17. august 2000Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:
1) § 27 verður orðað soleiðis :
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK frá 1. september 2000 til 31. august 2001.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður