Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 107 3. november 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Altjóða skyldur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 17. august 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 1 verða sum nr. 12, 13, 14 og 15 sett:
”12) Reglur um tilevning og nýtslu av fiskireiðskapi fyri at sleppa undan, at fuglur kemur í fiskireiðskapin.
13) Treytir um innrætting og útbúnað í samband við hagreiðing, virking og goymslu av veiðu umborð og krav um, at skip hava góðkendar tekningar av lastarrúmum og skipinum annars.
14) Treytir um skráseting av veiðu og merking av fiski og fiskaúrdrátti umborð, framleiðsludagbók, lastaplan o.tíl.
15) Skyldu at taka sýni av veiðu.”
2. § 10, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Bannað er førum undir fremmandum flaggi at koma í føroyskt sjóumveldi, ella í føroyska havn, hava tey framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hava tey stuðlað slíkum fiskiskapi, tó undantikið í skaðaleysari gjøgnumsigling ella í neyðstøðu. Eru førini komin í føroyskt sjóumveldi, ella í føroyska havn, kann bann setast fyri at veita teimum tænastur, eitt nú olju, útgerð, flutning av veiðu, manningarskifti, vistir og viðlíkahald. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um forboðið og um treytir og mannagongdir, tá før undir fremmandum flaggi koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn.”
3. Í § 32, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingarnar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.”
4. Í § 32, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingarnar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.”
5. Aftan á § 35 b verður sett:
“§ 35 c. Skipari á fiskifari, fiskaflutningsfari og fiskaframleiðslufari undir føroyskum flaggi, hevur skyldu til at loyva eftirlitsmyndugleikum úr øðrum londum at koma umborð, og at samstarva og hjálpa hesum myndugleikum í tænastuligu kanningum sínum, tá eftirlit verður framt í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært altjóða avtalum ella sáttmálum. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur um skyldurnar hjá skipara, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum fremja eftirlit.
§ 35 d. Upplýsingar, herundir trúnaðarupplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlit við fiskiskapi og veiðu, kunnu, treytað av trygd og trúnaði, útflýggjast myndugleikum í øðrum londum, altjóða fiskiveiðifelagsskapum og økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.”
6. Í § 40, stk. 1, nr. 3 verður aftan á “§ 35 b” sett: “, § 35 c”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 3. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 2/2016