3. januar 1950Nr. 1
Løgtingslóg um statistikk, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023
§ 1. Landsstýrið verður heimilað til við kunngerð at seta neyðturviligar reglur í gildi statistikki viðvíkjandi fyri tey sambært lóg um heimastýri Føroya til heimastýrið fluttu sermál og herundir áleggja avvarandi skyldu at geva neyðturviligar upplýsingar.
§ 2. Brot móti teim av landsstýrinum kunngjørdu reglum verða at sekta til landskassan.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
1) Broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023.