Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2010Nr. 103
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 6. apríl 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 26. mai 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 18 b, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Fólk, sum eru 18 ár og eldri og fáa hoyritól frá almennu skipanini, rinda 2.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. Hesi kunnu í staðin velja at fáa ískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara, tó í mesta lagi 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
2) § 18 b, stk. 7, nr. 1 verður orðað soleiðis:
”Hvørji hjálparráð stuðul kann veitast til og møguligar treytir í hesum sambandi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum.
Stk. 2. 1) § 1, nr. 1 í hesi lóg fer úr gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 11. november 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 6/2010