Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. november 2007Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 5, ið verður soljóðandi:
“Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.”
2) Í § 3, stk. 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi:
“Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 5, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann byrjar at arbeiða aftur.”
3) Í § 9 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi:
“Stk. 4. Hóast ásetingingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til og innan fyri 24 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Tórshavn, 20. november 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 17/2007