Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2008Nr. 107
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 21. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”§ 2. Stuðul sambært hesi lóg kann latast til mattænastu, koyritænastu og vitjanartænastu.”
2) Í § 3 verða stk. 2 og 3 strikað.
Stk. 4 verður hereftir stk. 2.
3) Í § 4, stk. 1 verður “Kærunevndina í almannamálum” broytt til: ”Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Umsóknir, sum eru latnar inn i seinasta lagi 1. sept. 2008, skulu vera avgreiddar i seinasta lagi 1. mars 2009. Hava tiltøk ella fyriskipanir, sum framhaldandi verða fevndar av lógini, fingið stuðul i játtanarárinum 2008, kann tilsøgn gevast til framhald av virkseminum i játtanarárinum 2009, til umsóknin er endaliga viðgjørd. Tilsøgnin er treytað av, at neyðug játtan er til taks á løgtingsfíggjarlógini.
Tórshavn, 12. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign)
løgmaður
Lm. nr. 44/2008