Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 2009Nr. 107
Løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn, sum brott vi løgingslóg nr. 10 frá 26. februar 2010
Kapittul 1
Kirkjuráðsval
Val, valskeið og tal á kirkjuráðslimum
§ 1. Kirkjuráðið verður valt fyri 4 ár. Valið fer fram 1. týsdag í november í valárinum. Tá 1. týsdagur í november í valárinum er allahalgannadagur, er valið mikudagin 2. november. Valið er galdandi frá tí degi, kirkjuárið byrjar. Limir í kirkjuráðnum verða tó altíð sitandi, til ráðið er mannað.
Stk. 2. Biskupur kunnar um valdagin og tryggjar, at nøktandi kunning og umrøða er fram til uppstillingina og valið.
Stk. 3. Verður nýggj kirkjusókn skipað í valskeiðnum, kann stiftsstjórnin skipa fyri serligum vali til kirkjuráð, og er valið galdandi fyri tíðina, sum eftir er av regluliga valskeiðnum.
§ 2. Valdu limirnir í kirkjuráðnum skulu í minsta lagi verða 4 og í mesta lagi 12.
Stk. 2. Talið á valdum limum verður ásett í mun til kirkjufólkið í kirkjusóknini pr. 1. februar í valárinum. Biskupur útvegar valstýrunum upplýsingar um talið av kirkjufólki frá avvarðandi myndugleika og boðar frá, hvussu nógvir limir skulu veljast í kirkjuráðið.
Stk. 3. 1) Talið á valdum kirkjuráðslimum er 4 fyri tey fyrstu 59 kirkjufólkini í kirkjusóknini. Í kirkjusókn við 60-999 kirkjufólkum eru 6 limir í kirkjuráðnum. Talið á limum verður síðani økt við einum limi fyri hvørji 1000 kirkjufólk, tó so, at í mesta lagi eru 12 valdir limir.
Valrættur og valbæri
§ 3. Valrætt á kirkjuráðsvali hevur hvør tann, sum er kirkjufólk og:
1) er fyltur 18 ár í seinasta lagi valdagin,
2) stendur á vallistanum í avvarðandi kirkjusókn í seinasta lagi seinasta týsdag í oktober.
Stk. 2. Valbæri til kirkjuráð hevur kirkjufólk, sum er fylt 18 ár í seinasta lagi valdagin og annars lýkur treytirnar í stk. 1 og ikki er revsað fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger tað óverdugt at vera kirkjuráðslimur, um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin.
Stk. 3. Sóknarprestur, sum er í embæti í fólkakirkjuni, er ikki valbærur, men hevur valrætt. Biskupur er ikki valbærur, men hevur valrætt.
Stk. 4. Limur í valkirkjuliði hevur ikki valrætt ella valbæri á kirkjuráðsvali.
§ 4. Kirkjufólk, sum er undir verjumáli og í hesum sambandi hevur mist rættin at virka rættarliga, er ikki valbært.
§ 5. Kirkjufólk, sum ikki hevur ríkisborgararætt í landinum, men sum annars lýkur treytirnar í § 3, kemur á vallista, tá viðkomandi hevur búð í Føroyum í 1 ár uttan slit.
§ 6. Sóknarprestur ella kirkjutænari, sum ikki býr í kirkjusóknini, har hann starvar, kann lata seg skráseta á vallista í teirri kirkjusókn, har hann starvar. Sama rætt hevur hjúnafelagi hjá sóknarpresti og kirkjutænara.
Stk. 2. Sóknarprestur ella kirkjutænari, sum starvar í tveimum ella fleiri kirkjusóknum, kann lata seg skráseta á vallista í einari av kirkjusóknunum, har hann starvar. Sama rætt hevur hjúnafelagi hjá sóknarpresti og kirkjutænara.
§ 7. Kirkjufólk, ið hoyrir til aðra kirkjusókn í prestagjaldinum ella hevur loyst sóknarband, sbr. § 8 í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni, kann verða verandi skrásett í kirkjusóknini, har tað býr, ella lata seg skráseta í kirkjusóknini, tað hevur knýtt seg til.
Stk. 2. Kirkjufólk eru einans valbær í kirkjusóknini, har tey eru skrásett sum veljarar.
Stk. 3. Sóknarbandsloysari, sum er valdur inn í kirkjuráðið í kirkjusóknini, viðkomandi hevur knýtt sóknarband til, varðveitir sætið, til nýtt kirkjuráð tekur við, hóast sóknarpresturin, sum sóknarband er knýtt til, er farin úr embæti. Á sama hátt verður starvið sum tiltakslimur varðveitt.
§ 8. Áheitan um at koma á vallista sambært §§ 6 og 7 í kirkjusókn, har kirkjufólkið ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at útinna valrættin.
Stk. 2. Áheitanin sambært stk. 1 skal latast formanninum í valstýrinum í seinasta lagi 3. týsdag í august við upplýsing um navn og p-tal, so at fráboðanin kann verða send valstýrinum, har veljarin býr.
Stk. 3. Metir valstýrið, at treytirnar eru loknar, boðar tað valstýrinum í kirkjusóknini, har veljarin býr, frá, so tað kann taka veljaran av vallistanum har.
Stk. 4. Áheitan sambært stk. 1 skal verða sett fram undan hvørjum nýggjum kirkjuráðsvali.
Vallistar
§ 9. Áðrenn regluligt kirkjuráðsval ger valstýrið ein lista yvir tey, sum hava valrætt til kirkjuráðið í kirkjusóknini.
Stk. 2. Verður serligt kirkjuráðsval í sambandi við, at nýggj kirkjusókn er skipað sbr. § 1, stk. 3, skipar valstýrið fyri at gera vallista og fyri valinum annars.
§ 10. Kommunustýrið hevur skyldu til, eftir áheitan frá valstýrinum, at útvega valstýrinum tær upplýsingar, sum neyðugar eru at gera vallista.
§ 11. Tá ið valevnislistarnir eru góðkendir og í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, kunnger biskupur, at teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusókn, har val verður, fáa valkort við postinum, og heitir á tey, ið meta, at tey áttu at havt fingið valkort, eins og tey, ið halda seg hava fingið valkort av órøttum ella við skeivum upplýsingum, um at gera vart við seg hjá valstýrinum í kirkjusóknini.
§ 12. Valstýrið viðger fráboðanir eftir § 11 sum skjótast og ger nýtt valkort, um neyðugt. Valstýrið kann rætta í vallistanum fram til og við valdagin.
§ 13. Áðrenn serligt val sbrt. § 1, stk. 3 verður hildið, ásetir biskupur, nær valið skal verða, og ger reglur um, hvussu hetta verður kunngjørt. Harumframt ásetir biskupur tíðarfreistir o. a. samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.
Valkort
§ 14. Tá valevnislistarnir eru góðkendir og í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, fáa teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusóknini, valkort. Á valkortinum skal verða upplýst navn og bústaður veljarans og raðnr. á vallista umframt kunning um valstað, valdag og upplatingartíðir.
Stk. 2. Kommunustýrið ger valkortini og sendir veljarunum tey.
Stk. 3. Kirkjugrunnurin rindar fyri valkort og postgjald.
Valevnislistar
§ 15. Valið fer fram sambært valevnislistum, har navngivnir persónar eru valevni.
Stk. 2. Valevnislistarnir skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi kl. 22.00 seks vikur undan valdegnum.
Stk. 3. Í mesta lagi 9 nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum. Valevnini skulu skriva undir listan, og í minsta lagi 3 og í mesta lagi 25 veljarar í kirkjusóknini – kortini ikki fleiri enn 20% av teimum, sum hava valrætt – skriva undir sum stillarar. Valevni er ikki stillari. Serligur listi yvir stillararnar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá. Valevni og stillarar kunnu eisini skriva undir á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevni og stillarar í staðin fyri undirskrift vátta luttøku sína við brævi, telefaksi ella telduposti o.l. Ein stillari skal lata valevnislistan inn, og hevur hesin rætt til at fáa kvittan frá formanninum í valstýrinum fyri, at hann hevur tikið ímóti listanum, og nær.
Stk. 4. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð. Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.
Stk. 5. Stillar nakar upp á meira enn einum valevnislista, verður valið ógildugt, um tað fellur á hann, og verður atkvøðutal hansara ikki talt við.
Stk. 6. Hann, sum stendur sum stillari fyri fleiri listar, verður ikki roknaður sum stillari á nøkrum lista.
§ 16. Heldur valstýrið, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at ógilda hann, skal valstýrið beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til at rætta brekið í seinasta lagi innan 24 tímar aftan á freistina í § 15, stk. 2.
Stk. 2. Valstýrið tekur endaliga avgerð um valevnislistar. Ógildar valstýrið valevnislista ella strikar valevni ella stillara av listanum, skal avgerðin hjá valstýrinum verða skrivað í gerðabókina hjá kirkjuráðnum. Úrskrift úr gerðabókini hesum viðvíkjandi verður beinanvegin latin tí stillara, sum hevur latið valstýrinum valevnislistan.
§ 17. Valevnislistar, sum valstýrið hevur góðkent, fáa hvør sítt talfrámerki (1, 2, 3 o.s.fr. ).
§ 18. Er bert ein valevnislisti komin inn, tá freistin at lata inn listar eftir § 16, stk. 1 er farin, ella verður bert ein listi góðkendur, kann valstýrið í kirkjusóknum við færri enn 500 kirkjufólkum avlýsa valið og heita á stillararnar um at raðfesta valevnini. Skilligt skal vera, hvørji verða vald, og í hvørji raðfylgju varalimir skulu vera. Varalimir eru ikki persónligir
Atkvøðugreiðsla
§ 19. Valstaðið skal vera í hølum, sum eru atkomilig hjá øllum, eisini teimum, ið bera brek.
Stk. 2. Valrætturin verður útintur við, at veljarin møtir persónliga á valstaðnum. Hetta er tó ikki galdandi í sambandi við brævatkvøðu. Atkvøðugreiðslan er skrivlig og loynilig.
Stk. 3. Tá valstýrið ella hjálparfólk hjá valstýrinum hava vissað sær, at veljarin er tann, hann sigur seg vera, og at hann stendur á vallistanum, verður veljarin avmerktur á vallistanum. Samstundis, sum veljarin verður avmerktur á vallistanum, letur hann inn valkortið, sum síðani verður lagt saman við teim kortum, sum latin eru inn, í somu raðfylgju, sum veljararnir verða avgreiddir. Síðan fær veljarin atkvøðuseðilin.
Stk. 4. Hevur veljarin ikki valkortið hjá sær, verður nýtt kort skrivað, sum síðan verður lagt saman við teimum kortum, sum latin eru inn, ella serligur listi verður førdur.
Stk. 5. Veljarin greiðir atkvøðu við at seta kross við annaðhvørt ein lista ella eitt valevni.
§ 20. Valstýrið tilnevnir hjálparfólk at hjálpa veljarum á valstaðnum. Hjálparfólk hevur treytaleysa tagnarskyldu í mun til atkvøðugreiðsluna. Í niðanfyri nevndu førum kann valstýrið slaka í fyrisettu reglunum fyri atkvøðugreiðslu:
a) Hjálp verður veitt veljara, ið ikki er førur fyri at greiða atkvøðu á fyriskipaðan hátt. Blindur ella sjónveikur kann krevja hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á,
b) Er veljari ikki førur fyri at koma inn í valhølið, kann atkvøðugreiðsla fara fram beint uttan fyri valhølið. Tveir valstýrislimir ella tvey hjálparfólk skulu vera hjástødd.
§ 21. Útflýggjaður atkvøðuseðil kann latast inn aftur í býti við nýggjan atkvøðuseðil, áðrenn veljarin er liðugur at greiða atkvøðu. Valstýrið sær til, at atkvøðuseðil, ið ikki verður nýttur, verður gjørdur ógildur.
Stk. 2. Tá ið steðgur kemur í atkvøðugreiðsluna, aftan á ta klokkutíð, sum ásett er at enda valið, skal valið verða lýst liðugt, tó soleiðis, at limir í valstýrinum og hjálparfólk tess tá beinanvegin hava rætt til at atkvøða og lata inn atkvøðuseðlar sínar.
Stk. 3. Tað er bannað at lýsa við valtilfari inni í valhølinum. Valstýrið hevur ábyrgdina av, at onki, sum kann órógva valið, er í hølinum ella beint við valhølið. Øll, sum eru í valhølinum, skulu annars gera eftir boðum frá valstýrinum.
Atkvøðugreiðsla við brævi
§ 22. Veljari, ið ikki ella sum bert við stórum tvørleika kann møta á valstaðnum til ásettu tíðina, kann lata inn brævatkvøðu eftir reglunum í §§ 23, 24, 25, 26, 27 og 28.
§ 23. Veljari, sum er í Føroyum, kann greiða atkvøðu á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðarkommununi, har veljarin stendur á vallista. Sjófólk kunnu eisini atkvøða hjá einum mynstringarstjóra.
Stk. 2. Veljari, ið liggur á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella er undir læknaviðgerð heima, kann greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum persónum, ið valstýrið tilnevnir.
Stk. 3. Veljari í fangahúsi kann greiða atkvøðu hjá løgregluni.
Stk. 4. Sjófólk kunnu greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.
§ 24. Sjófólk og onnur, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 5 vikur undan valdegnum. Veljari, sum er í landinum, kann í fyrsta lagi atkvøða við brævi 1 viku undan valdegnum.
Stk. 2. Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinasta lagi fara fram dagin fyri valdagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
§ 25. Til atkvøðugreiðslu við brævi útvegar biskupur neyðugar atkvøðuseðlar við tilhoyrandi brævbjálvum og oyðubløð til fylgibrøv umframt størri brævbjálvar. Fylgibræv og brævbjálvi við atkvøðuseðlinum skal sendast valstýrinum.
Stk. 2. Atkvøðuseðlarnir skulu vera av hvítum pappíri við orðinum "atkvøðuseðil" prentað á aðrari síðuni. Brævbjálvarnir skulu vera ólíka littir, soleiðis háttaðir, at ikki sæst ígjøgnum teir, og so stórir, at teir heilt fjala atkvøðuseðilin. Á framsíðuni á størra brævbjálvanum skal vera prentað, at í honum er ein atkvøðuseðil til kirkjuráðsval, og á baksíðuni skal vera prentaður teigur, har veljarin setur navn og bústað.
§ 26. Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram á tann hátt, at veljarin vendir sær til ein av teimum í § 23 tilskilaðu. Aftan á at hava prógvað, hvør hann er, fær hann ein atkvøðuseðil við brævbjálva, fylgibrævi og størri brævbjálva. Á atkvøðuseðilin setur hann beinanvegin aftan á móttøkuna og uttan, at nakar annar er hjástaddur, antin navnið á einum valevni ella bókstavamerkingina hjá einum valevnislista. Beint sum veljarin hevur greitt atkvøðu, leggur hann atkvøðuseðilin í minna brævbjálvan, uttan at nakar sær, hvussu atkvøtt er, og letur hann aftur.
Stk. 2. Fylgibrævið verður útfylt beint aftaná, at atkvøðuseðilin er lagdur í brævbjálvan. Í fylgibrævinum skal vera:
1) Váttan um, at veljarin sjálvur, sjálvboðin og uttan, at nakar annar er hjástaddur, hevur greitt atkvøðu, lagt seðilin í brævbjálvan og klistrað hann aftur. Veljarin skal eisini undir trúnaðartreytum vátta, at hann valdagin ikki, ella bert við stórum tvørleika, kann møta á valstaðnum innan ásettu tíðarfreistirnar. Veljarin skal skriva undir á fylgibrævið, meðan ein í § 23 tilskilaðu myndugleikunum ella fulltrúi myndugleikans er hjástaddur. Fylgibrævið skal dagfestast og tilskila veljarans navn og bústað,
2) váttan frá tí ella teimum, ið hjástødd hava verið, tá ið veljarin skrivaði undir fylgibrævið um, at undirskriftin er sonn, at staðar- og dagfestingin eru beinar, og at atkvøðugreiðslan er farin fram, uttan at onnur hava verið hjá. Váttanin skal vera undirskrivað og fult navn, starv og bústaður tilskilað.
Stk. 3. Teir í stk. 2 tilskilaðu hava skyldu til at ansa eftir, at útflýggjaðir atkvøðuseðlar v.m. beinanvegin verða nýttir og flýggjaðir aftur samsvarandi ásetingunum í hesi gein.
§ 27. Tá ið veljari hevur atkvøtt, og fylgibrævið er rætt útfylt og váttað, leggur hann brævbjálvan við atkvøðuseðlinum og fylgibrævið í tann størra brævbjálvan, sum hann klistrar aftur. Eisini skrivar hann týðiliga navn og bústað í teigin á baksíðuni á størra brævbjálvanum.
Stk. 2 Brævbjálvin verður síðani handaður honum, sum atkvøtt er hjá. Hesin syrgir fyri, at brævbjálvin er valstýrinum í hendi í góðari tíð, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
§ 28. Áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar, letur valstýrið móttiknu brævbjálvarnar upp, kannar um persónurin, ið brævbjálvin er frá, stendur á vallistanum, og um so er, verður beinanvegin settur krossur við navn veljarans á vallistanum.
Stk. 2. Vísir tað seg við hesi kanning, at viðkomandi ikki hevur valrætt, ella verður upplýst, at hann áðrenn valdagin er deyður, verður óupplatni brævbjálvin við tilhoyrandi fylgibrævi lagdur aftur í tann størra brævbjálvan, og atkvøðan verður ikki tald við. Sama er galdandi, um annað ella meira enn eitt fylgibræv og ein brævbjálvi eru í størra brævbjálvanum, ella tað eftir útsjóndini á størra brævbjálvanum, fylgibrævinum ella brævbjálvanum at døma er orsøk til at halda, at tey ikki hoyra til tað tilfar, sum biskupur hevur útvegað, ella farið ikki er fram sum ásett, hvat viðvíkir útfylling, váttan, undirskrift ella innsending.
Stk. 3. Brævbjálvar, sum eru í lagi, verða goymdir saman við fylgibrævinum og størra brævbjálvanum, til atkvøðugreiðslan er endað. Brævbjálvarnir verða síðan koyrdir í ein atkvøðukassa og blandaðir millum hinar atkvøðuseðlarnar og verða ikki latnir upp, fyrr enn talt verður upp.
Stk. 4. Brævatkvøður, sum valstýrið fær aftaná, at atkvøðugreiðslan er byrjað, verða liggjandi óupplatnar og verða ikki taldar við.
Stk. 5. Bæði brævbjálvar, fylgiskriv og atkvøðuseðlar skulu vera tøk, til endaliga fínteljingin hevur verið.
Uppgerð og ógildar atkvøður
§ 29. Valið verður gjørt upp sum lutfalsval. Uppteljingin er almenn. Valevni, sum ikki verða vald, verða varafólk fyri tey innvaldu á sama valevnislista í mun til persónligu atkvøður teirra. Stendur á jøvnum, verður lutakast.
§ 30. Atkvøðuseðlar verða ógildir:
1) um brúktir verða aðrir atkvøðuseðlar enn teir, ið valstýrið hevur útvegað,
2) um ikki við vissu ber til at gera av, hvørjum valevni ella hvørjum valevnislista veljarin hevur atkvøtt fyri,
3) um meira enn ein krossur er á atkvøðuseðlinum,
4) um annað frámerki er á atkvøðuseðlinum.
Stk. 2. Harumframt í sambandi við brævatkvøðu:
1) um seðlar, fylgibrøv og brævbjálvar, sum biskupur hevur útvegað, ikki eru brúkt,
2) um annað ella meira enn ein atkvøðuseðil er í einum brævbjálva.
Nýval og ískoytisval
§ 31. Verður kirkjuráð ikki fullmannað í sambandi við regluligt val, skrivar biskupur út nýval. Verður kirkjuráðið tá heldur ikki fullmannað, missir tað rætt sín at stilla inn til prestasetan uttan so, at trupulleikin verður loystur við fráviki eftir stk. 2, litra b.
Stk. 2. Verður kirkjuráðið hvørki fullmannað í sambandi við regluligt kirkjuráðsval ella nýval eftir stk. 1, ger biskupur av, um:
a) Ískoytisval verður útskrivað,
b) kirkjuráðið verður mannað við valdu limunum, kortini í minsta lagi trimum, og sóknarpresti/prestunum ella
c) annað kirkjuráð skal taka sær av virkseminum hjá kirkjuráðnum.
Stk. 3. Verður virksemið hjá einum kirkjuráði latið øðrum kirkjuráði, sbr. stk. 2, litra c, taka limirnir úr lutvís mannaða kirkjuráðnum við sum limir í hesum kirkjuráðnum í verandi valskeiði, tá um viðurskiftini hjá kirkjusókn teirra ræður.
Stk. 4. Verður fullmannað kirkjuráð ikki skipað eftir 2 reglulig kirkjuráðsval, ger biskupur tilmæli til landsstýrismannin um at leggja kirkjusóknina saman við aðrari kirkjusókn. Kirkjusóknin kann tó halda fram sum sjálvstøðug kirkjusókn, hóast biskupur hevur gjørt frávik eftir stk. 2, litra b.
§ 32. Kæra um valið skal vera biskupi í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar aftan á valið. Biskupur ger úrskurð í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir, at hann hevur fingið kæruna.
Stk. 2. Kærarin ella valstýrið kunnu innan 5 yrkadagar skjóta avgerð biskups inn fyri landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin ger úrskurð í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir, at hann hevur fingið kæruna. Úrskurður landsstýrismansins er endaligur innan fyrisitingina.
§ 33. Verður valið ógildað, skipar biskupur sum skjótast fyri umvali. Á umvalinum kunnu einans tey, ið vóru á vallista og høvdu valrætt á valdegnum, greiða atkvøðu. Biskupur ger reglur um, hvussu umvalið verður kunngjørt. Harumframt ásetir biskupur tíðarfreistir fyri framløgu av vallista, innlating av kærum o. ø. samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.
Stk. 2. Verður valið av einum limi ógildað, kemur næst valdi inn fyri henda sum valdur. Ber hetta ikki til, skipar biskupur sum skjótast fyri ískoytisvali.
§ 34. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um valið, um brævatkvøður og uppgerð av valinum, umframt fráboðan um uppstillaðu valevnini og um úrslitið av valinum og kann áseta gjøllari reglur um kunning um valið.
Útreiðslur
§ 35. Útreiðslurnar í sambandi við kirkjuráðsval verða goldnar úr kirkjukassanum.
Stk. 2. Útreiðslur til at gera og senda brævatkvøður út verða goldnar úr kirkjugrunninum.
Kapittul 2
Próstadømisráðsval
§ 36. Próstadømisráðsval er hóskandi tíð eftir, at kirkjuráðini hava tikið við aftan á regluligt kirkjuráðsval. Valið er samstundis sum val av limi í stiftsstjórnina. Valskeiðið, sum er 4 ár, byrjar 1. apríl árið eftir, at regluligt kirkjuráðsval hevur verið.
Stk. 2. Í próstadømisráðnum eru fýra valdir limir umframt próstin.
Valrættur og valbæri
§ 37. Valrætt á próstadømisráðsvali hava valdu kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir.
Stk. 2. Valbærir til próstadømisráð eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.
Stk. 3. Biskupur og sóknarprestar eru ikki valbærir til próstadømisráð.
Stk. 4. Limur í stiftsstjórnini kann ikki taka sæti í próstadømisráðnum uttan at leggja sætið í stiftsstjórnini frá sær, tað ið eftir er av valskeiðnum.
Valevnislistar
§ 38. Valevnini stilla upp á valevnislista í bókstavarøð. Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.
Stk. 2. Á listanum kunnu vera í mesta lagi 12 valevni.
Stk. 3. Listin skal hava stillarar, sum hava valrætt til próstadømisráðsvalið. Stillararnir skulu í minsta lagi vera 2,5%, men ikki meira enn 7% av teimum, sum hava valrætt. Valevni er ikki stillari á valevnislista.
Stk. 4. Valið verður gjørt upp sum lutfalsval. Uppteljingin er almenn.
Stk. 5. Valevni á valevnislistanum, sum ikki verða vald, verða varafólk í mun til persónligu atkvøður teirra.
Valstýrið
§ 39. Í valstýrinum, sum skipar fyri og stendur fyri valinum, sita biskupur, dómpróstur og eitt umboð úr Mentamálaráðnum.
Stk. 2. Biskupur er formaður í valstýrinum, og skrivstovan hjá stiftsstjórnini virkar sum avgreiðslustova hjá valstýrinum.
Stk. 3. Valstýrið førir gerðabók um valið.
Útreiðslur
§ 40. Útreiðslurnar í sambandi við valið til próstadømisráð verða goldnar úr Kirkjugrunninum.
Reglur annars
§ 41. Valstýrið ásetir og lýsir valdagin, og biskupur tryggjar, at nøktandi kunning og umrøða er uppundir uppstillingina og valið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um valevnislistar, atkvøðutilfar, atkvøðugreiðslu, atkvøðuuppteljing og uppgerð av valinum og fráboðan um valið og valkærur og kann áseta gjøllari reglur um kunning um próstadømisráðsvalið.
§ 42. Kæra um gildi av valinum skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 5 dagar eftir, at valúrslitið er kunngjørt. Eftir at hava fingið ummæli frá valstýrinum tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum. Avgerð landsstýrismansins er endalig innan fyrisitingina.
Kapittul 3
Kirkjuráðslimir velja lim í stiftsstjórnina
§ 43. Hóskandi tíð eftir, at kirkjuráðini hava tikið við aftan á regluligt kirkjuráðsval, velja kirkjuráðslimir 1 lim í Føroya Stiftsstjórn. Valið er samstundis sum próstadømisráðsval.
Stk. 2. Valskeiðið, sum er 4 ár, byrjar 1. apríl árið eftir, at regluligt kirkjuráðsval hevur verið.
§ 44. Valrætt at velja stiftsstjórnarlim hava valdu kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir.
Stk. 2. Valbærir til stiftsstjórnarlim eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.
Stk. 3. Biskupur og sóknarprestar eru ikki valbærir til stiftsstjórnarlim.
Stk. 4. Limur í próstadømisráðnum kann ikki taka sæti í stiftsstjórnini uttan at leggja sætið í próstadømisráðnum frá sær, tað ið eftir er av valskeiðnum.
Valevnislistar
§ 45. 1) Valevni verða stillað upp á valevnislista í bókstavarøð. Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.
Stk. 2. Á listanum kunnu vera í mesta lagi 3 valevni.
Stk. 3. Listin skal hava stillarar, sum hava valrætt til stiftsstjórnarvalið. Stillararnir skulu í minsta lagi vera 2,5%, men ikki meira enn 7% av teimum sum hava valrætt.
Valevni er ikki stillari á valevnislista.
Stk. 4. Valið verður gjørt upp sum lutfalsval. Uppteljingin er almenn.
Stk. 5. Valevni á valevnislistanum, sum ikki verða vald, verða varafólk í mun til persónligu atkvøður teirra.
Valstýrið
§ 46. Í valstýrinum, sum skipar fyri og stendur fyri valinum, sita biskupur, dómpróstur og eitt umboð úr Mentamálaráðnum.
Útreiðslur
§ 47. Kirkjugrunnurin rindar útreiðslurnar í sambandi við valið.
Reglur annars
§ 48. Valstýrið ásetir og lýsir valdagin, og biskupur tryggjar, at nøktandi kunning og umrøða er uppundir valið.
Stk 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um kunning um valið, valevnislistar, atkvøðutilfar, atkvøðugreiðslu, atkvøðuuppteljing og uppgerð av valinum og fráboðan um valið og valkærur.
§ 49. Kæra um gildi av valinum skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 5 dagar eftir, at valúrslitið er kunngjørt. Eftir at hava fingið ummæli frá valstýrinum, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum. Avgerð landsstýrismansins er endalig innan fyrisitingina.
Kapittul 4
Landsstýrismaðurin tilnevnir lim í stiftsstjórnina
§ 50. Tá limur er valdur í stiftsstjórnina eftir 3. kapitli, tilnevnir landsstýrismaðurin eitt roynt embætisfólk við hóskandi tign, sum er í tænastu landsins, og sum ikki er í starvi undir landsstýrismanninum, í stiftsstjórnina, og eitt varafólk, ið lýkur somu krøv. Landsstýrismaðurin samskiftir við biskup í sambandi við tilnevningina.
Stk. 2. Tilnevningin er fyri 4 ár. Setanarskeiðið byrjar 1. apríl árið eftir, at regluligt kirkjuráðsval hevur verið.
Kappittul 5
Fylgibroytingar, gildiskoma og skiftisásetingar
§ 51. Sum nýggj stk. 7 og 8 í § 9 í løgtingslóg nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð verða sett:
“Stk. 7. Tá kirkjuráðið hevur skipað seg, velur tað valstýri við 3 limum, sum verða valdir við lutfalsvali millum limirnar í kirkjuráðnum. Kirkjuráðið velur ein av teimum trimum valdu valstýrislimunum til valstýrisformann.
Stk. 8. Valini sambært stk. 1, 2, 5, 6 og 7 eru fyri valskeiðið.”
§ 52. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi konglig fyriskipan nr. 232 frá 25. mai 1981: “Anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om menighedsråd”, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27. frá 19. mai 2008.
Stk. 2. § 18 kemur tó í gildi 1. januar 2010.
§ 53. Í sambandi við kirkjuráðsvalið 3. novembur 2009 verða tó hesar freistir galdandi:
1. Í § 8, stk. 2 verður ”3. týsdag í august” broytt til ”3. týsdag í septembur”.
2. Í § 15, stk. 2 verður ”seks vikur undan valdegnum” broytt til ”fýra vikur undan valdegnum”.
3. Í § 24, stk. 1 verður ”5 vikur undan valdegnum” broytt til ”tríggjar vikur undan valdegnum”.
Stk. 2. Til 1. januar 2010 verður § 18 soljóðandi:
”§ 18. Er bert ein valevnislisti komin inn, tá freistin at lata inn listar eftir § 16, stk. 1 er farin, ella verður bert ein listi góðkendur, avlýsir valstýrið valið og heitir á stillararnar um at raðfesta valevnini. Skilligt skal vera, hvørji verða vald, og í hvørji raðfylgju varalimir skulu vera. Varalimir eru ikki persónligir.”
Tórshavn, 17. august 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 9/2009