Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2002Nr. 100
Løgtingslóg umbroyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum
(Broyting í skattakæruskipanini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Stýrið kann við teimum avmarkingum, sum fylgja av hesi lóg, taka skattaálíkningina hjá einum borgara uppaftur, tá tað metir, hetta vera neyðugt. Eisini kann Stýrið undir somu treytum gera eina skattaálíkning, har ein slík ikki er gjørd áður. Um Stýrið heldur, at ein skattaálíkning ella onnur avgerð, tikin av økisskrivstovuni, ikki er bein, kann Stýrið undir somu treytum broyta skattaálíkningina ella avgerðina.”
2) Í § 3, stk. 4, § 17, stk. 4, yvirskriftini til kap. 5 og § 25, stk. 3 verður “landsskattakærunevndin” broytt til “Skatta- og avgjaldskærunevndin”.
3) Í § 3 verða stk. 5 og 6 orðað soleiðis:
“Stk. 5. Um Stýrið heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skattakærunevnd, ikki er bein, kann tað við samtykki frá Toll- og skattaráði Føroya innan 4 vikur eru lidnar frá tí, at Stýrið fekk boð um avgerðina, leggja hana fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Stk. 6. Stýrið kann við teimum avmarkingum, sum fylgja av hesi lóg, áleggja økisskrivstovunum at gera skattaálíkningar, har slíkar við órætti ikki hava verið gjørdar áður. Somuleiðis kann Stýrið áleggja økisskrivstovunum at áleggja toll- og avgjøld, har slík við órætti ikki hava verið áløgd áður.”
4) Í § 3, stk. 7 og tvær reisur í § 15, stk. 5 verður “landsskattakærunevndina” broytt til “Skatta- og avgjaldskærunevndina”.
5) Í § 3 verður stk. 8 strikað.
6) Í § 5, verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Um sjálvuppgávan og ognaruppgerðin v.m. er latin inn til ásetta tíð, skal skattaálíkningin vera gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti.”
7) Í § 5 verður stk. 3 strikað.
Stk. 4 og 5 verða hereftir stk. 3 og 4.
8) Í § 7 verður stk. 2 strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
9) Í § 8, § 22, stk. 5, § 23 og § 24, stk. 3 verður “landsskattakærunevndini” broytt til “Skatta- og avgjaldskærunevndini”.
10) Í § 15, stk. 2 verður “Toll- og skattstova Føroya” broytt til “økisskrivstovan” og “Toll- og skattstovuna” tvær reisur broytt til “økisskrivstovuna.”
11) Í § 15, stk. 3 verður “Toll- og skattstovan” broytt til “økisskrivstovan”.
12) Í § 20 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Toll- og skattaráð Føroya hevur saman við Stýrinum eftirlit við skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini og ansar eftir, at tær á øllum økisskrivstovum fara fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við reglurnar í galdandi lóggávu. Toll- og skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum geva vegleiðingar skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini viðvíkjandi. Í tann mun annað ikki er ásett í hesi lóg, kann Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum, bæði meðan líknað verður og seinni, áleggja líkningarvaldinum at álíkna skattin umaftur fyri einstakar skattgjaldarar ella allar og áleggja Stýrinum at broyta toll- og avgjaldsútrokningar, sum økisskrivstovan hevur gjørt.
Stk. 2. Um annað ikki er ásett í hesi lóg kann, Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum, bæði meðan líknað verður og seinni, áleggja Stýrinum at broyta skattsetingar, sum økisskrivstovurnar hava gjørt. Toll- og skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka álíkningar, íroknað metingar og aðrar avgerðir, upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum. Somuleiðis kann Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka toll- og avgjaldsavrokningar, sum økisskrivstovurnar hava gjørt, upp til kanningar og gera broytingar í hesum.”
13) Í § 20 verður stk. 3 strikað.
14) § 21 verður orðað soleiðis:
“Øll tey, sum Toll- og skattaráðið hevur sett í skatt, broytt skattaálíkningina hjá ella álagt toll- og avgjald, kunnu kæra avgerðirnar til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Slíkar kærur skulu verða sendar skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð Toll- og skattaráðsins.”
15) Í § 22 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger toll- og skatta- og avgjaldskærur.
Stk. 2. Í Skatta- og avgjaldskærunevndini eru 5 av landsstýrismanninum tilnevndir limir. 2 av limunum skulu vera lógakønir, 1 skal vera roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og 1 verkamannafeløgini. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboðini fyri arbeiðsgevarafeløgini og verkamannafeløgini eftir tilmæli frá feløgunum.”
16) Í § 24 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Skatta- og avgjaldskærunevndin ger úrskurð um kærur um tær avgerðir, økisskrivstovurnar, kommunalu skattakærunevndirnar, Stýrið ella Toll- og skattaráðið hava tikið.
Stk. 2. Kærandi kann sjálvur senda inn kæruna. Kæra um skattseting kann ikki skjótast inn fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina, um kærandi ikki í rættari tíð hevur sent kæru til kommunalu skattakærunevndina. Hetta er tó ikki galdandi, um kærandi heldur fast um, at hann ikki er skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina. Kæra skal vera send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at kærandi fekk boð um avgerðina.”
17) Í § 24 verður stk. 4 strikað.
18) Í § 25 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Kæra til Skatta- og avgjaldskærunevndina skal verða send skrivliga og styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína áskoðan munnliga fyri nevndini. Tá so er, skal Stýrið hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða umboðað á fundinum.
Stk. 2. Nevndin leitar sær ummæli frá Stýrinum um ta innkomnu kæruna. Áðrenn Stýrið ger hetta, fær tað til vega upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Nevndin kann biðja Stýrið lata seg umboða, tá nevndin hevur kærumál til viðgerðar.”
19) Í § 25 verður stk. 4 orðað soleiðis:
“Stk. 4. Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum ger úrskurð um tær innkomnu kærurnar, kann taka alla avgerðina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.”
20) Í § 25, stk. 5 verður “landsskattakærunevndarinnar” broytt til “Skatta- og avgjaldskærunevndarinnar”.
21) Eftir § 25 verður sum nýtt kapittul innsett:
“Kap. 6
Aðrar reglur
§ 25 a. Økisskrivstovurnar, Stýrið og Toll- og skattaráðið kunnu ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn 15. mars ávikavist 1. juni 4. árið eftir, at inntøkuárið er lokið. Er freistin fyri at lata sjálvuppgávu inn longd, jbr. § 105 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður fyrningarfreistin tó roknað frá tí degi, freistin at lata inn er longd til.
Stk. 2. Ynskir skattgjaldarin, at skattaálíkningin verður broytt, skal hesin seinast 3 ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina.”
§ 25 b. Ásetingin í § 25a er ikki galdandi í niðanfyri nevndu førum:
1) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at grundarlagið fyri uppgerðini av tí skattskyldugu inntøkuni er broytt eftir, at inntøkuárið er úti.
2) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá tí skattskylduga fyri eitt annað inntøkuár.
3) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá hjúnafelaga, sum hin skattskyldugi var sambúgvandi við, tá inntøkuárið var úti, jbr. § 4 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, viðvíkjandi tí sama ella øðrum inntøkuári.
4) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at hin skattskyldugi ella annar hansara vegna við vilja ella av stórum ósketni hevur verið atvold til, at skattamyndugleikarnir hava gjørt eina skattaálíkning á einum skeivum ella ófullfíggjaðum grundarlagi.
5) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at higartil fylgd siðvenja er endaliga kolldømd av Skatta- og avgjaldskærunevndini ella dómstólunum. Í slíkum føri kann skattaálíkningin takast uppaftur frá og við tí inntøkuári, sum varð roynt í tí fyrsta málinum, sum førdi til kolldømingina.
6) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at Stýrið ella Toll- og skattaráð Føroya hava nýtt tær heimildirnar, ið nevndar eru í § 3 og § 20, til at broyta skattaálíkningina hjá einari økisskrivstovu.
Stk. 2. Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um hon hevur við sær eina inntøkubroyting upp á kr. 5.000 ella meira.
Stk. 3. Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um myndugleikin hevur fráboðað, ella skattgjaldarin hevur sett fram áheitan um uppafturtøku innan rímiliga tíð eftir, at myndugleikin ávikavist skattgjaldarin hevur fingið kunnleika til tey viðurskifti, sum grundgeva fráboðanina ella áheitanina.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningskattalógin) verður í § 20, stk. 2 ”Landsskattakærunevndina” broytt til: ”Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
§ 3
Í løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 2 verður “Landsskattakærunevndin” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndin”.
2) Í § 15, stk. 1 verður “Landsskattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”
3) Í § 15, stk. 2 verður “Landsskattakærunevndini” ávikavist “Landsskattakærunevndarinnar” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndini” ávikavist “Skatta- og Avgjaldskæru-nevndarrinnar”.
§ 4
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður í § 32, stk. 3 “nevndina, sum er umrødd í § 35” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
§ 5
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 9. februar 2001, verður í § 27, stk. 1 “Tollkærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
§ 6
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m. (Rentutryggingarlógin) verður í § 7, stk. 3 “landsskattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
§ 7
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-20 eru galdandi frá 1. januar 2003, meðan 1, nr. 21 er galdandi fyri álíkning av inntøkuárinum 2003 og eftirfylgjandi árum.
Tórshavn, 20. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður