24. august 1994Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verður gjørd henda broyting:
§ 27 verður soljóðandi:
“Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar soleiðis fyri hesar fiskastovnar fyri tíðarskeiðið frá 1. september 1994 til og við 31. august 1995:
|
Tons rund vekt: |
|
|
Toskur á Føroya Banka |
1.000 |
|
Toskur á landgrunninum |
8.500 |
|
Hýsa |
6.000 |
|
Upsi |
41.500 |
|
Kongafiskur |
13.300” |
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 24. august 1994
Finnbogi Ísakson (sign.)
varaløgmaður
/ Jóannes Eidesgaard (sign.)