5. desember 2014Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Hækking av barnaískoyti til stakar uppihaldarar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 18. desember 2013, verður í § 3, nr. 3, 7. rað um barnaískoyti sbrt. § 19 a, “2014” broytt til: “2015”, og “1.647,00” broytt til: “2.500,00”.
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2015.
Tórshavn, 5. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 17/2014