20. desember 2002Nr. 101
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. verður gjørd henda broyting:
Í § 3, stk. 1 og § 6, stk. 3 verða orðini “eru mynstraðir” broytt til orðini “hava hýru”.
§ 2
Løgtingslógin fær virknað frá 1. juni 2001.
Tórshavn, 20. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður