi við kæruna gjørt. Eisini fáa partarnir møguleika at møta á fundi á Kærustovninum.
Kæruskriv
Ella
Viðmerkingar hjá mótparti til kæru 3 tímar.
Fundur á Kærustovninum 2 tímar.
3.5. Mett tímanýtsla sett upp í talvu
Viðgerðarstig |
Tímar |
Innleiðandi og fundur hjá Familjfyrisitingini |
3 |
Uppfylgjandi fundur |
2 |
Víðari viðgerð við ella uttan uppfylgjandi fundi |
4-6 |
Kæra/Viðmerkingar til kæru |
3 |
Fundur á Kærustovninum |
2 |
4. Samsýning og endurgjald
Sambært bekendtgørelse nr. 1486 af 30. november 2022 om takster for vederlag til offentlige forsvarere, visse beskikkede advokater m.v. er samsýningin ásett við støði í einari grundupphædd á 1.880 kr. fyri hvønn tíma (frá 1. januar 2023). Hetta er somuleiðis ásett í vegleiðing hjá Eystara- og Vestara Landsrætti “Vejledende takster pr. 1. januar 2023 for salærer i straffesager, bistandsadvokater samt til beskikkede advokater i ægteskabs-, forældreansvars- og børnefjernelsessager” dagfest 20. desember 2022.
4.1. Hækkan/lækkan av samsýning
Nøkur mál eru munandi meira tíðarkrevjandi enn vanlig mál. Hetta kann t.d. verða orsakað av málsligum avbjóðingum, ella tí at málið er serliga torgreitt í sær sjálvum.
Samsýningin kann tí hækka, um málið er serliga tíðarkrevjandi.
Metir advokaturin, at málið kemur at vera meira tíðarkrevjandi enn vanlig mál, skal advokaturin frammanundan og í góðari tíð venda sær til Familjufyrisitingina fyri at staðfesta, um hetta kann hava við sær hækkaða samsýning.
Á sama hátt kunnu nøkur mál vera munandi minni tíðarkrevjandi, og í nøkrum málum eru ikki øll nevndu málsviðgerðarstigini neyðug.
Samsýningin kann tí somuleiðis lækka, um málið er serliga lítið tíðarkrevjandi.
4.2. Endurgjald fyri útreiðslur
Endurgjald verður sum meginregla ikki veitt fyri ferðatíð og ferðaútreiðslur. Um advokaturin metir seg hava rætt til hetta, tí heilt serligar umstøður eru, skal advokaturin frammanundan og í góðari tíð venda sær til Familjufyrisitingina. Endurgjald verður einans veitt advokatinum, um Familjufyrisitingin frammanundan og eftir umbøn hevur játtað endurgjald.
5. Avrokning
Eftir at málið er endað hjá Familjufyrisitingini, og Familjufyrisitingin frammanundan hevur tikið avgerð um at játta ókeypis umboðan, sendir advokaturin Familjufyrisitingini eina rokning við tilvísing til málsnummar saman við yvirliti yvir tíðarnýtslu.
Familjufyrisitingin tekur avgerð um samsýning, undir hesum avgerð um hækkan ella lækkan av samsýning, og samsýning verður veitt samsvarandi omannevndu stigum í málsviðgerðini.
Um advokaturin metir seg hava rætt til samsýning útyvir omannevnda, skal advokaturin saman við rokningini senda eina grundgeving fyri hesum og eina nágreining yvir, hvat tíðin hevur verið nýtt til.
Um Familjufyrisitingin metir, at samsýningin eigur at verða hækkað í mun til omannevnda, kann Familjufyrisitingin biðja um viðmerkingar frá advokatinum, møguliga við ætlanarskrivi um samsýning, áðrenn Familjufyrisitingin tekur avgerð um samsýningina.
Løgmálaráðið, 4. apríl 2023
Bjarni Kárason Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein