Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. november 2004Nr. 8002
Leiðbeining um Dagpeningalógina § 3, stk. 3 og 4, um álvarsliga sjúk børn og hjúnafelaga
(Til allar læknar í Føroyum)
§ 3, stk. 3: Dagpeningur kann somuleiðis veitast persónum, sum eru fevndir av stk. 1 ella 2, og hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett alneyðugt, at persónurin er um tann sjúka.
Stk. 4: Sum álvarslig sjúka eftir stk. 3 er at meta sjúka, har álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum.
Dagpeningalógin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul í sambandi við mista inntøku. Høvuðsreglan í Dagpeningalógini er, at dagpeningur einans kann veitast í sambandi við egna sjúku. Smb. § 3, stk. 3 hevur ein persónur, sum er burtur frá arbeiði, tí læknin metir tað vera alneyðugt, at hann er um álvarsliga sjúkt barn ella álvarsliga sjúkan hjúnafelaga, eisini rætt til dagpening eftir vanligu reglunum.
Í stk. 4 er sett ein greining av hugtakinum ”álvarslig sjúka” í stk. 3. Við støði í hesari greining verður tað ein læknalig meting, hvørt tað er alneyðugt, at nakar er um tann sjúka. Tað er greitt, soleiðis sum lógin er orðað, at talan skal vera um rættiliga álvarsliga sjúku, áðrenn rætturin til at fáa dagpening verður givin, orsakað av fráveru í hesum sambandi.
Endamálið við grein 3, stk. 3 og 4 er ikki at hava eina generella skipan, har játtast kann dagpeningur fyri at vera heima hjá sjúkum barni ella hjúnafelaga. Treytin er, at álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá tí sjúka, og at læknin metir tað vera av alstórum týdningi, at persónurin er burtur frá arbeiði fyri at vera um tann sjúka. Er talan um minni álvarsliga sjúku, er tað sostatt upp til tann einstaka at gera av, hvørt hann ynskir at vera burtur frá arbeiði og harvið verða fyri inntøkumissi.
Alneyðugt
Tað skal vera ”alneyðugt”, at persónur, ið søkir um dagpening, skal vera um tann sjúka. Ikki er nóg mikið, at umsøkjarin er heima og ansar eftir børnum og stendur fyri húsarhaldinum, av tí at hjúnafelagin ikki megnar hettar vegna sjúku sína. Eitt dømi er um mann, ið ikki hevði rætt til dagpening, tá hann kom heim av skipi, fyri at halda hús og ansa eftir børnunum, tí konan hevði fingið eina skurðviðgerð og tískil ikki kundi halda hús. Tað avgerandi er, at tann sjúki er álvarsliga sjúkur og tí hevur tørv á, at hjúnafelagin er um hann. Tað er ikki nóg mikið, at tann sjúki ikki kann taka sær av húsarhaldinum.
At tað er ”alneyðugt”, at umsøkjarin er um tann sjúka, merkir, at umsøkjarin skal taka lut í røktini hjá tí sjúka, ikki neyðturviliga sum sjúkrarøktarfrøðingur, men í førum har tann sjúki er so mikið ósjálvbjargin og seingjarliggjandi, at tann sjúki ikki megnar at hava vanliga umsorgan fyri sær sjálvum, t.d. við mati.
Álvarsligur vandi fyri lívinum ella heilsustøðuni
Sambært lógarásetingini og viðmerkingunum til hesa, er talan um rættiliga strong krøv til, nær sjúka hjá barni gevur foreldrum rætt til dagpening, og nær sjúka hjá hjúnafelaga gevur hjúnafelaganum rætt til dagpening. Í lógartekstinum stendur, at álvarslig sjúka er, tá álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum. Sum dømi kann nevnast, at Kærunevndin í Almannamálum ikki metir, at álvarsligur vandi er fyri heilsustøðuni hjá persóni við vanligum beinbroti. Sambært avgerð hjá Kærunevndini í Almannamálum, er talan heldur ikki um vanda fyri heilsustøðuni, tá persónurin hevur brotið bæði beinini, um so er, at persónurin ikki er dementur, ella um barnið ikki er so lítið, at hetta á ongan hátt kann vera einsamalt heima. Tí sjáldan er beinbrot so álvarsligt, at vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum.
Trupult er at koma við ávísum sjúkum, ið hugsast kunnu at vera fevndar av lógini, men um nakrar sjúkur skulu nevnast, kann talan vera um meningitis, blóðtøpp og skurðviðgerðir av heilanum. Talan kann møguliga eisini vera um álvarsligar ferðsluvanlukkur, brunaskaðar og aðrar álvarsligar vanlukkur.
Um eitt barn ella hjúnafelagi liggur at doyggja, ella álvarsligur vandi er fyri, at viðkomandi doyr, er hettar ein umstøða, ið avgjørt er fevnd av Dagpeningalógini. Tá ein persónur liggur at doyggja, er tað sannlíkt, at læknin metir tað vera ”alneyðugt”, at foreldur ella hjúnafelagi eru um tann sjúka.
Aldursmarkið á børnum
Kærunevndin í Almannamálum hevur tikið avgerð um, at børn í hesum sambandi eru at skilja sum børn undir 18 ár. Um eitt foreldur t.d. skal vera fylgjari hjá 20 ára gomlum barni, hevur viðkomandi ikki rætt til dagpening smb. § 3, stk. 3.
Børn hjá álvarsliga sjúkum foreldrum
Dømi eru um, at børn hjá álvarsliga sjúkum foreldrum hava søkt um dagpening eftir § 3, stk. 3. Sum greinin er orðað, kann hon ikki víðkast til eisini at fevna um børn, ið hava álvarsliga sjúk foreldur. Um barnið í sjúkrahúshøpi verður mett sum ein neyðugur fylgjari, hjá einum av foreldrunum, ið skulu uttanlands í viðgerð, hevur barnið møguliga rætt til at fáa endurgoldið ferðakostnað og uppihald í útlandinum. Hetta er ikki viðkomandi í mun til rættin til dagpening sambært dagpeningalógini.
Hjúnafelagi
Talan skal vera um hjún, t.v.s. at sambúgvandi ikki eru fevnd av greinini í dagpeningalógini, og hava tey tískil ikki rætt til dagpenining, tá hin parturin í parlagnum gerst álvarsliga sjúkur.
Ikki rætt til dagpening
Persónar, ið ikki hava rætt til dagpening eftir hesi grein, kunnu ístaðin venda sær til Almannastovuna um hjálp eftir forsorgarlógini.
Ávís meting í hvørjum einstøkum máli
Tað er týdningarmikið at vita, at tað, tá ið samanum kemur, verður ein ávís meting í hvørjum einstøkum máli, tí vandin er ikki altíð eins fyri øll fólk.
Almanna- og heilsumálaráðið
Eyðun Mohr Hansen (sign.)
deildarstjóri
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)