Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juni 2020Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
(Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 44 frá 7. apríl 2020 um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg
um
lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19”
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Løgtingslógin er galdandi fyri:
1) arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum sendir starvsfólk, 67 ár ella eldri, heim orsakað av COVID-19,
2) starvsfólk, 67 ár ella eldri, sum verður sent heim av privatum arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, og
3) sjálvstøðugan vinnurekandi, sum ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.”
3. Í § 2 verður “breiðan” broytt til: “breiðing”.
4. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 2. Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2 í hesi løgtingslóg, fer upp um 17.000 krónur um mánaðin.
Stk. 3. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 17.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.
Stk. 4. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.
Stk. 5. Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2 í hesi løgtingslóg, fer upp um 22.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.
Stk. 6. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.”
5. Aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, verður sett:
“Stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi
§ 5 a. Persónur við bústaði í Føroyum, sum hevur fylt 67 ár, hevur rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og harvið rætt til stuðul eftir hesi løgtingslóg, tá:
1) viðkomandi hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og
2) viðkomandi ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna tey átøk, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.
§ 5 b. Fyri at koma undir hesa trygging skal tann sjálvstøðugi vinnurekandi fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingarnar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.
Stk. 2. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í § 5 a í hesi løgtingslóg og § 2 í kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 3. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, ásett í stk. 1, og gildiskomuni, ásett í stk. 3.
§ 5 c. Gjaldið fyri tryggingina er kr. 3.000,-.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini, samstundis sum tryggingin verður teknað.
§ 5 d. Stuðul sambært hesi løgtingslóg er 57,69 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar. Stuðulin kann tó ikki vera hægri enn tann skattskylduga inntøkan, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur vunnið rætt til í miðal hvørja viku seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið fyri 12. mars 2020. Skattskylduga inntøkan fevnir ikki um sosialar pensjónir og arbeiðsmarknaðareftirløn, sbr. § 20, stk. 1, nr. 1 og 2 í almannapensjónslógini.
Stk. 2. Sjálvstøðugur vinnurekandi, sum bæði hevur rætt til stuðul eftir hesi grein og til ískoyti eftir § 4, hevur tilsamans einans rætt til 57,69 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna.
Stk. 3. Stuðulin sambært hesi løgtingslóg verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir at hann hevur fingið rætt til stuðul. Tað áliggur tryggingartakaranum at boða Arbeiðsloysisskipanini frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka inntøku er vunnin.
Stk. 4. Aðrar inntøkur sambært stk. 3 verða umroknaðar til tímar, í hesi løgtingslóg nevndir arbeiðstímar, sum stuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður stuðul tó ikki goldin fyri hetta tíðarskeið.
§ 5 e. Trygging hjá sjálvstøðugum vinnurekandi, sum er 67 ár ella eldri, er galdandi so leingi, henda løgtingslóg er galdandi, men í mesta lagi eitt ár frá tí degi, tryggingin er teknað.
§ 5 f. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. juni 2020. § 1, nr. 1-3 og nr. 5 í løgtingslógini hevur virknað frá 12. mars 2020.
Í Tinganesi, 25. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 143/2019