Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. november 2026Nr. 104
Kunngerð um gildiskomu av løgtingslógum um pantskipan fyri íløt og úrgildisseting av løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn, lidnar leskidrykkir o.a.
Við heimild í § 13, stk. 1-3, í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025, § 2 í løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025 um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt og § 2 í løgtingslóg nr. 40 frá 21. mai 2026 um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt, verður ásett:
§ 1. Løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt verður sett í gildi.
Stk. 2. § 1, nr. 1-5, í løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025 um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt verður sett í gildi.
Stk. 3. Løgtingslóg nr. 40 frá 21. mai 2026 um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt verður sett í gildi.
Stk. 4. Samstundis sum ásetingarnar í stk. 1-3 koma í gildi, fara § 12, stk. 4, yvirskriftin yvir § 14 og § 14 í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt úr gildi.
Stk. 5. Løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn, lidnar leskidrykkir o.a. verður sett úr gildi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2026.
Heilsu- og orkumálaráðið, 17. november 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)