Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 1982Nr. 104
Løgtingslóg um hýruvognskoyring, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 12. juni 1990
§ 1. Landstýrið kann gera eina standard hýruvognsreglugerð, sum eftir ynski frá eini ella fleiri kommunum kann setast í gildi har við ella uttan broytingum.
§ 2. Sum hýruvognur er at skilja motorakfar, góðkent og innrættað til flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin viðroknaður, og sum ikki einans verður nýtt til sjúkraflutning ella vanliga rutukoyring, smbr. § 1 í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
§ 3. Í hýruvognsreglugerð kunnu ásetast reglur um innrætting, útgerð, nýtslu, gjøld, hýruvognsstøðir og tal av hýruvognum v.m.
§ 4. Brot á reglurnar í góðkendari hýruvognsreglugerð ella treytirnar í loyvi til hýruvognskoyring koma undir bót. Er brotið framt av einum felag ella tílíkum, kann felagið koma undir bót.
§ 5. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
2. stk. § 62 í ferðslulógini er ikki galdandi í kommunum við góðkendari hýruvognsreglugerð.
3. stk. 1) (Strikað).