Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. august 2011Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 7 a verður orðað soleiðis:
”§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:
| 1) Bólkur 2: Trolarar | 20 % av fiskidøgunum |
| 2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons | 20 % av fiskidøgunum |
| 3) Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons | 20 % av fiskidøgunum |
| 4) Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 30 % av fiskidøgunum |
| 5) Bólkur 6: Garnabátar | 25 % av fiskiloyvunum |
| 6) Verksmiðjutrolarar | 35% av kvotunum í toskavirði |
| 7) Ídnaðarskip | 35% av veiðiloyvunum |
| 8) Uppsjóvarfiskiskapur (nótaskip) | 25% av veiðiloyvunum. |
2) § 14, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
”Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga.”
3) Í § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðingin ”ávikavist høvuðsbólki 1 og ” strikað.
4) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2011 til 31. august 2012.”
5) § 28 verður orðað soleiðis:
“§ 28. Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum:
| Bólkur 2 | Trolarar |
| Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons |
| Bólkur 4: | Útróðrarbátar yvir 15 tons |
| Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu |
| Bólkur 6: | Onnur veiða |
Stk. 2. Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknaður vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis:
|
|
| Toskur | Hýsa | Upsi | Kongafiskur |
| Bólkur 2: | Trolarar | 25 % | 12,00 % | 82 % | 99 % |
| Bólkur 3: | Línuskip | 37 % | 45 % | 0 | 0 |
| Bólkur 4: | Útróðrarbátar yvir 15 t. | 17 % | 17,5 % | 11,5 % | 0,5% |
| Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 t. | 20 % | 23,5 % | 6 % | 0 |
| Bólkur 6: | Onnur | 1 % | 2 % | 0,5 % | 0,5 % |
6) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðnum frá 1. september 2010 til 31. august 2011:
| Bólkur 2: | Trolarar: Innara fiskidagaleið Ytra fiskidagaleið |
4.657 fiskidagar 1.530 fiskidagar |
| Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons | 2.657 fiskidagar |
| Bólkur 4 A: | Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons | 1.058 fiskidagar |
| Bólkur 4 B: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu | 1.405 fiskidagar |
| Bólkur 4 T: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 1.386 fiskidagar |
| Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu | 10.607 fiskidagar.” |
7) § 29, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið fiskidagar, ásettir fyri ytru fiskidagaleið í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.”
8) § 29, stk. 8 verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Fiskifør í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1, hava loyvi at nýta lemmatrol ella partrol.”
9) § 29, stk. 10 verður orðað soleiðis:
“Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólk 2 tilluta 169 fiskidagar og fyri høvuðsbólkarnar 3 og 4 tilluta ávikavist 105 og 167 fiskidagar tilsamans millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. august 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2011