20. desember 2002Nr. 107
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 verður gjørd henda broyting:
§ 33, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landskassin endurrindar læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan hann hevur tikið ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003.
Tórshavn, 20. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður