25. november 2008Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1. november 2007, verða gjørdar hesar broytingar:
1-5) Strikað.
6) § 4, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Áðrenn Búnaðarstovan góðkennir avhending ella veðseting, skal Búnaðarstovan kunna Búnaðargrunnin um ætlanina, og skal Búnaðargrunnurin hava rætt at tryggja sær veð í festibrævinum fyri verandi lán, sbr. stk. 5, áðrenn góðkenning verður givin.”
7-16) Strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 25. november 2008
Kaj Leo Johannesen (sign)
løgmaður
Lm. nr. 9/2008