Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. november 2016Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
(At javnseta børn í mun til rættin at fáa barnagjald o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, løgtingslóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008 og løgtingslóg nr. 16 frá 2. mars 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.”
2. Áðrenn § 1 verður “1. partur” broytt til: “Kapittul 1”.
3. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 2, kann barn uppihalda sær fyribils í aðrari kommunu ella uttanlands í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár.”
4. Í § 9, stk. 1 og § 17 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
5. Í § 9, stk. 2, § 13, stk. 1 og § 18 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
6. Eftir § 14 verður “2. partur” broytt til: “Kapittul 2”.
7. Í § 15, stk. 2 verður aftan á “staðfestur” sett: “, ella tá barnið er ættleitt av støkum persóni”.
8. Í § 19, § 19 b, stk. 2, § 19 d, stk. 3, § 19 e, stk. 1 og 2 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
9. Eftir § 19 verður “2a. partur” broytt til: “Kapittul 3”.
10. Eftir § 19 f verður “3. partur” broytt til: “Kapittul 4”.
11. Í § 20 verður “Almannastovunnar” broytt til: “Almannaverksins”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 3. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 9/2016