Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juni 2020Nr. 100
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, løgtingslóg nr. 155 frá 12. desember 2018, løgtingslóg nr. 36 frá 9. apríl 2019 og løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á fyrru talvu í skjali 1 verður broytt til:
“Talva 1. CO2-avgjaldssatsir”
2. Heitið á seinnu talvu í skjali 1 verður broytt til:
“Talva 2. CO2-avgjaldssatsir fyri vørubilar við heildarvekt á 2.700 kg og yvir”
3. Heitið á talvuni í skjali 2 verður broytt til:
“Talva 1. Umhvørvissatsirnir”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 25. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 146/2019