11. november 2010Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, verður í § 2 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Viðbót verður ikki latin fyritíðarpensjónistum, sum búgva á stovni, ið er góðkendur sambært lóg um almenna forsorg.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011.
Tórshavn, 11. november 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2010