31. januar 2022Nr. 10
Løgtingslóg um broytingar í tveimum løgtingslógum, ið broyta løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Leingjan av gildistíð vegna COVID-19)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 26. februar 2021 verður í § 2, stk. 1 “1. februar 2022” broytt til: “16. februar 2022”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 146 frá 15. november 2021 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., verður í § 2, stk. 1 “1. februar 2022” broytt til: “16. februar 2022”.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 31. januar 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 57/2021