Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 2020Nr. 8001
Leiðbeining um lummapening til børn, sum eru sett heiman
1. Alment
Hendan leiðbeiningin greiðir nærri frá ásetingunum í § 1, stk. 3 í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum snýr seg um lummapening til børn, sum eru sett heiman.
Leiðbeiningin er ætlað øllum kommunum og Almannaverkinum.
2. Heimild at rinda lummapening til børn
Sambært § 29, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, áliggur tað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um samsýning til fosturforeldur, gjald fyri uppihald og aðrar útreiðslur viðvíkjandi barninum, harundir lummapening til børn og ung, sum eru sett heiman.
Við kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, eru hesi viðurskifti nærri ásett.
Í § 1, stk. 3 um samsýning til fosturforeldur er ásett, at talan er um eitt fast gjald, sum børnini fáa í lummapeningi um vikuna alt eftir aldri.
Landið rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum, og kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman og búgva hjá fosturforeldrum.
Upphæddir verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar og verða kunngjørdar í rundskrivi í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári.
3. Endamálið við lummapeningi
Endamálið við at rinda lummapeningi til børn og ung er at læra tey at hava pening í hondum, soleiðis at tey á hendan hátt kunnu búgva seg til, at tey einaferð skulu uppihalda sær sjálvum og sínum.
4. Hvat skal lummapeningurin nýtast til
Børnini hava rætt til lummapening, og tey avgera tí sjálvi, hvat lummapeningurin skal nýtast til.
Umframt samsýning fáa fosturforeldur eina upphædd til vistarhald og klæði til barnið. Henda upphædd er at rokna sum endurgjald fyri allar vanligar útreiðslur í sambandi við uppihaldið hjá barninum og fevnir um tær útreiðslur, foreldur annars hava av sínum børnum, so sum útreiðslur til leikur, persónligan tørv o.a.
Býr barnið á einum stovni, er tað Almannaverkið, sum heldur allar útreiðslur til barnið í sambandi við uppihaldið á stovninum.
Hesar útreiðslur skulu sostatt ikki rindast av lummapeninginum hjá barninum.
Upphæddirnar á lummapeninginum verður ásett alt eftir aldrinum á barninum.
5. Útgjald av lummapeningi
Lummapeningurin verður goldin kontant til børnini og tey ungu. Lummapeningurin kann eisini verða settur inn á konto, um tey hava sína egnu konto í peningastovni. Hava tey ikki egnu konto í peningastovni, verður peningurin settur inn á konto hjá fosturforeldrunum, har p-talið hjá barninum er tilskilað. Lummapeningurin verður fluttur sum vanlig A-inntøka men er undantikin skattskyldu sambært skattalógini.
6. Lummapeningur og skyldur heima ella á stovninum
Lummapeningur er ein rættur, sum børnini hava. Lummapeningurin eigur tí sum meginregla ikki at verða tengdur at ymiskum húsligu o.ø. skyldum, sum børnini røkja heima ella á stovninum, tey búgva á.
7. Lummapeningur og arbeiði
Hava tey ungu, sum eru 15 ár og eldri, arbeiði, ráða tey sjálvi yvir lønina, tey vinna sær fyri arbeiðið og fyri ymiskar uppgávu heima ella á stovninum. Víst verður í hesum sambandi til § 42 í anordning nr. 397 af 20. april 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven. Endamálið við hesum er at javnseta børn og ung, sum eru sett heiman, við heimabúgvandi børn og ung og at geva teimum eina fatan av, hvussu pengar skulu havast um hendi.
Almannamálaráðið 19. oktober 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)