11. november 2010Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Treytin fyri at fáa ættleiðingarstuðul er, at barnið er ættleitt gjøgnum ein av teimum felagsskapum, sum eru góðkendir sambært “bekendtgørelse for Færøerne om godkendelse som adoptant.”
2) Í § 5, stk. 2 verður “Landsstýrinum” broytt til: “Almannastovuni”.
3) Í § 6 verður “ Landsstýrisins” broytt til: “hjá Almannastovuni”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 11. november 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2010