26. november 2010Nr. 107
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 181 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður sett eitt samlað hámark fyri loyvdum inngjaldi við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni. Hámarkið um árið er kr. 100.000 fyri árini 2010 og 2011. Ov nógv inngoldin upphædd, ið ikki kann geva frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri árini 2010 og 2011, verður goldin út aftur uttan avgjald. Henda áseting er eisini samsvarandi galdandi fyri § 1 A”.
2) Í § 14, stk. 6 verður aftaná “verður fyri” sett: “2010 og 2011”.
3) Í § 14, stk. 7 verður aftaná “ 2010” sett: “og 2011”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.
Tórshavn, 26. november 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2010