8. august 2003Nr. 100
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 27 verður orðað soleiðis :
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2003 til 31. august 2004.”
2) Í § 29 stk. 1 verður “6.771” broytt til “6.636”, “2.502” broytt til “2.452”, “4.416” broytt til “4.328”, “4.356” broytt til “4.269” og “22.220” broytt til “21.776”.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. august 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður