18. november 2026Nr. 107
Løgtingslóg um at keypa høvuðsmotorar til Smyril
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at fáa til vegar fýra nýggjar høvuðsmotorar til Smyril.
Stk. 2. Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 74,4 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar í 2032.
Í Tinganesi, 18. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2026