Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 105 3. november 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
(Veiting til heimabúgvandi ung og endurgjald vegna inntøkumiss)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 2, nr. 6 verður “13%” broytt til: “22%”.
2. Í § 17 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Treytin í stk. 3 um, at barnið skal vera uppihildið í heiminum, er ikki galdandi fyri børn, sum eru í fyriskipan hjá tí almenna eftir § 27, í sambandi við viðgerð á sjúkrahúsi. Stuðulin er treytaður av, at tað er ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum, at mamman ella pápin er hjá barninum á sjúkrahúsinum.”
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 1 í gildi 1. oktober 2016.
Í Tinganesi, 3. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 10/2016