Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. juni 1995Nr. 106
Løgtingslóg um studentaskúlar v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 20. apríl 2005
Kapittul 1
Studentaskúlar v.m.
§ 1. 1) Føroya Studentaskúli og HF-skeið og Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy eru stovnar undir landinum.
§ 2. 1) Næmingaøkið hjá studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Eysturoy er Norðoyggjar, Eysturoy og tann parturin av Streymoynni, ið fevnir um Haldórsvíkar, Saksunnar, Hvalvíkar og Hósvíkar kommunur.
Stk. 2. Næmingaøkið hjá Føroya Studentaskúla-og HF-skeiði er tann parturin av Føroyum, sum ikki er nevndur í stk. 1.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um annað næmingaøki enn frammanfyri tilskilað.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, um serlig viðurskifti gera tað neyðugt, býta næmingar millum økini, sum nevnd eru í stk. 1 og stk. 2.
§ 3. 1) Felagsbýtisnevnd verður sett fyri studentaskúlarnar og HF-skeiðini sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ger fyri býtisnevndina.
Kapittul 2
Studentaskúlaútbúgvingin
§ 4. 1) Studentaskúlin gevur eina undirvísing, sum er grundað á undirvísingina í 9. flokki í fólkaskúlanum. Hon tekur 3 ár, er almennandi og gevur neyðugt grundarlag fyri hægri framhaldslestri. Útbúgvingin endar við studentspróvtøku eftir nærri reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 5. 1) Undirvísingin verður skipað við tveimum deildum, einari málsligari og einari støddfrøðiligari. Undirvísingin kann eisini verða skipað sum stakgreinalestur eftir nærri reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 2. 1) Lærugreinirnar verða skipaðar sum felagslærugreinir, deildarlærugreinir, vallærugreinir á hástigi og vallærugreinir á miðstigi.
Stk. 3. 1) Lærugreinirnar eru: alisfrøði, alisfrøði-evnafrøði, danskt, enskt, evnafrøði, evning, filmur og sjónvarp, fiskivinna, fornaldarfrøði, franskt, føroyskt, geografi, grikskt, heimspeki, ítróttur, latín, lívfrøði, religión, russiskt, sálarfrøði, samfelagsfrøði, spanskt, støddfrøði, søga, teldufrøði, tónleikur, týskt, tøkni, vinnulívsbúskapur. Næmingarnir skulu harumframt hava útbúgvingar- og yrkisvegleiðing.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at undirvísing verður givin í øðrum lærugreinum.
Stk. 5. Umframt felagslærugreinir, deildarlærugreinir og vallærugreinir á miðstigi, skal einstaki næmingurin taka í minsta lagi 2 vallærugreinir á hástigi.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um samanseting av vallærugreinum.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvísingina, herímillum:
1) vavið og innihaldið í teimum einstøku lærugreinunum,
2) hvar í skipanini lærugreinin verður lisin,
3) um lærugreinin verður lisin sum felagslærugrein, deildarlærugrein ella vallærugrein,
4) undirvísingarstigið í tí einstøku lærugreinini og
5) minstu krøv viðvíkjandi tali og samanseting av vallærugreinum hjá einstaka næminginum.
Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísar vallærugreinir skulu lesast á teimum einstøku skúlunum.
Stk. 9. 1) Brekaðir næmingar fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiliga hjálp eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 10. 1) Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 11. 1) Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 6. 1) Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri studentspróvtøku, herundir um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli.
Stk. 2. 1) Kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, herundir um áseting av próvtali, kann innan 2 dagar aftaná at avgerðin er kunngjørd næminginum leggjast fyri landsstýrismannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. Avgerðin hjá landsstýrismanninum kann ikki verða kærd.
§ 7. 1) Ein studentaskúli kann geva undirvísing í lærugreinum innan aðrar gymnasialar útbúgvingar eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Kapittul 3
Upptøka
§ 8. 1) 2) Upptøka í 1. studentaskúlaflokk er treytað av, at næmingurin hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, og at hann eftir ítøkiligu meting upptøkuskúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini í studentaskúlanum á nøktandi hátt og til ásettu tíð.
Stk. 2. 1) 2) Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í 1. studentaskúlaflokk og til stakgreinalestur og sjálvlestur, og um, í hvørjum føri næmingur, sum ikki lýkur krøvini í stk. 1, kann verða tikin upp.
Stk. 3. Umsøkjarar, ið lúka upptøkukrøvini sambært stk. 1 og 2, skulu verða tiknir upp.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tryggjar, at studentaskúlarúmd er tøk, soleiðis at umsøkjarar, nevndir í stk. 3, kunnu verða tiknir upp.
Kapittul 4
Leiðsla
§ 9. 1) Landsstýrismaðurin hevur hægstu ábyrgd av undirvísing og próvtøku á studentaskúlunum.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann sambært stk. 1 krevja allar upplýsingar viðvíkjandi skúlunum, heruppií eisini stíla fyri vitjan á skúlunum.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri innsavning av upplýsingum frá skúlunm.
§ 10. 1) Landsstýrsmaðurin setur í starv og loysir úr starvi rektara. Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum.
Stk. 2. 1) Rektarin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum mótvegis landsstýrismanninum.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann geva rektaranum boð í námsfrøðiligum málum.
Stk. 4. Rektarin leiðir og býtir arbeiðið millum lærarar og starvsfólk á skúlanum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 5. Rektarin heldur próvtøku og skrivar prógvini.
§ 11. 1) Á hvørjum studentaskúla verður skipað lærararáð, lærarafundur og samstarvsnevnd eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 12. 1) Á hvørjum skúla verður skipað næmingaráð, sum næmingarnir velja sínámillum eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 2. Næmingaráðið gevur ummæli til rektaran, herundir í almennum málum viðvíkjandi næmingaviðurskiftum.
Stk. 3. Næmingaráðið á hvørjum skúla ásetur sjálvt sína starvsskipan.
Kapittul 5
Lærarar
§ 13. 1) 2) Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 2. 1) Setan sum adjunktur, lektari ella rektari við studentaskúla er treytað av, at viðkomandi innan lærugreinarøðina í studentaskúlanum hevur lokið kandidatprógv ella magistarakonferens á einum universiteti ella universitetssentri. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um fakligan førleika fyri setan. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at umsøkjari, sum hevur lokið javnbjóðis prógv á øðrum hægri lærustovni, verður settur í omanfyri nevndu størv.
Stk. 3.1) Setan í fast starv sum lærari ella rektari við studentaskúla er treytað av, at viðkomandi hevur staðið próvtøku í ástøðiligari og verkligari námsfrøði, umframt tikið lut í fakligum-námsfrøðiligum skeiði.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin gevur lærarum undirvísingarførleika í einari ella fleiri lærugreinum sambært reglunum í stk. 1 og 2.
Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglurnar um ástøðiligt og verkligt námsfrøðiligt skeið, eins og reglur um atgongd til at taka samlað námsfrøðiligt skeið.
Stk. 6. 1) Allir studentaskúlar hava skyldu eftir ávísing frá landsstýrismanninum at taka lærarakandidatar, ið skulu taka verkligt námsfrøðiligt skeið.
Kapittul 6
Fígging
§ 14. 1) Landið rekur studentaskúlarnar.
Stk. 2. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 15. 1) 3) Undirvísingin á studentaskúlunum er ókeypis fyri næmingarnar.
Stk. 2. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann heimila skúlunum at taka gjald fyri ljóstøk til nýtslu í undirvísingini.
Stk. 4. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at sjálvlesandi og stakgreinalesandi skulu lata eitt gjald fyri hvørja lærugrein sær og um gjaldsupphædd og gjaldsskipan.
Stk. 5. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at næmingar, ið ynskja at innskriva seg til próvtøku, uttan at teir eru innskrivaðir til undirvísing (sjálvlesandi), skulu lata eitt gjald.
Stk. 6. 3) Inngjalding sambært stk. 4 og 5 er ein treyt fyri at fáa undirvísing og fara til próvtøku.
§ 16. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at næmingur kann fáa styrk til undirvísing, sum miðar ímóti einari samsvarandi altjóða studentdpróvtøku (IB), ið gevur atgongd til hægri framhaldslestur á jøvnum føti við studentspróvtøku.
Kapittul 7
Ymiskar ásetingar
§ 17. 1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum áseta reglur um frávik frá hesi lóg, til tess at fremja royndar- og menningarvirksemi. Royndar- og menningarvirksemið má ikki minka um næminganna møguleikar at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri ella rættindi teirra í øðrum førum.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá ásetingunum í hesi lóg, um ein studentaskúli bjóðar fram undirvísing, ið miðar ímóti einum samsvarandi altjóðaprógvi, sum gevur atgongd til hægri framhaldslestur á jøvnum føti við studentspróvtøku.
§ 18. 1) Kærur yvir avgerðir rektarans í námsfrøðiligum málum og málum, sum viðvíkja næmingum sambært § 10, stk. 4, kunnu innan 5 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 19. 1) Skúlarnir kunnu stovna búdeild sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
Kapittul 8
Gildi o.a.
§ 20. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Lógin er fyrstu ferð at nýta fyri teir næmingar, sum byrja í 1. studentaskúlaflokki aftaná 1. august 1994.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 20 frá 23. apríl 1976 um Føroya Studentaskúla og HF-skeið við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 76 frá 21. mai 1982 um Studentaskúla og HF-skeið í Eysturoy við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 21 frá 23. apríl 1976 um studentspróvtøku úr gildi, tó soleiðis, at reglurnar í seinast nevndu lóg framvegis eru galdandi til endan av skúlaárinum 1995/96 fyri næmingar, sum eru tiknir inn á studentaskúla áðrenn 1. august 1994.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 20. mai 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29.07.1996. Tó fáa § 1, 10, 11, 12, 13, 14 og 16 gildi dagin eftir, at henda lóg er kunngjørd, og verður samstundis allur danski teksturin í lógini avtikin. Ll. 68/96 var kunngjørd tann 31.05.1996.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 35. frá 20. apríl 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1.apríl 2005.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 13. mai 1997.