Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. november 2006Nr. 101
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 32 b verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
”Stk. 2. Stuðulin kann tó halda áfram, eftir at brúkarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum í samsvari við endamálið við skipanini sambært stk. 1.”
Stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4.
2) Í § 32 b, stk. 1 verður “Stuðulsfólkaskipan” broytt til: Stuðulstænasta”, í stk. 2 verður “Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin” broytt til: “Stuðulstænastan” og “Heimarøktini og Serforsorgini” broytt til: ”Nærverkinum” og í stk. 3, nr. 2 verður ”Heimarøkt” broytt til: ”Heimatænastu” og “Stuðulsfólkaskipan fyri vaksin” broytt til ”Stuðulstænastu”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
§ 3
Persónar, ið eru farnir úr Stuðulsfólkaskipanini fyri aldur, men sum hava verið í skipanini eftir 1. januar 2003, eru somuleiðis fevndir av reglunum í § 1.
Tórshavn, 23. november 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 14/2006