20. november 2007Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verða veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3”.
2) Í verandi stk. 2, pkt. 3 verða orðini “eftir stk. 2” strikað, og verandi stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. november 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 32/2007