Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 29-12-1998
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 1998Nr. 107

Løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2015

(FHS-útbúgvingar)

Kapittul 1

Stevnumið og bygnaður

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið og hava eftirlit við henni.

§ 2. 1) Útbúgvingin gevur neyðuga grundarlagið undir:

1)   framhaldandi yrkisútbúgving eftir løgtingslóg um yrkisútbúgvingar,

2)   búskaparbreytini sambært § 2, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og

3)   einum sjálvstøðugum prógvi.

Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin annaðhvørt eitt ella tvey ár, og verður hon samskipað við teimum framhaldandi skúlapørtunum av yrkisútbúgvingunum innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.

Stk. 3. Sum støði undir hægri handilsútbúgving verður útbúgvingin skipað sum eitt støðisár og samskipað við hægru handilsútbúgvingina.

Stk. 4. 1) Sum støði undir yrkisútbúgving kann 1 árs útbúgvingin sambært stk. 2 takast í eitt tvey ára tíðarskeið. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri leingjan av tíðarskeiði.

Stk. 5. 1) Til næmingar við serligum tørvi kann skúlin skipa og bjóða út serliga skipað skúlatilboð, undir hesum kann skúlin skipa serligar undirvísingarbreytir.

Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við serliga skipað skúlatilboð sambært stk. 5.

§ 3. Sum støði undir og partur av  eini yrkisútbúgving skal útbúgvingin hava tey stevnumið, sum eru nevnd í yrkisútbúgv-ingarlógini.

Stk. 2. Útbúgvingin skal annars sum ein samanhangandi heild miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, búskaparligar, fyriskipanarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningar­tøkni­ligar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.

§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi lóg.

Stk. 2. Skipað kann verða fyri framhaldandi yrkisskeiðum og pørtum av verkligari læru, sum neyðug eru fyri at fullføra eina yrkisútbúgving innan fyrisitingar-, handils-, og skrivstovuøkið.

Stk. 3. Skipað kann verða fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum.

Stk. 4. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.

Stk. 5. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.

§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá  yrkisútbúgvingarráðnum, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, nærri reglur um innihaldið í førleikakrøvunum smb. § 3, stk. 2 og um  innihaldið í teimum serligu skipanunum smb. § 4.

Kapittul 2

Upptøka

§ 6. Næmingur, sum hevur lokið  fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.

Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.

Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir ella ávísa eykaundirvísing.

Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum verður tikin upp eftir § 4, stk. 1, 4 ella 5.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at  skikkaðir næmingar smb.  stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í útbúgvingina ella partar av henni.

§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir inn á, treytað av at skúlin hevur pláss.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti av næmingum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst tal av næmingum.

Kapittul 3

Innihaldið í útbúgvingini

§ 8. Støðisútbúgvingin innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið fevnir um grundlærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, at undirvíst verður í øðrum lærugreinum.

Stk. 3. Grundlærugreinirnar eru býttar eftir námsgrein í

1)   kravdar lærugreinir, sum skulu tryggja fakligu breiddina yvirhøvur, støðið undir framhaldandi stigum og flest møguligar førleikar smb. § 3, og

2)   vallærugreinir, sum eru neyðugt støði undir framhaldandi stigum.

Stk. 4. Grundlærugreinirnar eru skipaðar í grundstig og kravt stig .

Stk. 5. Yrkislærugreinirnar skulu í stóran mun styðja grundlærugreinirnar og binda tær saman fyri at røkka málunum í § 3, og kunnu annars vera  støði undir serlærugreinum ella serlærugreinum, sum geva næminginum serligan yrkisførleika.

Yrkislærugreinir eru býttar í

1)   økislærugreinir, sum fyri stóran part verða framdar undirvísingarliga sum evnisundirvísing, og

2)   handilsfak, sum er felagsheitið fyri avsettar tímar til aðra serliga undirvísing.

Stk. 6. Vallærugreinir eru

1)   grundlærugreinir, sum ikki eru kravdar,

2)   grundlærugreinir á hægri stigum enn kravt verður,

3)   yrkislærugreinir,

4)   aðrar lærugreinir, sum nøkta áhugamál og tørv næmingsins.

§ 9. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir tveimum árum, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 5 økislærugreinir, 2 vallærugreinir og handilsfak.

Stk. 2. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir einum ári ella eftir § 2, stk. 3, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 1 økislærugrein, í minsta lagi 1 vallærugrein og handilsfak.

§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnis-undirvísing, víkja frá tímabýttu læru-greinaundirvísingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.

Stk. 2. Serundirvísing og annar sernáms-frøðiligur stuðul kann verða givin næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum sum landsstýrismaðurin ásetur.

Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.

Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetur.

§ 12. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar,  gjølligari reglur um lærugreinarøðir og innihald av grundlærugreinum, yrkislærugreinum og vallærugreinum, tímatal og á hvøjum stigi tær kunna takast, smb.  § 8 og 9.

Kapittul 4

Próvtøka

§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skriv-stovuøkið endar við próvtøku.

§ 14. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum  gjølligari reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í skúlaárinum, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próv­døming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í tí vigaða miðaltalinum.

Kapittul 5

Fígging

§ 15. Landskassin rindar rakstrar-útreiðslurnar av góðkendari undirvísing.

Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrar-vegleiðarum og til faklig skeið.

Stk. 3. 1) Landskassin fíggjar serliga skipað skúlatilboð sambært § 2, stk. 5.

Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um ásetingarnar í stk. 1, 2 og 3.

§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um gjøld fyri stakgreinalestur, sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.

Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlunum at taka gjald fyri ljóstøk, ið  verða nýtt í  undirvísingini.

Kapittul 6

Lærarar og próvdómarar

§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum, teir verða settir til.

Stk. 2. Lærarar í lærugreinum á kravdum stigi skulu hava eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Stk. 3. Setan í fast starv sum lærari ella skúlastjóri er treytað av, at viðkomandi hevur staðið pedagogikum.

Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv  sum  lærarin í viðkomandi lærugrein.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur  gjølligari reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, smb. stk. 1 og 2 og um pedagogikum smb. stk. 3.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin  kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.

Kapittul 7

Næmingaskyldur

§ 18. Næmingarnir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsis- og lestrarreglum skúlans.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann  áseta gjølligari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

Kapittul 8

Kærur

§ 19. Kærur um avgerðir skúlastjórans kunnu leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 1 viku eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um, hvørjar avgerðir kunnu kærast og um mannagongdina.

Kapittul 9

Aðrar ásetingar

§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.

§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í  serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg, um heilt serligar umstøður gera tað neyðugt.

 § 22. Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.

Kapittul 10

Gildisskipan

§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august  1999.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur  reglur um, hvussu lógin verður nýtt fyri útbúgvingar, sum eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lóg fær gildi.

Stk. 3. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við § 9 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing úr gildi.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2015.