25. juni 2020Nr. 101
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 7. apríl 2020, verður í § 2, stk. 1 sum litra m sett:
“m) fáa vinning ella tap við sølu ella aðrari avhendan av partabrøvum og øðrum virðisbrøvum fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini.”
§ 2
Henda løgtingslóg er galdandi frá framløgudegnum.
Í Tinganesi, 25. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 140/2019