9. februar 2001Nr. 10
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Viðbótarupphæddin sambært hesi løgtinglóg verður ásett í serligari løgtingslóg. Á sama hátt verður møgulig javning ásett.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.
Tórshavn, 9. februar 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður