Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 29-12-1998
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Løgtingslóg  nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 20. desember 2001

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Góðkenning av yrkisskúlum o.a.

§ 1. Landsstýrismaðurin kann góðkenna yrkisskúlar, hvørs endamál er

1)     1) at geva undirvísing í yrkisútbúgvingum, í øðrum av landsstýrismanninum góðkendum útbúgvingum og at skipa fyri skeiðvirksemi,

2)     at menna útbúgvingar­virk­semi, herímillum náms­frøðiligu uppgávur skúlans,

3)     at menna tann einstaka næmingin og hjálpa við­komandi til samfelags­liga fatan,

4)     at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið ræður um fakligan førleika og almennan kunn­leika

§ 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja reglunum um næmingaupptøku, lærara­førleika, próvtøku eins og øðrum ásetingum, sum av landsstýrismanninum eru ásettar at galda sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja áseting­unum um yrkisútbúgvingar­ráðið sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.  

Stk. 3. Yrkisskúlarnir skulu samskipa øll undirvísingarviðurskifti so væl sum til ber innanhýsis, sínámillum og við aðrar samstarvspartar.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri góðkenning­ina. Yrkisskúlarnir  verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góð­kennast av landsstýris­mann­inum. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um karmar og innihaldið í viðtøkunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenning av yrkisskúla, um so er, at tørvur ikki er á skúlanum. Somuleiðis kann ein góð­kenning takast aftur, um skúli ikki heldur galdandi reglur ella givin boð.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann nokta fyri, at ein yrkisskúli leggur niður ella tekur av góðkendar útbúgvingar.

Stk. 2. Verður ein yrkisskúli tikin av, skulu ognir skúlans latast til undirvísingar- og útbúgvingarendamál í sam­svari við viðtøkurnar hjá avvarðandi skúla.

§ 5. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við og leiðbeinir yrkisskúlarnar og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um útbúgvingar, næming­ar, lærarar og skúlans rakstur.

Kapittul 2

Leiðsluviðurskifti

§ 6. Eitt stýri verður valt við hvønn sjálvsognarstovn. Stýrið hevur 6 limir, sum verða valdir fyri 4 ár. Fyri hvønn stýrislim verður ein varalimur valdur.

Stk. 2. Limirnir í stýrinum verða valdir soleiðis:

1)     Viðkomandi yrkisfeløg á arbeiðsmarknaðinum velja tilsamans 4 limir við javnstórari umboðan av arbeiðsgevarum og løntakarum.

2)     Kommunan, har skúlin hoyrir heima, velur 1 lim.

3)     Starvsfólk skúlans velja 1 lim.

Stk. 3. Eitt umboð fyri næmingaráðið luttekur á stýrisfundum uttan atkvøðurætt.

Stk. 4. Skúlastjórin er skrivari stýrisins og luttekur uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.

Stk. 5. Tá eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landsstýrismanninum.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri góðkenna eina aðra samanseting av stýrinum enn ta í stk. 1 og 2 nevndu.

§ 7. Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum og virkar sam­svarandi viðtøkum stovns­ins. Eftir tilmæli skúlastjórans staðfestir stýrið virk­semið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrar­ætlan og roknskap.

Stk. 2. Stýrið ger av eftir tilmæli skúlastjórans, hvørjar góðkendar yrkis­útbúgving­ar og hvat skeið­virksemi, skúlin skal bjóða.

Stk. 3. Stýrið skal ansa eftir, at virksemið verður so fjøltáttað sum til ber, og at tað í størstan mun tryggjar vinnuni og tí einstaka atgongd til  grundútbúgvingar, eftir­útbúgvingar og framhalds­­útbúgvingar innan virkis­­øki skúlans.

Stk. 4. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli skúla­stjórans, um skúlin skal fara undir annað útbúgvingar­virk­semi móti brúkaragjaldi, enn tað, sum nevnt er framman­fyri.

§ 8. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúla­stjóran eftir tilmæli frá ­stýrinum. Stýrið setir og loysir úr starvi lærarar í føstum starvi eftir tilmæli frá skúlastjóranum. Skúlastjórin setir og loysir úr starvi onnur starvsfólk skúlans.

Stk. 2. Stýrið kann áseta nærri reglur fyri virkisøki stýrisins og skúla­stjórans. Tað hevur heimild til at geva skúla­stjóranum fulltrú at taka sær av ávísum uppgávum, sum eru álagdar stýrinum.

Stk. 3. Stýrið setir og loysir úr starvi grannskoðara skúlans.

§ 9. Stýrið hevur mótvegis landsstýris­mann­inum ábyrgd­ina av rakstri skúlans.

Stk. 2. Um stýrið við sínum avgerðum setir skúlans framhald í vanda, kann landsstýrismaðurin avgera, at stýrið beinanvegin fer frá, og hann kann í hesum sambandi tilnevna eitt fyribils stýri, til eitt nýtt stýri er valt eftir skúlans viðtøkum.

Stk. 3. Um stýrið ikki fylgir boðum frá landsstýrismanninum um rætting av nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýris­maðurin avgera

1)     at uppgávurnar hjá stýrinum heilt ella partvíst verða røktar av persónum, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt, ella

2)     at stýrið fer frá, so at eitt nýtt stýri kann verða valt eftir viðtøkum skúlans.

Stk. 4. Avgerð um at reisa rættarsøk móti stýrislimum, leiðslu, grannskoðarum ella øðrum orsakað av tapi, sum skúlanum hevur verið fyri, kann vera tikin av stýrinum ella landsstýrismanninum.

§ 10. Skúlastjórin er dagligur leiðari stovnsins og skal ansa eftir:

1)     at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi gald­andi reglum

2)     at undirvísingar­ligu viðurskiftini á skúlan­um eru í lagi

3)     at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlanin verður hildin

4)     at skúlans virksemi er samsvarandi av­gerðum og ásetingum stýrisins

Stk. 2. Skúlastjórin letur stýrinum uppskot til virksemi skúlans fyri komandi rakstrarár.

Kapittul 3

Stuðul

§ 11. Landsstýrismaðurin útvegar stuðul til skúlans fyrisiting, leiðslu, rakstur av bygningum o.ø.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognarstovni sambært hesi lóg stuðul til rakstur av skúlaheimi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni sambært hesi lóg stuðul til ný- ella umbygging av skúla ella skúlaheimi, stuðul til rentur og avdráttir av lánum og stuðul til útgerð til undirvísingarvirksemi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann veita hesum yrkisskúlum og skúlaheimum trygd fyri lánum, sum eru tikin til ein part av skjalprógvaðum útreiðslum til ný- ella umbygging. Parturin verður ásettur á árligum fíggjarløgtingslógum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tí í stk. 4 nevndu veiting av trygd.

§ 12. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul, møguliga krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.

§ 13. Kommunur kunnu lata stuðul til  løguútreiðslur, tá yrkisskúli verður stovnaður, um- ella útbygdur. Stuðulin kann ikki verða latin sum lán.

Stk. 2. Rakstrarstuðul til lærlingaundirvísing verður rindaður við 80% frá landskassanum og 20% frá kommununum.

Stk. 3. Kommununnar partur av útreiðslunum til lærlingalæruna, smb. stk. 2, verður í fyrsta umfari at leggja út úr landskassanum og síðan býta millum kommunurnar eftir heimstaðnum, lærlingarnir høvdu, tá teir byrjaðu skúlan.

 14. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognar­stovni  rakstrarstuðul til alment góðkent undirvísingarvirksemi, sambært § 1,  uttan so er, at tilskot til hesar útreiðslur  verður veitt eftir viðkomandi útbúgvingarlóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stødd á og mannagongd fyri luttakaragjaldi fyri undirvísing og øðrum virksemi, sum ikki eru stuðulsheimilað eftir hesi lóg.

Stk. 2. Tá yrkisskúlin bjóðar út skeið ella annað virksemi, sum inntøkufíggjað virksemi, skal hann fylgja góðum marknaðarrøktarsiði og má ikki volda øðrum  útbjóðarum avlagandi kapping.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann heilt ella lutvíst lata stuðul til menningar- ella royndarvirksemi ella til onnur, serlig endamál og íverksetan av nýggjum útbúgvingum í teimum í § 1 nevndu skúlum.

§ 17. Lønar-, setanar- og pensiónsviðurskifti hjá starvsfólkunum í yrkisskúlunum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann gera av, at yrkisskúlar skulu hava felags fyrisitingarliga skipan.

Kapittul 4

Roknskapur og grannskoðan

§ 19. Roknskapurin hjá sjálvsognarstovni sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi ásetingunum um almennar roknskapir.

Stk. 2. Roknskapur stovnsins skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum.  

Stk. 3. Grannskoðanardeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.

Stk. 4. Um tað í grann­skoðara­­frágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sam­bandi við umsitingina av skúlans ognum, skal lands­stýrismaðurin alt fyri eitt, um grann­skoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er eisini gald­andi, um lands­stýris­maðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viður­skifti.

Kapittul 5

Ymsar ásetingar

§  20. Eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur, kunnu kærur yvir skúlans avgerðir leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt lærararáð skipað. Landsstýris­maðurin ásetur reglur um val av lærararáði og virksemi tess.

Stk. 3. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt næmingaráð skipað. Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum ásetur landsstýrismaðurin reglur um val av næmingaráði og virksemi tess.

Kapittul 6

Gildissetan

§ 21. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.

Stk. 2. Verandi stýri/nevndir fyri sjálvsognarstovnarnar sum henda lóg fevnir um, sita til 1. apríl 1999, tá nýggj stýri verða vald samsvarandi hesi lóg.

Stk. 3. Verandi viðtøkur stovnanna galda til 1. apríl 1999, tá nýggjar viðtøkur samsvarandi hesi lóg skulu verða latnar landsstýrismanninum til góðkenningar.

Stk. 4. Í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) Kapittul 5 (§§ 23-26) verður strikað.

2) Í § 28 stk. 1 verða orðini “ella sjálvseigandi undirvísingar­stovnar” strikað.

3) Í § 30 stk. 1 verða orðini “og við sjálveigandi undir­vísingar­stovnar” strikað.

4) Í § 31 stk. 1 verða orðini “ella sjálveigandi undir­vísingar­stovni” strikað.

Stk. 5. Løgtingslóg nr. 55 frá 14. desember 1965 um býti av kommununnar parti av útreiðslunum til lærlingalæruna fer úr gildi.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 20. desember 2001