Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2006Nr. 106
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 29. desember 2011 um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 12, stk. 2 verður strikað.
2) Aftaná § 13 verður sett:
“1a. kapittul
Tilbúgving
§ 13 a. Tilbúgving fevnir um landstilbúgvingina, kommunalu tilbúgvingina og tað virksemi, ið almennar og vinnuligar fyritøkur reka, og sum hevur týdning fyri tilbúgvingina, sbr. § 13b, stk. 1.
Stk. 2. Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, fæ, umhvørvi og ognir, tá kreppur og vanlukkur raka samfelagið, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum.
§ 13 b. Hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina dygga tilbúgving, umframt tryggja, at virkisføri í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar orsakað av kreppum og vanlukkum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum tekur avgerð um, hvussu tann tilbúgving, sum ikki beinleiðis er málsøki hjá øðrum landsstýrismanni, kommunu ella fyritøku, skal skipast, sbr. § 13a, stk. 1.
§ 13 c. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum stjórnar og samskipar tilrættisleggingina av tilbúgvingini, sbr. § 13b, og veitir myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.
Stk. 2. Allir partar í tilbúgvingini hava skyldu til at samstarva.
§ 13 d. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øllum pørtum.
Stk. 2. Landsstýrismenn, kommunur og fyritøkur kunnu gera avtalur sínámillum, við hvønn annan og við onnur, sjálvboðin sum vinnulig, um skipan av tilbúgvingini.
§ 13 e. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum kann við kunngerð áseta reglur um
1) bygnað, skipan og innihald í tilbúgvingini,
2) stødd og vav (dimensjonering) í tilbúgvingini,
3) venjingar, t.d. stakvenjingar og felagsvenjingar,
4) amboð, útgerð og samskiftisútbúnað at brúka í tilbúgvingini,
5) útbúgvingar,
6) uppgávur og leiklut hjá sjálvbodnum felagsskapum í tilbúgvingini, og
7) stuðul til sjálvbodnar felagsskapir.
§ 13 f. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar við heimild í §§ 13b-13d, til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
3) Í § 19 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Í sambandi við fráboðan um eldsbruna og annað skal Brunaumsjón landsins hava boð samstundis sum sløkkiliðið, til tess at kunna fara á skaðastaðið beinan vegin at gera kanningar, sum kunnu lýsa og skráseta hendingar.”
4) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Brunaumsjón landsins kann áseta, at í bygningum og mannverkum annars, har serligur vandi er fyri eldi, ella har stór virði eru hótt av oyðing, skulu tiltøk verða gjørd til tess at minka um brunavandan og til tryggingar av fullgóðum bjargingar- ella sløkkimøguleikum, um eldur kemur í. Slík áseting kann eisini verða gjørd fyri samkomuhús, sjónleikarhús, gistingarhús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk ella størri høli, har fólk koma. Brunaumsjón landsins kann í hesum sambandi eisini áseta treytir um ávaringarskipan, sløkkiskipan, rakstrarviðurskifti, at sløkkiútgerð verður útvegað, vatnveiting fingin í lag, at tryggja at út slepst, og at atkomuvegir verða gjørdir til akførini hjá sløkkiliðnum og støði til stigar og sproytur.”
5) § 24, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Brunaumsjón landsins skal regluliga sýna samkomuhús, sjónleikarhús, gistingarhús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk, har fólk koma, og sýna eldhættisligar bygningar og goymslur, virki o.a., sum koma inn undir §§ 21 og 22.”
6) § 25 verður orðað soleiðis:
”§ 25. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri nýtslu av eldi og ljósi, fyri goymslu, flutning og nýtslu av eldfimum ella spreingikvæmum, føstum, flótandi luftborðnum evnum og fyri innrætting og rakstri av virkjum, har slík evni verða goymd ella framleidd, fyri innrætting og nýtslu av eldstøðum og øðrum útbúnað til hita, ljós og kraft og annars gera slíkar ásetingar fyri mannverk, so sum bygningar, serlig løgu- og byggiarbeiði, tangar, bingjur, kranar, tunlar, áskoðarapallar og -øki, o.a., sum verða hildnar neyðugar til at byrgja fyri eldsvanda, og til tryggingar av fullgóðum rakstri viðvíkjandi fráboðanar- og sløkkiútgerð, og rýmingar- bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann kunngera reglur og fyriskipanir viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum eru umrødd í stk. 1, við tilvísing til heiti, nummar og dagfesting fyri, nær tær eru undirritaðar av skikkaðum myndugleikum."
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi konglig fyriskipan nr. 337 frá 2. oktober 1952 hvorved lov om civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne.
Stk. 2.1) 2) 3) 4) Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 1. juli 2012.
Tórshavn, 12. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 32/2006